leygardagur 29. januar 2000síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 20 – 29. januar 2000
Eyðun Klakstein
Myndir: Jens Kr. Vang
Hann stríddist til tað síðsta.
Men bardagan móti sjúkuni
tapti hann at enda.
Hálvtannað ár eftir at hann
fyrstu ferð hevði fingið staðfest
krabbamein í lungunum, mátti
hann geva upp.
Bjørn Afzelius gjørdist 52 ára
gamal, áðrenn alt endaði á Sahl-
grenska sjúkrahúsinum í Gøte-
borg í februar mánaði í fjør.
Navnið á tónleikaranum og
komponistinum Afzelius fer at
liva víðari í teimum sangunum,
hann gjørdi, og sum komu so
víða - serliga í norðurlondum.
Afzelius var yrkjari við greiðari
politiskari sannføring, hann yrkti
við hvøssum penni, men hann
kundi eisini verið eymur sum
pápi og maður.
Millum bestu kendu sangirnar
hjá Afzelius eru Ikaros, Juanita,
Isabelle og Sång til friheten,
sum hann týddi eftir kubanskan
komponist. Hesin sangurin er
ein av teimum, sum er umsettur
til føroyskt og útgivin her.
Bjørn Afzelius var tríggjar
ferðir í Føroyum og spældi.
Hvørja ferð var tað í Norður-
landahúsinum í Havn, at hann
trein á pallin, og tvær ferðir var
tað á Tórshavnar Jazz, Fólka og
Blues Festivali.
Í 1993 spældu hann og gamli
vinmaðurin Mikael Wiehe á
konsertini í Norðurlandahúsi-
num, og tað var fyri fyrstu ferð í
nógv ár, at teir stóðu á palli
saman. Eftir konsertirnar í Før-
oyum fóru teir at spæla meira
saman aftur.
Familjan hevði
størst týdning
Bjørn Afzelius fekk boðini um
krabbamein í september mánaði
í 1997, og boðini komu sum eitt
sjokk. Viðgerðin, hann fekk fyri
sjúkuna, hevði árin á hann, men
Afzelius uppgav ongantíð vón-
ina um at vinna á krabbameini-
num. Eitt skifti var tað eisini
líkt, til at hann skuldi vinna
bardagan, men so var hann aftur
fyri einum bakkasti.
Men hóast hann visti, at hann
var álvarsliga sjúkur, helt hann
áfram við at skriva sangir, og
bara 11 dagar áðrenn lagnudagin
kom seinasta fløgan hjá svianum
út.
- Bjørn var ein stríðsmaður, og
eg væntaði, at hann skuldi koma
fyri seg. Hann plagdi altíð at
koma afturíaftur, tá hann hevði
verið úti fyri einum afturstigi,
sigur Arne Franck, sum var ein
Afzelius og Føroyar
AFZELIUS. Bert 52 ára gamal legði svenski tónleikarin Bjørn Afzelius árarnar inn. Frammanundan
vóru onkrar av hansara perlum umsettar og útgivnar í Føroyum, og tríggjar ferðir var hann her og
spældi
av vinunum frá bólkinum Hula
Bandoola Band, sum Afzelius
spældi í fyrru hálvuna av 70-
unum.
- Eg tosaði við hann nakrar
vikur, áðrenn hann doyði, og tá
ljóðaði hann sjúkur, men hann
greiddi mær frá, at tað var or-
saka av heiliváginum, hann
fekk.
Eftir Afzelius sótu føroyska
unnusta hansara, sum hann búði
saman við seinnu árini, og
døtrarnar Rebecka og Isabelle.
Hóast hjartað hjá honum bank-
aði hart fyri politiskum átøkum,
var hann ongatíð í iva um, hvat
hann skuldi svara, tá hann varð
spurdur um, hvat hevði størst
týdning fyri hann. Familjan,
svaraði hann altíð.
Afzelius hevur skrivað sangir
til døtrarnar hjá sær - sangurin
Isabelle er ein av hansara kend-
astu - og útgávufelagið hjá sær
kallaði hann Rebelle, sum er ein
samanskriving av nøvnunum hjá
døtrunum.
