Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-29, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. januar 2000síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 20 – 29. januar 2000 Tíðindablaðið Sosialurin. Postadressa: Postboks 19, 110 Tórshavn. Telefon: 311820. Telefax: 314720. Email til 2’aran: turid@sosialurin.fo. Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller. Blaðstjórn: Turið Kjølbro. Layout og uppseting: Tíðindablaðið Sosialurin. Lítlibátur og Stóribátur So hendi tað aftur, at ein almennur leiðari fekk boð um at fara til hús. Ikki tí, almennir leiðarar eru ikki heilagar kýr, og sjálvandi skulu teir fara, um teir misrøkja starvið hjá sær. Soleiðis eiga treytirnar at vera, og tað er einki annað enn rætt og rímiligt – um vit annars øll eru í sama báti. Tað er bara okkurt, sum sigur mær, at vit eru ikki øll í sama báti. Tað er okkurt, sum sigur mær, at tað eru ikki minni enn tveir bátar. Vit kunnu bara kalla teir Lítlabát og Stórabát. Í Stórabáti eru tey flestu, tí hann er sjálvandi so stórur, og í Lítlabáti eru so nøkur fá, tí hann er sjálvandi so lítil. Nú kundu vit hildið, at tað var nógv best at vera í Stórabáti, men so er ikki altíð. Summi vilja øgiliga fegin sleppa í Lítlabát, tí har eru tey, ið ráða, hvar vit skulu sigla. Lítli er so lítil og fittur, at hann kann fara allastaðni, har sum Stóribátur ikki sleppur, og tað er gott, tí tey á Stórabáti skulu ikki sleppa allastaðni. Tey skulu ikki vita alt, sum hini gera, og tað eru heldur ikki øll, sum vita, hvat tey á Stórabáti kunnu finna uppá. Nú er eina ferð so vorðið, at skilið á Stórabáti er ikki altíð so gott. Tey skeldast ofta og eru hervilig at royta hvønn annan, og summi drekka eisini og eru óskikkilig upp á mangar mátar. Yvirhøvur eru tey nokkso fordummað. Hetta hava tey í hvussu er fingið fortalt fleiri ferðir. Nei, álvaratos, har er satt at siga eitt verri fantilsi á Stórabáti viðhvørt. Men tað ger einki, tí hann tolir tað saktans, tí hann er bæði stórur og sterkur og ber seg væl. Hann koppar ikki av ongum soleiðis, nei. Við Lítlabáti er verri, tí har er ikki heilt vandaleyst at vera. Hann er so rankur í sjónum og tolir so lítið, so har mugu tey sita stillari og ikki gartera ov nógv. Men hvat, tey eru ikki fullkomin heldur, og tann stóra ábyrgd, sum nívir niður á tey, kann fáa tey upp at galdra, og tá er ikki gamansleikur at vera á Lítla. Hann kann syftast ymsar vegir, stokkarnir undir við- hvørt, og tað er ein brakan í borðum og bondum. Og so hendir tað onkuntíð, at formaðurin ella onkur annar álvarsmaður er knappur og ripar ein ómøguligan heys fyri borð. Tí annars søkkur Lítlibátur. Og tað hendir seg eisini, at tað er tað skeiva fólkið, sum rýkur av rongini, men tað fær hvørki sessin aftur ella nakra umbering fyri tað, tí soleiðis er á Lítlabáti. Formaðurin ræður, og hann vil bara hava Lítla at flóta. So má hitt vera skitt. Tí moral og denn slags leggja tey nevniliga ikki so nógv í á Lítla. Har krevst ikki, at øll partú skulu hava bæði rygg og bollar. Tað gongur eisini væl við spagetti og pinokkiokúlum. Og tað eru tað eisini summi, sum hava. Og hjá summum teimum, sum náttúran einki gav, hevði nokk verið heldur pírið undir kortini. Onkur heldur fyri, at hetta ivaslagið skuldi betri sitið og gálvað millum dólgarnar í Stórabáti, men eftirsum tað nú eina ferð er sloppið við Lítla, ja, so má tað royna at fretlast sum frægast. Bara hann flýtur. Soleiðis damla bátarnir báðir so fittir fram við landi og fáa ikki verið hvønn annan fyriuttan. Stóribátur er jú álitið, um hann skuldi øtlað, og Lítlibátur er leið- vísarin. At leggja út á hav er ikki at bjóða til, hóast teir vildu, tí hvørgin lítur á annan. Á Stóra mugu tey so bara royna at fáa fatur á neyðardýrunum, sum hitt