hósdagur 4. august 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 145 • hósdagur • 4. august 2005 • 79. árg.
Eftir sjey árum á
marknaðinum verður
Alfa Romeo 156 nú
avloystur av einum
heilt nýggjum 159.
Bilurin er designaður
í Italia í samstarvi
millum Alfa Romeo
Styling Centre og
designaran Giorgetto
Giugiaro
BILAR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Hóast vit ikki síggja nógv
til italsku Alfa Romeo her
hjá okkum, er talan um eitt
fínt bilmerki, ið er kent fyri
sínar dygdir sum t.d. de-
sign, motorkraft og góðar
sportsligar koyrieginleikar,
og hesin nýggi Alfa Romeo
159 er einki undantak.
Bilurin hevur flott design
bæði innan og uttan og
koyrieginleikar
í
topp-
klassa.
Bilurin er designaður í
Italia í samstarvi millum
Alfa Romeo Styling Centre
og designaran Giorgetto
Giugiaro. Alfa Romeo 159
skal kappast við bilar sum
t.d. 3-seriuna hjá BMW og
Audi A4.
Alfa Romeo 159 avloysir
156, men hesin nýggi er ein
munandi størri og rúmilgari
bilur.
Fimm ymiskir motorar
verða at velja í millum,
tríggir bensin og tveir
diesel. Bensinmotorarnir
eru: 1,9 litur 4 syl. við 160
hk, 2,2 litur 4 syl. við 185
hk og ein 3,2 litur V6 við
260 hk. Dieselmotorarnir
eru: 1,9 litur 4 syl. við 150
og 2,4 litur 5 syl. við 200
hk. Sum tað sæst á motor-
skránni, er talan um stórar
motorar við góðari kraft.
Í mars 2006 kemur Alfa
Romeo 159 sum station-
vognur undir navninum
Sportswagon.
Umframt hendan 159
hava Alfa Romeo fleiri
onnur modell í síni skrá
sum t.d.: Alfa Romeo 147,
GT, GTV, