hósdagur 4. august 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 145 - 4. august 2005
Hóast Klaksvíkar
Kommuna er ein
aktivur partur av
KÍ-loysnini, so legg-
ur borgarstjórin
dent á, at tað eisini
framyvir verður
rúm fyri øðrum og
meira enn fótbólti í
kommununi
KLAKSVÍK
Jákup Mørk
Hóast
næst
størsta
kommunan í landinum
leingi hevur verið ein ak-
tivur partur í royndunum
at loysa fíggjartrupul-
leikarnar hjá KÍ, so eru
tað tó langt ífrá øll, sum
hava verið so øgiliga væl
nøgd um hetta. Ikki
minst, tí óttin hevur verið
fyri, at ein øktur kommu-
nalur innsatsur í KÍ fer at
hava við sær, at aðrar
ítróttargreinar fara at
verða við sviðið soð
fíggjarliga.
Skottið er
týdningarmikið
Steinbjørn O. Jacobsen,
borgarstjóri,
staðfestir
eisini, at hann hevur ver-
ið varugur við hendan
óttan og vandan, men tá
vit týskvøldið tosaðu við
hann, staðfesti hann, at
júst hendan loysnin er
nærum tann optimala í so
máta.
- Hetta hevur verið eitt
evni, sum hevur fingið
stóra umrøðu. Eisini í
býráðnum. Tann loysnin,
sum nú er funnin, liggur
eisini innan fyri teir
fíggjarkarmar, sum vit
hava sett í fíggjarætlanini
fyri inniverandi ár, og tí
er eingin trupulleiki í so
máta.
- Hartil, so er hetta eis-
ini ein loysn, sum eg eri
sera væl nøgdur við.
Fyrst og fremst, so
ynsktu vit í býráðnum, at
skuldu vit umvegis KÍ-
høllina verða ein partur
av loysnini, so vildu vit
hava eitt skott millum KÍ
og høllina. Tað skottið
hava vit fingið.
- Og tað er eisini kom-
ið, uttan at vit hava verið
noydd at yvirtaka høll-
ina, soleiðis sum tað
onkra tíð hevur verið róð
framundir. Sæð yvir eitt
longri áramál, so merkir
tað kanska tað sama, um
vit høvdu keypt høllina,
ella um vit hækka nýtslu-
gjaldið, men tað tyngir
ikki gjaldførið í nær
námind eins nógv, nú
hendan loysnin er vald.
Og tað tekur heldur einki
av íløgujáttinini, soleiðis
sum tað annars vildi
gjørt.
Tað hevur verið nevnt,
at aðrar ítróttargreinar
kanska koma at merkja
sviðan av, at KÍ nú óbein-
leiðis fær fleiri kommu-
nalar pengar. Er tann
óttin grundaður?
- Nei. Tvørturímóti.
Tað er ein onnur høll
ávegis í kommuni (Bad-
mintonhøllin, blðm.), og
her hava vit í prinsippin-
um játtað at stuðla við
4,5 mió kr. Og vit hava so
ongar sum helst ætlanir
um at skerja upphæddir-
nar til hini feløgini. At
fokus á KÍ er stórt, kemst
einamest av, hvussu nógv
felagið fyllir í samfe-
lagnum her norðuri. Men
vit hava á ongan hátt
gloymt hini, staðfestir
Steinbjørn Jacobsen.
Pápi - sonur tín...
Onkur hevur argandi tik-
ið til, at borgarstjórin
hevur verið so sam-
starvshugaður við KÍ, tí
hetta kann skapa rúm fyri
at fáa sonin - t.e. Rógvi
Jacobsen, landsliðsspæl-
ari - aftur til KÍ. Men tá
vit at enda seta hendan
spurningin, hevur borg-
arstjórin bestan hug at
smílast.
- Tað er sjálvandi einki
at ivast í, at eg fegin síggi
Rógva aftur í KÍ, eins og
vónandi
fleiri
aðrir
klaksvíkingar gera tað.
Men í løtuni er hann so
bundin at einum sáttmála
í Íslandi, og eg gangi
bara út frá, at tann støðan
ikki er broytt. Og sum so
er tað ongantíð betri, enn
um hann á yrkisleið sín-
ari meddar enn hægri enn
tað, at koma aftur til
Klaksvík at spæla fót-
bólt, heldur borgarstjórin
at enda.
Meðan Føroyar skulu
verða heimsins besta
land um 10 ár, so
hevur KÍ enn meira
ítøkilig mál. Har ætla
tey sær nevnliga at
hava Føroya besta
felag um 4 ár
KÍ
Jákup Mørk
Besta felag í Føroyum í
2009. Somikið greiður er
málsetningurin, sum KÍ nú
hevur sett sær fyri at røkka.
Og tað var hornasteinurin
undan hesum, sum varð al-
mannakunngjørdur á tíð-
indafundi í KÍ-caféini týs-
kvøldið.
Fíggjarliga
grundarlagið
Fremsta orsøkin til tíðinda-
fundin tóktist vera fráboð-
anin um, at KÍ nú er komið
ásamt við ognarar og
lánveitarar um ein leist,
sum skal tryggja fíggjarliga
grundarlagið undir felag-
num framyvir. Tann loysnin
er umrødd aðra staðni á
hesum síðum.
Undir heitinum »besta
felag í 2009« býr ein ætlan,
sum inniber nógv meira
enn besta mansliðið hjá KÍ.
Millum annað Stjørnan,
kvinnufótbóltur og ung-
dómsdeildir, so var tað fyri
tað mesta KÍ og framtíðin í
Formula-deildini, sum stóð
á skránni. Í øllum førum tá
sæð verður burtur frá
loysnini á skuldarspurning-
inum.
Framyvir verður tað so,
at raksturin av besta mans-
liðnum hjá KÍ verður
lagdur í eitt partafelag fyri
seg. Økonomiski garantur-
in aftan fyri hetta felagið
Eg prógvaði tað í ’99,
og eg eri sannførdur
um, at eg enn einaferð
skal prógva, at eg eri
besti venjarin í Før-
oyum, segði Tony
Paris millum annað,
tá hann segði seg vera
til reiðar at taka við
leiðsluni av KÍ-skút-
uni aftur
KÍ-VENJARIN
Jákup Mørk
Tony Paris stendur høgt í
metum í Klaksvík. Skuldi
nakar ivast, so var hesin
ivin burtur, tá bretin undir
buldrandi
klappsalvum
varð móttikin sum hálvur
frelsari, tá navn varð sett á
komandi høvuðsvenjaran.
Ein høvuðsvenjari, sum er
kanska týdningarmiklasti
liðurin í at røkka málinum
um, at KÍ í 2009 skal vera
besta felagið í landinum.
Straight to business
Og sjálvur tykist Paris
heldur ikki at vera bangin
fyri stóru vónunum, sum
eru tengdar at honum.
- Áðrenn eg sigi nakað,
so lati eg meg úr jakkanum.
Hetta er eitt tekin um, at
menn fara til arbeiðis.
»And business starts right
now«
Byrjunarsetningurin
kundi neyvan verið greiðari
og meira málsøkin, og í
stuttu røðu sínari legði
venjarin eisini dent á, at
hann ikki vil lata sín part
liggja eftir.
- Eg havi fylgt væl við,
hvussu KÍ hevur staðið seg
seinnu árini. Og tað hevur
ikki altíð verið eins huga-
ligt. Tað vóru eisini fólk,
sum hildu meg vera svakan,
tá eg fór at umhugsa til-
boðið. Tey søgdu mær,
hvussu gott starv eg hevði.
Hvussu høgt eg stóð í
metum í Klaksvík, og at alt
annað, sum var verri enn
1999 fór at minka um hetta
umdømi.
- Tað kann eisini vera, at
tey hava rætt, men eitt um-
dømi í sjálvum sær gevur jú
einki. Avbjóðingin við at
koma til Klaksvík aftur og
royna at endurtaka sigrarnr,
var ov stór, til at eg kundi
siga nei. Hetta er veruliga
nakað, sum eg ynski at
gera. Og móttøkan, sum eg
havi fingið í Klaksvík, nú
eg havi vitjað aftur, hevur
sannført meg seinasta pett-
ið.
Vil enda ordiliga
Og so avdúkaði bretin eis-
ini, at tað hóast alt eisini
liggja nakrar kenslur aftan
fyri, nú hann enn einaferð
kemur til KÍ.
- Hesa ferð verður ar-
beiðið øðrvísi. Í 1999 var
tað nærum, sum ein hern-
aðaratsókn. Eg kom til fe-
lagið. Eg gjørdi mítt ar-
beiði, og fór so víðari.
Longu mánadagin eftir, at
greipan var fingin til høld-
ar, var eg burtur aftur. Og
tað kundi eg ynskt mær
øðrvísi.
- Hesaferð verður setn-
ingurin størri í so máta. Eg
skal í størri mun vera við til
at skapa karmarnar. Hugsa
um undirstøðiskervið í
sjálvum felagnum. Og ikki
minst eisini taka lut í menn-
ingini av ungdómsarbeið-
num. Tað er jú sjálvt grund-
arlagið undir einum og
hvørjum felag, helt Paris,
sum tó ikki er í iva um, at
hetta er ein avbjóðing, sum
hann er førur fyri at lyfta.
- Tað fer at krevja knall-
hart arbeiði, og tað er ikki
víst, at úrslitini koma alt
fyri eitt. Men eg eri púra
vísur í, at tað fer at eydnast.
Eg vísti í 1999, at eg var
besti venjarin í landinum
tað árið. Og eg ætli mær
Ikki bara fótbóltur Visión 2009
Sjálvsálitið er í lagi
Steinbjørn Jacobsen heldur,
at júst hendan loysnin ger
tað møguligt hjá
kommununi eisini at hava
pening tøkan til onnur
ítróttarendamál enn júst
KÍ
Mynd: Norðlýsið