tveitir fyri borð. Og so løgið er tað, at tey vóru fornuftig, tá tey vórðu hird í havið, og dólgar, tá tey vórðu uppafturtikin. Soleiðis er so mangt. Sjúrður Gullbein, skrivar: FYLGISVEINAMYNDIR. Eitt amerikanskt felag bjóðar fólki at keypa myndir, sum eru tiknar við teirra nýggja njósnarafylgisveini. Fylgisveinurin kann fáa eygað á allar lutir, sum eru størri enn ein metur Keyp tína egnu njósnaramynd Eyðun Klakstein Hvat við eini mynd av húsunum hjá tær, tikin av einum njósnarafylgisveini onkrastaðni út í rúmdini. Ella hvat við eini mynd av heimbygdini, fjósinum ella av onkrum fiskiskipi. Felagið Space Imaging bjóðar nú øllum at keypa myndir, sum eru tiknar við teirra spildurnýggja fylgisveini Ikonos. Hevur tú nóg mikið av pengum, er tað ikki tann blettur á klótanum, sum tú ikki kanst fáa eina mynd av. Allir lutir, sum eru størri enn ein metur, verða fangaðir av fylgisveini- num, sum er tann fyrsti av sínum slagi. Russiskir og indiskir fylgisveinar hava higartil tikið myndir av ymsum støðum á jørðini, og hesar myndir hava eisini verið til sølu, men nú kanst tú avgera, hvar fylgisveinur- in hjá Space Imaging skal peika, og hvat hann skal taka mynd av. Harafturat hevur Ikonos-fylgisveinurin nógv betri útgerð, so hann kemur upp til fimm ferðir nærri jørðini, tá hann zoomar inn. Á heimasíðuni hjá Space Imaging ber til at síggja dømi um myndir, sum Ikonos hevur tikið, og tað ber til at síggja prísir og biða um myndir. Týdning í krígsstøðum Áður hava slíkar myndir bara verið brúktar í hern- aðarligum samanhangi, og tað eru tey fægstu, sum hava havt atgongd til tær. Njósnarafylgisveinar kunnu fylgja herdeildum, finna hópgravir, staðfesta vápnagoymslur og finna skip. Hesir njósnarafylgi- sveinir hava havt ómeta- ligan týdning í krígsstøð- um seinnu árini. Tað eru serliga tey framkomnu vestureuropeisku londini, sum hava gjørt sær dælt av hesum teknikki, meðan til dømis irakar als ikki høvdu slíka útgerð at ráða yvir, tá Golfkríggið leikaði í. Amerikanskir fjølmiðlar gera nógv burtur úr, at ein og hvør nú kann biða um myndir frá Ikonos. Við útbreiðsluni av interneti- num og teldum annars ber illa til at seta mark fyri, hvør kann fáa hendur á myndunum. Serfrøðingar duga illa at meta um, hvat hetta kann hava við sær í framtíðini. Hóttanin tað reina tvætl Men eitt dømi um, hvat nýggi møguleikin kann hava við sær í framtíðini, kom í síðstu viku, tá fel- agið hjá amerikanskum vísundafólki sáddi iva um pástandin hjá amerikansku stjórnini um, at Norður- korea er ein hóttan móti USA. Felagið hevði biðið um myndir av eini hernaðar- støð í Norðurkorea, har amerikanarar siga, at norðurkoranarar goyma rakettir, sum eru ein hótt- an móti USA. Hetta hevur verið eitt týðandi argu- ment hjá teimum sum vilja hava, at USA ger sær eina nýggja verjuskipan móti rakettálopum. Felagið hjá amerikansku vísundamonnunum sigur, at norðurkoreanska hern- aðarstøðin er so tilafturs- komin, at pástandurin hjá amerikansku stjórnini er tað reina tvætl. Kanska verður tað fram- yvir trupult hjá stjórn- unum kring um í heim- inum at brúka njósnara- myndir til teirra egna fyri- mun – antin við at fjala útyvir veruleikan ella at snúgva honum eitt sindur. Ikonos fylgisveinurin kann fáa eygað á fólk og bilar, men enn kann hann ikki steðfesta nummar- plátur ella hvørji fólkini eru. Serfrøðingar halda tó, at tað er bara ein spurn- ingur um tíð, áðrenn tólini hava nóg stóra styrki til tað. Nærri upplýsingar og dømi um myndir frá Ikonos eru at síggja á www.spaceimaging.com Soleiðis sær kinesiski høvuðsstaðurin Bejing út uttan úr rúmdini. Nýggi amerikanski fylgisveinurin Ikonos hevur tikið myndina. Mynd: Spaceimaging Nr. 20 – 29. januar 2000 17 Dagfinn Olsen Í oktober í fjør vitjaðu útvarps- maðurin Suni Merkistein og