hósdagur 4. august 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 145 - 4. august 2005
19
verða í fyrsta lagi sponsor-
sáttmálar, og á tíðindafund-
inum kundi Eyðfinn Reyð-
berg, stjóri í Norðoyar
Sparikassa, boða frá, at
Sparikassin hevur játtað
eina stóra upphædd, aftur
fyri at verða høvuðsstuðul.
Tøl vórðu ikki nevnd, men
tað var ein errin stjóri, sum
staðfesti, at talan var um
eina upphædd, sum var
einar tvær til tríggjar ferðir
so stór, sum onnur føroysk
fótbóltsfeløg fáa. Og er tað
ræt, so liggur upphæddin
helst væl og virðiliga røttu
megin hálvu milliónina,
Hartil varð meira enn róð
uppundir, at ein høvuðs-
stuðul afturat verður knýtt-
ur at felagnum, og so koma
sjálvandi aðrir smærri -
men fyri tað týdningar-
miklir - stuðlar afturat. Alt í
alt eitt grundarlag, sum
skal tryggja, at KÍ í øllum
førum skal hava fíggjarligu
styrkina til at standa seg
millum fremstu feløgini í
toppinum av føroyskum
fótbólti.
Ítróttarliga
grundarlagið
Fíggjarliga grundarlagið
gevur sjálvandi yvirskot til
eisini at arbeiða á øðrum
frontum enn bara tað »at
møta á politistøðini, tá
rokningar eru sendar til
innheintingar« sum tikið
varð til. Og sum startskotið
til nýggjar og betri tíðir hjá
KÍ varð kunngjørt, ta Tony
Paris nú aftur verður venj-
ari hjá felagnum.
Talan er um ein fýra ára
sáttmála, og merkir hetta
altso, at visión 2009 tykist
hanga fult og heilt saman
við arbeiðinum, sum bretin
kemur at útinna við stýris-
vølin í KÍ. Fyrst og fremst,
so verður arbeiðsøki hans-
ara besta mansliðið, men
eisini kemur hann at vera
blandaður í arbeiðið at
umskipa og tillaga felagið,
eins og hann ætlandi eisini
skal hava eitt orð at siga í
ungdómsarbeiðinum.
Og Tony Paris er ikki
hvør sum helst í Klaksvík.
Tvær ferðir áður hevur
hann verið venjari, og ikki
minst munnu klaksvíkingar
við gleði minnast í 1999, tá
felagið vann greipuna undir
leiðslu av bretanum. Og
megnar hann at endurtaka
hetta innan fyri tey fýra
komandi árini, so er neyvan
óhugsandi, at hann fær eina
standmynd undir liðini av
Kjølbro!
enn einaferð at vísa hetta.
Og tað kann best gerast við
at fáa KÍ upp aftur á tind-
arnar. Men fyrst skal eitt
arbeiði gerast í ár. Hvør
einasti spælari skal vita, at
málið nú er at halda sær í
deildini. Tað málið er sjálv-
um sær eins týdningarmik-
ið sum nakað annað. Og
mín áheitan til hvønn tann
einasta spælara her er, at
tann setningurin verður
røktur bæði væl og virði-
liga, segði Tony Paris at
enda, áðrenn lógvabrest-
irnir enn einaferð rungaðu í
hugnaligu KÍ-caféini.
Rimmar sponsorat-
ið hjá Norðoya
Sparikassa til KÍ er
eins nógv ein
spurningur um
forrætning og
branding sum tað er
stuðul
KÍ
Jákup Mørk
Hóast hann ásannar, at
talan er um stórar upp-
hæddir, so er stjórin í
Norðoyar
Sparikassa,
Eyðfinn Reyðberg, ikki í
iva um, at sparikassin
hevur handlað rætt, nú
teir í tveimum atløgum
eru við til at tryggja
fíggjarliga grundarlagið
undir KÍ. Fyrst við at
bjarga felagnum undan
ovur honds stóru skuld-
ini, og síðani við at skriva
undir ein stóran sponsor-
sáttmála. Ein sáttmáli,
sum stjórin sjálvur segði
vera væl størri enn nakar
annar slíkur í føroyskum
fótbólti.