Sangur til frælsi
umsettur í Svínoy
Kendasti Afzelius-sangurin í
Bjørn Afzelius á pallinum í Norðurlandahúsinum í august mánaði 1993
»Fyri mær stendur Afzelius sum ein
heild, bæði við politiskum yrkingum
og kærleiksyrkingum.«
jóannes;
Nr. 20 – 29. januar 2000
19
Føroyum er helst Sång til Fri-
heten, som Steintór Rasmussen
umsetti til fyrstu útgávuna hjá
Frændum. Sangurin var kallaður
Sangur til frælsi, og hann hevur
verið nógv spældur, síðani hann
kom á vinyl í 1984.
– Fyrstu ferð eg hoyrdi tón-
leikin hjá Afzelius, var tá ein
vinmaður spældi plátuna Innan
tystnaden fyri mær á vetri í
1983. Eg keypti mær plátuna og
lurtaði sera nógv eftir henni
næstu tíðina, sigur Steintór Ras-
mussen.
Tíðliga í 1983 var Steintór á
ungdómsráðstevnu í Svínoy, og
har umsetti hann sangin til
frælsi. Tá Frændur stutt eftir
fóru í studio, varð sangurin upp-
tikin saman við øllum hinum
tiltiknu sangunum av hesi útgáv-
uni.
–3Sång til friheten er ein flott-
ur sangur, hann er tíðarleysur og
væl yrktur. Tí fekk eg hug at
umseta hann til føroyskt, sigur
Steintór Rasmussen.
Á eini konsert í Keypmanna-
havn í 1984 spurdi Steintór
Bjørn Afzelius, um teir kundu
brúka sangin hjá honum á plát-
uni hjá Frændum. Tað var í lagi.
Seinni fekk Afzelius eitt eintak
av Frændur-plátuni, og á savns-
fløguni Definitivt fegnast Af-
zelius um, at sangurin, sum
upprunaliga var skrivaður av
einum kubana, var umsettur til
øll tey norðurlendsku málini.
–SAfzelius hevur havt stóran
týdning fyri meg, serliga mið-
skeiðis í 80‘unum, tá hann gav
Innan tystaden og Exil út. Á
teimum plátunum eru nógvar av
hansara perlum at finna, heldur
Steintór Rasmussen.
–SAfzelius kundi yrkja bein-
rakið og vakurt, men tað er ikki
alt, sum hann hevur skrivað,
sum er eins gott. Við hvørt
kundi hann sjuska við hond-
verkinum fyri at fáa tað at ríma,
og við hvørt kann tað verða
troyttandi at hoyra tey stóru
orðini og tær stóru lýsingarnar.
–SMen eg havi eisini fingið
íblástur av yrkingarlagnum og
evnunum hjá honum. Politisku
hugsjónirnar hjá honum, hava
eisini sagt mær nakað, sigur
Steintór Rasmussen.
Hann heldur, at tað sum kem-
ur at standa sterkast eftir
Afzelius, eru teir vøkru kær-
leikssangirnir og teir bestu polit-
isku sangirnir.
Steintór hevur bara útgivið ein
Afzelius-sang á føroyskum,
hóast hann hevur umsett fleiri.
Ein teirra, Isabella, var um repp-
ið at koma á seinnu útgávuna
hjá Millum Frændum, og tað
liggur í luftini, at tann sangurin
kemur út fyrr ella seinni.
Jóannes fekk
íblástur frá Afzelius
Jóannes Jakobsen hevur eisini
umsett fleiri av sangunum hjá
Bjørn Afzelius til føroyskt, og
hann hevur útgivið tríggjar av
hesum týðingum á sínum fløg-
um.
- Fyrstu ferð, eg hoyrdi Bjørn
Afzelius, var á eini konsert í
Keypmannahavn í 1983. Eg
kendi hann als ikki framman-
undan, men eg fall fullkomiliga
fyri hansara tónleiki á konsert-
ini. Eftir konsertini fór eg lurta
eftir og keypa tónleik hjá hon-
um, greiður Jóannes frá.
Jóannes hevur síðani týtt fleiri
av sangunum hjá Afzelius til
føroyskt, og teir vórðu fyrstu
ferð spældir alment í bólkinum
Tarta.
- Í grundini var tað tónleikurin
hjá Afzelius, sum inspireraði
meg til at fara undir at gera
tónleik sjálvur.
Jóannes Jakobsen takkaði
Afzelius fyri inspiratiónina, tá
hann brúkti tveir af sangunum
hjá svianum á síni fyrstu fløgu í
1991. Tað eru sangirnir Mín
góða og Lívsins skattur, sum
hava verið nógv at hoyrt síðani.