tøkningurin Pauli Magnussen í heimbýnum hjá The Beatles, Liverpool, og í februar sleppa útvarpslurtarar at hoyra tað, ið kom burturúr, nevniliga nakrar forvitnisligar sendingar um ein av heimsins gitnastu tónleika- bólkum - The Beatles. Suni Merkistein hevur altíð verið hugtikin av The Beatles. Hann fæst ikki við tónleik og metir seg ikki sum serkønan innan tónleik. Men honum dám- ar væl tónleik og hann metir Beatlesløgini, sum tíðarleys. Eisini søgan hjá The Beatles er hugtakandi og spennandi. - Hon er næstan ævintýrkend. Teir komu úr fátøkum korum og skuldu ígjøgnum so øgiliga nógv, innan gjøgnumbrotið kom, sigur Suni Merkistein, sum næstan metir sítt samband við The Beatles, sum eitt fyrsta forelskilsi. Suni hevur lisið nógvar av teimum mongu bókunum, ið eru skrivaðar um bólkin úr Liver- pool. Tá hann hevur sæð onkra dokumentarsending um bólkin, so hevur hugsanin ofta lúrt, um hann kanska hevði klárað at sagt søguna líka væl. - Eg haldi, eg hevði torað at melda til eina spurnarkapping um The Beatles, sigur Suni. Dreym til veruleika Í oktober gjørdi Suni álvara av dreyminum. Útvarpsleiðslan játtaði, tá Suni greiddi frá um ætlanir sínar. Suni Merkistein og Pauli Magnussen settu seg í flogfarið hjá Atlantsflog við einum viku- skiftisferðaseðli í lummanum. Fyri framman lá Liverpool. Frammanundan hevði Suni gjørt stórt granskingararbeiði. Hevði skrivað øll viðkomandi støð upp og lagt tilrættis. Hevði eisini skrivað lista við eini 15 fólkum, ið vóru verd eina vitjan. Hann hevði lisið bøkur eftir Beatleskennaran Carsten Jørgensen. - Hann hevur tó ongantíð Gjørt dreingjadreym til veruleika Útvarpsmaðurin Suni Merkistein vitjaði í oktober í Liverpool, har bólkurin The Beatles sá dagsins ljós. Burturúr ferðini koma einir 5 senditímar um kenda bólkin, sum gavst at spæla fyri 30 árum síðani. Sendingin er ein hin mest ambitiøsa og umfatandi, Suni hevur fingist við sum útvarpsmaður, men samstundis hevur hann hervið gjørt ein dreingjadreym til veruleika verið í Liverpool, so eg hugsaði, hvat skal eg so gera har. Men eg vildi hava ein tøkning við, tí upptøkur skuldu gerast á ymsu støðunum, sigur Suni. Suni og Pauli høvdu samband við føroyska kvinnu, sum býr í Liverpool, Hildigerð Guttesen, sum hevur arbeitt innan skúla- verkið har. Hon helt uppá at hýsa teimum og hon var teimum eisini hollur stuðul í arbeiðinum. Tað gekk ikki væl í hond at fáa fatur á teimum fólkum, ið Suni hevði sett á listan. Har vóru systrar og brøður hjá Paul McCartney, men einki vildi eydnast. Tá tað so sá svartast út, kom hugskotið frá Carsten Jørgensen. Hví ikki tosa við ein, sum hevði spælt við The Quarrymen. Bólkurin, sum John Lennon og Paul McCartney leiktu í fyrst. Jú, teir funnu Colin Hanton. Tá teir ringdu, tók kona Colin telefonina. Jú, maður hennara hevði spælt saman við John og Paul. Avtalað varð at hittast á Green Park Hotel. Hetta ljóðaði flott, og Suni kannaði, um tað fanst í veruleikanum. Jú, tað gjørdi tað. Men bilstjórin kendi ikki hotell- ið og tað vísti seg eisini meira at vera ein pub. Tá Suni og Pauli komu, var Colin ikki komin, men hann kom. Orsakaði, at hann var ov seinur, men hann hevði gingið, tí hann búði beint við. Suni kendi beinanvegin, at hetta fór at eydnast, tí Colin var góðir frásøgumaður. Hesa sam- røðu tók Suni frá restini av til- farinum og hon var send fyri tíð síðani. Hetta var eisini einasta samrøða, ið gjørd var á túrinum, ið annars mest var vitjanir og ljóðupptøkur frá kendum og viðkomandi støðum. Sterk kensla Fleiri feløg gera túrar í Liver- pool í kjalarvørrinum á The Beatles. Men útvarpsmenninir leigaðu sær sjálvir taxabil, tí stundir máttu vera til upptøkur. Hildigerð kom aftur til hjálpar og útvegaði bil ein heilan dag fyri bíligan penga. Umframt at vitja á