hósdagur 4. august 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
U 17 landsliðið megn-
aði at svara aftur, eftir
at Svøríki miðskeiðis í
2. hálvleiki hevði lagt
seg á odda. Liðfor-
maðurin á føroyska
liðnum javnaði við
framúr langskoti úr
stórari fjarstøðu
U 17 NM
Jóannes Hansen
Tíðin tykist vera farin, tá ið
føroyingar hvørja ferð og í
øllum dystunum í altjóða
ungdómskappingum í fót-
bólti leggja rygg til stórtap.
Síðsta dømi um hetta var
seinnapartin týsdagin, tá ið
U 17 landsliðið í fyrsta
dystinum í NM kappingini,
sum í hesi vikuni er í
Reykjavík, megnaði 1-1
móti
Svøríki.
Svensku
spælararnir vóru ógvuliga
vónbrotnir, tá ið dómarin
bríkslaði fyri síðstu ferð
eftir 80 minuttir og fýra
minuttir yvirtíð. Svøríki
hevði fram móti dystarenda
fríspark í føroyska brots-
teiginum, men tað eydnað-
ist ikki at fáa mál.
Føroyski málskjúttin var
liðformaðurin og miðvall-
arin úr VB, Henning Joen-
sen, sum við dundur lang-
skoti úr 35-40 metrum
tíggju minuttir undan leik-
loki sendi upp um stóra og
eitt vet uttarlaga stadda
svenska málverjan, eftir at
hann hevði vunnið bóltin av
mótstøðumonnunum
og
drigið eitt sindur við hon-
um.
Fagnaðurin í føroysku
leguni var stórur yvir javn-
leikin og málið, sum tað
varð
tosað
nógv
um.
Seinnapartin í gjár skuldu
føroysku
unglingarnir
spæla móti Onglandi, sum
týsdagin vann 3-2 á Finn-
landi, eftir at Finnland í
steðginum
hevði
verið
frammanfyri 1-0. Ongland
skoraði øll trý málini eftir
tíggju minuttum í 2. hálv-
leiki. Georg N.Rasmussen
dømdi henda dystin.
Úr Íslandi frættist, at før-
oyska liðið var væl skipað.
Spælbýtið var 75-25 til
sviar. Men Svøríki megnaði
ikki at spæla seg til upp-
lagdar málmøguleikar. Teir
høvdu nógv hornaspørk,
men bara tvær ferðir vóru
teir heilt vandamiklir, og tá
var Jóan Pauli í føroyska
málinum sannur brandur.
Tá ið Svøríki legði seg
framum í 62. minutti,
royndu føroyingarnir at
sparka burtur, men bólturin
rakti í mótstøðumann og
stakk so leysur í brotsteig-
inum. Jóan Pauli hálvbjarg-
aði í fyrru atløgu, men mót-
støðumenninir vóru fyrstir
á returbóltinum.
Skoðsmálið, sum før-
oysku spælararnir fáa, er, at
talan var um liðavrik, har
allir arbeiddu støðugt og
bakkaðu væl upp. Tað var
tætt millum keturnar. Verj-
an var ansin, miðvallararnir
arbeiddu skilagott, og í
einstøkum førum eydnaðist
at fara í mótálop. Teir, sum
vórðu skiftir inn, komu
beinanvegin fyri seg. Men
tað var bara framúr skotið
hjá Henningi, sum endaði í
málinum.
Hósdagurin og leygar-
dagurin eru frídagar. Føroy-
ar skulu fríggjadagin spæla
móti Finnlandi, og sunnu-
dagin fer at verða spælt um
endaligu plaseringarnar. Í
hinum bólkinum vann Dan-
mark týsdagin 4-0 á Ís-
landi, og Írland vann 3-2 á
Noregi.
Føroyska
liðið:
Jóan
Pauli Jakobsen, B36 - Rún-
ar L. Jacobsen, B36 (John
Hammer, KÍ, 51.), Ari
Samson, KÍ, Torkil Koll-
sker, HB, Heri Nesá, ÍF -
Rasmus Nielsen, B71 (Álv-
ur Christiansen, KÍ, 41.),
Filip Jacobsen, NSÍ, Henn-
ing Joensen, liðformaður,
VB (Eli Simonsen, KÍ,
72.), Rógvi Poulsen, AB -
Johan Ellingsgaard, B36
(Rógvi Holm, AB, 79.) -
Klæmint A. Olsen, NSÍ
(Vincent Jacobsen, ÍF, 65.)
Á beinkinum uttan at
verða skiftir inn vóru Hans
Jørgensen, KÍ, og Martin
Tausen, VB. Pætur Cle-
mentsen er venjari, og Finn
Johannesen er hjálparvenj-
ari. Andrass K. Thomassen
er liðleiðari, Fanny Kruse
fysioterapeutur og Rúni
Heinesen er ferðaleiðari.
Nr. 145 - 4. august 2005
17
Løgdu sannførandi fyri í Íslandi
FORMEL 1
Niels Uni Dam
Brasilianski
formel
1
koyrarin Felipe Massa
almannakunngjørdi í dag,
at hann næsta kappingarár
koyrir fyri Ferrari. Hann
segði seg verða sera erp-
nan av at sleppa at koyra
fyri stórliðið við liðuna av
heimsins besta bilførara,
hetta skrivar
www.pole-position.dk í
dag. Hetta merkir, at
landsmaður
hansara
Rubens Barrichello ikki
koyrir fyri Ferrari næsta
kappingarár.
Felipe Massa koyrir í
løtuni á triðja árið fyri
Sauber. Hann kom til
Sauber liðið aftan á eitt ár,
sum royndarkoyrari hjá
Ferrari, og øll árini hava
leysasøgur gingið um, at
Sauber setrið var venjing
til eitt Ferrari setur. Saub-
er brúka Ferrari motorar.
Nú er Sauber liðið selt til
BMW og byrjar, sum eitt
reint BMW lið næsta
kappingarár.
Hvar Rubens Barri-
chello fer er ilt at siga,
hann hevur í ár verið sera
opinskáraður í sínum at-
finningum móti sjey falda
h e i m s m e i s t a r a n u m
Michael
Schumacher,
harafturat hevur hann ikki
havt nakað serligt kapp-
ingarár. Í løtuni eru nógv-
ar leysasøgur um Barri-
chello, men flestu teirra
senda hann til BAR-
Honda, sum sigast at vera
sera ónøgd við teirra
japanska bilførara Taku-
ma Sato.
Massa koyrir fyri Ferrari
næsta kappingarár
SIGLING
Tíðindaskriv
Hósvíkar
Róðrarfelag
skipar aftur í á fyri árligu
Regatta siglingini av Eiði
til Hósvíkar.
Fríggjadagin tann 12.
august verður siglt av Eiði
til Hósvíkar, har fólk fá
ein bita at eta og annars
hugna sær. Dansur verður
í
bygdarhúsinum
fríggjakvøldið har LM-
band spælir.
Leygardagin
verður
sum vanligt er, sett kós til
Nólsoyar á Ovastevnu.
Lýst verður seinni um
tíðir og tilmelding.
Nú styttist til Regatta siglingina
Føroyska U 17 fótbóltslandsliðið, sum týsdagin megnaði 1-1 móti Svøriki
Liðformaðurin, Henning Joensen, VB, skoraði føroyska málið
úr næstan 40 metra fjarstøðu