Á fløguni Myrkursins gongu-
menn er Afzelius-sangurin Eg
havi ferðast sloppin upp í part.
- Afzelius hevur altíð verið í
parti við tí veika, tí sum verður
kúgaður, og tað dámar mær væl.
Harafturat eru vit rættiliga
samdir, tá hann skrivar um síni
barnaár, sigur Jóannes Jakobsen.
- Politisku tekstirnir hjá Afzel-
ius standa ikki einsamallir, tí
hann skrivaði um nógv annað,
og fyri mær stendur hann sum
ein heild, bæði við politiskum
yrkingum og kærleiksyrkingum.
Hann er bæði kritiskur og ker-
ligur.
Jóannes Jakobsen hevur spælt
sær við tankan um at geva út
eina heila fløgu við sangum hjá
Bjørn Afzelius, men eftir at
sviin doyði, er lok lagt á hesa
ætlan. Orsøkin til tað er, at Af-
zelius tvíhelt um, at skuldi hann
rósast og ærast, skuldi tað verða,
meðan hann var á lívi. Syngið
ongan lovsong, tá eg eri farin,
skrivar hann í einum av sínum
seinastu yrkingum. Tí heldur
Jóannes Jakobsen tað ikki verða
rætt, at geva eina Afzelius-fløgu
út í Føroyum nú.
- Men hansara yrkingar eru
»Afzelius var friðarligur og beskeð-
in. Hann gjørdi ikki nógv um seg.«
brandur;
steintór;
»Afzelius kundi yrkja beinrakið og
vakurt, men tað er ikki alt, sum hann
hevur skrivað, sum er eins gott.«
Sólin skínur har tú fer
hagin vakrar blómur ber
um tú ynskir skal eg tøma áirnar
tað tú nemur kennir frið
jørðin hvílur tær við lið
um tú ynskir skal eg slætta bylgjurnar
Isabella
Hetta lívið gav eg tær
fyrstu løtu hjá tær var
um tú ynskir skal eg kveistra
vindin burt
farin dagur verði eg
tú ert framtíð fyri meg
um tú ynskir skal eg sløkkja stjørnurnar
Isabella
Eg kundi førka skýggini
rikið burtur ælini
fyri løtur í nærveru tíni
fløva kavafannirnar
svala oyðimerkurnar
tí kærleiki tín gevur styrki
Isabella
Isabella
(Steintór Rasmussen umsett
eftir Bjørn Afzelius)
framvegis viðkomandi í Før-
oyum á okkara døgum, heldur
hann.
Jóannes Jakobsen heldur, at
Bjørn Afzelius var trúgvur móti
sínum sjónarmiðum, og tá hann
helt seg hava mistikið seg, var
hann eisini førur fyri at viður-
kenna tað. Til dømis tá Afzelius,
eftir í mong ár at hava hálovað
kubansku kollveltingini, viður-
kendi, at at tey lyfti, sum vórðu
givin kubanska fólkinum av
Castro og hansara monnum, als
ikki vórðu hildin.
Stríddust fyri at
fáa hann til Føroya
Brandur Øssursson er høvuðs-
maður aftanfyri Tórshavnar-
Jazz, Fólka og Blues Festival,
og honum eydnaðist tvær ferðir
at fáa Bjørn Afzelius at spæla á
festivalinum. Fyrru ferð var í
1990.
- Vit høvdu roynt í eini fimm
ár at fáa hann til Føroya, men
tað bar ongantíð til, tí hann
plagdi at vera í Italia í august
mánaði. Vit góvu tó ongantíð
upp, og vit bombarderaðu hann
við tilfari um Føroyar. Umsíðir
játtaði hann at koma til Føroya í
1990, greiður Brandur Øssurs-
son frá.
Tvey ár seinni eydnaðist tað
Branduri at fáa Mikael Wiehe til
Føroya, og tá legði Brandur
Øssurson nógv fyri í royndini at
fáa Bjørn Afzelius við eisini.
Mikael Wiehe og Bjørn Afzelius
spældu í sama bólki fyrst í 70-
unum, og teir høvdu síðani eis-
ini samstarvað nógv.