teim kendu støðunum, t.d. Penny Lane, Cavern Club og gravsteininum hjá Elenor Rigby, so vitjaðu teir eisini barnaheimini hjá beatlunum. - Tað var ein sterk kensla, tá ein stóð uttanfyri húsini, har John Lennon vaks upp og har mamman bleiv yvirkoyrd skamt frá. Tað var júst, sum tær mynd- irnar eg havi sæð í bókum, sigur Suni. Pauli er samdur. Húsini hjá mostur John, har hann vaks upp, søgdu nógv. Mamma John hevði verið á vitjan, tá hon varð yvir- koyrd uttanfyri húsini. Húsini líktust frá, tí tey vóru stór. Hinir limirnir í Beatles komu allir úr smáum raðhúsnum í arbeiðarabýlingum. Nakrir av hesum býlingum eru enn í dag merktir av hørðum umhvørvi. Húsini, har Paul McCartney vaks upp, eru í dag rættiligt savn. Jagstraðir burtur Tætt við húsini hjá mostur John Lennon, liggur Strawberry Field, ið Beatles syngja um, tó í meira ímyndaðum líki. Hetta var ein fløta, har børnini hildu til. Í dag er barnagarður har. Á ferðini varnaðust útvarps- menninir, at eitt portur var opið, hóast skilti boðaðu frá, at eingin atgongd var. Taxabilstjórin var við uppá at royna og sostatt fóru teir innar á Strawberry Fields og gjørdu upptøkur. Júst lidnir, kom ein kona og skeldaði út, tí teir vóru á privatum øki og hon jagstraði teir burtur. Ov seint uppdagaðu føroysku útvarpsmenninir, at Paul Mc- Cartney sjálvur var í Liverpool samstundis sum teir. Hann hevur áður skrivað klassiskt verk, Liverpool Oratoriið, og hann hevur skrivað eitt afturat, sum varð framført, meðan Suni og Pauli vóru í býnum. Og sjálvur Paul McCartney var til staðar, men vónleyst var at fáa atgongu- merki til hesa framførslu. Sendingarnar Eftir ferðina í Liverpool, liggur nógv arbeiði eftir at gera. Suni og Pauli arbeiða nú við teim mongu upptøkunum. Ætlandi skulu sendingarnar innihalda mong smærri ljóðbrot frá ferðini. Suni leggur dent á, at talan er ikki um tónleikasendingar, men meira um eina dokumentarsend- ing. Fyri ikki bert at siga søguna um The Beatles einaferð enn, so koma føroyskir tónleikarar og yrkjarar at siga sína meting av bólkinum. Bjarni Restorff, saman við Manskórinum, vísir á ymiskt í tónleikinum. Tað sama ger Sun- leif Rasmussen. Eisini luttaka t.d. Jóhannus á Rógvu Joensen, Niclas Johannesen og Eyðun Nolsøe. Eisini fara trummuleikarar at siga sína hugsan um Ringo Star og hansara trummudygdir, sum nógv hevur verið prátað um. Nýggja ISDN tøknin hevur eisini verið til hjálpar og úr Danmark siga Óli Poulsen og Stanley Samuelsen sína hugsan um Beatles. Rói Patursson og Hanus Andreasen siga eitt sindur um tekstirnar. Heri Kragesteen, sálarfrøð- ingur, fær m.a. spurningarnar, hvussu tað ber til, at ein »beatle- mania«, ein beatles-bylgja, kann skaka allan heimin. Eisini sigur hann sína hugsan um, hví limirnir í The Beatles rýmdu til India. Fyrsta sendingin í røðini kemur væntandi 18. februar og so frameftir við 14 døgum ímillum. Suni Merkistein er farin undir mest umfatandi ætlanina í síni tíð sum útvarps- maður, nú 30 ár eru síðani The Beatles gavst at spæla saman. Saman við Paula Magnussen, tøkningi, hevur hann vitjað í Liverpool. Á mynd- ini síggjast Pauli og Suni samráðast um eina av mongu upp- tøkunum frá ferðini í Liverpool, har The Beatles byrjaði sína sigursferð kring heimin. Mynd: Álvur Haraldsen Suni Merkistein og Pauli Magnussen. – Tað var ein sterk kensla, tá ein stóð uttanfyri húsini, har John Lennon vaks upp og har mamman bleiv yvirkoyrd skamt frá, sigur Suni. Suni avmyndaður í The Cavern Club, har Beatles leiktu. Har klubbin var, er nú parkeringsøki, men staðið er bygt aftur beint við síðuna av og tað sigst, at somu múrsteinar eru nýttir, sum vóru í uppruna hølunum Í sendingunum um The Beatles siga føroyskir tónleikarar sína hugsan um Bólkin. Her spyr Suni Bjarna Restorff um ymisk viðurskifti