KÍ er samleikin
Útsagnirnar benda á, at
talan er um ein sáttmála
fyri nógvar hundrað tús-
und krónur um árið. Hev-
ur KÍ og stuðulin til hetta
eitt somikið stórt mark-
naðarføringsvirði
fyri
Norðoyggjar, sum jú er
tykkara kjarnaøkið?
- Eg vil siga tað so, at
KÍ er sjálvur samleikin í
Norðoyggjum. Og tí er
tað nærum altavgerandi
fyri okkum sum fyritøku,
at KÍ hevur tað gott. Hin-
vegin merkir avtalan
ikki, at vit bara tveita
eina rúgvu av pengum í
føvningin á felagnum.
Tað fylgja nøkur krøv
við, um eg so má siga.
Krøvini kunnu kanska
ikki bara tengjast at
úrslitinum, men eisini á
tann hugburð og tey
ideal, sum felagið og
spælarar hava við sær í
dysti.
Tað bendir eisini tann
vegin, at tit í størri mun
síggja hetta sum ein
møguleika at »branda«
tykkum, heldur enn bara
sum ein lýsingarmøgu-
leika?
- Tað er rætt. Tú hevur
eisini sæð aðra staðni, at
sterkar fyritøkur royna at
tengja seg at sterkum
feløgum,
og
tað
er
avgjørt eisini tað, sum vit
hava í hyggju við hesum.
Men
tað
krevur
so
sjálvandi,
at
felagið
liggur í toppinum. Fólk
vilja identifisera seg við
vinnarar, og tað er tað,
sum vit vilja uppnáa við
hesum.
Styrkja heimavøllin
Seinastu tíðina hevur
Norðoya Sparikassi givið
til kennar, at tey eisini
ætla sær at víðka um
landafrøðiliga virkisøkið.
Sampakkar tað við hesa
ætlan, at sparikassin nú
nýtir somikið nógvar
marknaðarføringskrónur
í Klaksvík, heldur enn at
koma til nýggju økini við
hesum?
- Heilt avgjørt. Og tað
er eisini partur av saml-
aðu strategiini, sigur
stjórin.
- Tað er jú vanliga so,
at áðrenn tú hugsar um at
standa teg væl á útivølli,
so mást tú hava ein
sterkan heimavøll. Og
tað er sum so tað, sum vit
royna at gera við hesum.
Tú kanst kanska siga, at
vit við hesum vilja
styrkja um akkerið, sum
vit hava í Norðoyggjum,
áðrenn vit fara undir
avbjóðingar aðrastaðni.
Vilja ikki eiga
høllina
Við nýggju konstruktión-
ini, sum er grundarlag
undir framtíðini hjá KÍ,
gerst Norðoya Sparikassi
eisini
annar
av
eigarunum
av
einum
felag, sum hevur til
endamáls at reka KÍ-
høllina. Hetta er sum so
eitt spildurnýtt virkisøki
hjá Sparikassanum, men
Eyðfinn Reyðberg er tó
skjótu at staðfesta, at
hetta neyvan er nøkur
varandi loysn.
- Tað er í øllum førum
ikki víst, at talan verður
um sama eigaraskaran í
allar ævir.
Vil tað siga, at tit í eini
ikki alt ov fjarðari fram-
tíð vilja sleppa at selja
tykkara ognarpart?
- Tað skal eg ikki siga
her og nú. Men tann kon-
struktiónin er ein kredi-
torloysn, og vit tóku
undir við henni, tí hon
var ein neyðugur liður í
arbeiðinum at tryggja KÍ
fíggjarliga, segði spari-
kassastjórin at enda.
Skulu »branda«
seg við KÍ
Best í Føroyum innan 2009.
Tað er málið, sum KÍ nú
hevur sett sær. Fyrsti part-
urin av amboðunum í hesum
varð kunngjørdur á
tíðindafundi týskvøldið
Mynd: Norðlýsið
Tað fer at krevja hart arbeiði
og vilja at vinna, men Tony
Paris er sannførdur um, at
hann er maðurin, sum
megnar at føra KÍ aftur á
toppin
Mynd: Norðlýsið