Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-29, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. januar 2000síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 tíðindablaðið sosialurin Nr. 20 - 29. januar 2000 Leygardagur 29. januar 2000 Hóast Hanus bóndi ræður yvir veldugum víddum á garði sínum í Uppistovu, hevur hann bæði síni bóndabein væl fest í døkku hagamoldini í Norðradali. Gerðandis- dagurin er endamálið við tilveruni Bóndans ríkið Mynd: Jens Kristian Vang Gjørt dreingjadreym til veruleika Síða 3 HØGNI MOHR Norðmenn hava áhuga í før- oyskari námsfrøði. Í hesum døgum eru tveir námsfrøð- islesandi norðmenn í Klaks- vík og eygleiða og avmynda gerandisdagin á barnagarð- inum, Útistovu á Norðoyri. Námsfrøði undir opnum himni Í Klaksvík verður dúgliga granskað. Tvey útlendsk námsfrøðislesandi eru komin í Borðoynna at eygleiða útibarnagarðin, Útistovu Jákup og Gunnar vóru fúsir at fara upp í træið, tá myndamaðurin bað teir. Jákup (í erva) er 6 ár, og Gunnar er 7. Báðir hava reyðar kjálkar. Mynd: Jens Kristian Vang Norsku Ann Helen (vm) og Anette skulu gera kanningar í Útistovu í tvær vikur. Síðani fara tær kring oyggjarnar í aðrar tvær. Mynd: Jens Kristian Vang Gunnar tekst við at vaska rekatrø, ið skulu nýtast til myndir, ið børnini skulu gera. Mynd: Jens Kristian Vang Tær báðar, Anette úr Kongsberg og Ann Helen úr Molde í Noreg, hava valt sær útibarnagarðsumhvørv- ið sum próvtøkuætlan. Í hesum sambandi hava tey, umframt eygleiðingarnar í føroyska ansingarumhvørv- inum, kannað samsvarandi stovn í Noreg. Stórt spælipláss Børnini í Uppistovu hava ikki plásstrupulleikar. Úti í grøv á Norðoyri halda børn- ini í Uppistovu til. Stovnur- in hevur støði í húsum hjá KFUM-skótunum í Klaks- vík, men er deild undir kommunala ansingarstovn- inum í Klaksvík, Mylnu- stovu. Úr fjørðuni í Borðoyarvík og upp undir hamaran á Høguhædd gongur dagurin hjá teimum 14 reyðdæmdu børnunum. Leiðarin, Annie Joensen, námsfrøðingur og Vivi Johannesen, hjálpari lata væl at. - Okkara spælipláss er fjørðan, hagin og áin, sigur Annie og peikar út móti ánnið, ið rennur beint uttan fyri Útistovu. Frælsari í Føroyum Norsku gestirnir, ið granska føroyska barnaansing undir opnum himni, tykjast berg- tiknir av ansingarskipanini í Klaksvík. - Tað er hugtakandi at síggja hvussu nógv, til ber at fáa burtur úr so lítlum, Útistovubørn og vaksin við Gravará við uppbrotnum ermum í január. Mynd: Jens Kristian Vang siga tær báðar lesandi jent- urnar Anette og Ann Helen. Longu nú eru tær á einum máli um, at ansingin í Før- oyum er nógv frælsari enn í Noreg. Í summar verður høvuðs- uppgávan hjá norsku náms- frøðingunum latin inn, og spennandi verður at lesa, halda tey í Útistovu, ið sjálvandi fáa eitt eintak.