Men tað bar ikki til at fáa
Afzelius til Føroya í 1992. Mik-
ael Wiehe játtaði at koma, og so
lovaði hann, at næsta ár skuldu
bæði hann og Afzelius koma til
Føroya. Og tað lyftið helt
Wiehe.
Í 1993 spældu teir báðir svi-
arnir saman aftur fyri fyrstu ferð
í nógv ár. Onkur fólk komu úr
útlandinum fyri at uppliva Af-
zelius og Wiehe á pallinum í
Norðurlandahúsinum, og hóast
ætlanin bara var at hava eina
konsert við teimum báðum,
gjørdist tað til tvær.
Danmarks Radio Big Band
skuldi spæla í Føroyum saman
við føroyskum solistum, men
fyri einastu ferð í søguni hjá
Jazzfestivalinum eydnaðist tað
ikki at fáa ein bólk til landið.
Danirnir royndu fleiri ferðir at
lenda í Føroyum, men tað eydn-
aðist ikki.
- Afzelius og Wiehe vóru í
Føroyum tá, tí teir vildu hava
nakrar dagar at uppliva landið í,
og teir vóru fúsir at geva eina
eykakonsert tað kvøldið, tá Dan-
marks Radio Big Band annars
skuldi spæla.
- Tað kom ómetaliga væl við
hjá okkum, tí fyri tað fyrsta
manglaðu vit ein bólk hetta
kvøldið, og fyri tað næsta vildu
so nógv á konsertina hjá Af-
zelius og Wiehe kvøldið eftir, at
ein eykakonsert var uppá sítt
pláss, sigur Brandur Øssursson.
Tá teir báðir sviarnir komu á
pallin til hesa eykakonsertina,
presenteraði Mikael Wiehe teir.
- Eg eri Big, og hann er Band,
segði hann í mikrofonina, áðr-
enn teir settu hol á eina framúr
góða konsert. Sama var skilið
kvøldið eftir, tá teir aftur spældu
fyri fullsettum sali í Norður-
landahúsinum.
Helt seg fyri seg sjálvan
- Afzelius var friðarligur og
beskeðin. Hann gjørdi ikki nógv
um seg, og tað var stórur munur
á honum og útlendskum rock-
tónleikarum, sum ofta vilja í
býin bæði áðrenn og eftir sínar
konsertir, sigur Brandur Øssurs-
son.
Afzelius helt seg mest fyri seg
sjálvan, tá hann var í Føroyum.
Tað var ikki lætt at koma í sam-
band við hann, og ofta gekk
samskifti til og frá honum gjøg-
num umboðsmannin.
- Vit kundu standa lið um lið,
og so segði Afzelius við mana-
gerin hjá sær: Eg vil hava okkurt
at eta. Managerin spurdi so meg,
um eg kundi syrgja fyri, at teir
fingu at eta. Sjálvt um tað kann
tykjast løgið, er tað vanligt hjá
tónleikarum, sum ferðast so
nógv sum Afzelius, at teir hava
eina fasta mannagongd til alt.
Hetta kvøldið stóð eg undir
liðini á honum, nakrar dagar
seinni var tað onkur annar, so
tað var greiðast hjá honum, at
lata slíkt fara ígjøgnum mana-
gerin hjá sær, heldur Brandur
Øssursson.
- Men eg fekk eisini fleiri góð
prát við Afzelius, so hóast hann
kundi tykjast ringur at koma í
samband við, bar tað til.
Fólk, sum vóru á konsertini í
1993, greiða frá, at Afzelius var
svinnur. Hann hevði ikki hug at
ganga millum fólki og práta, og
tað tóktist sum um alt samskifti
skuldi gjøgnum umboðsmannin
hjá honum.
Men hóast tað undan og eftir
konsertirnar kundi tykjast trupult
at koma í samband við Afzelius,
var støðan ein onnur, tá hann
stóð á pallinum. Tá hevði hann
altíð gott samband við áhoyrar-
arnar.
Tónleikurin hjá honum hevði
gjøgnum øll árini eitt rættiliga
konservativt og erligt ljóð. Hann
vendi ongantíð rættiliga tí akust-
iska fólkatónleikamerkta tón-
leikinum baki, hóast hann bæði
kundi larma og rocka.
Afzelius var tann erligi kom-
ponisturin við teimum sterku
politisku meiningunum, men
avrikini, sum standa sterkast
eftir hann, eru líka so nógv teir
eymu og vøkru kærleikssangir-
nir.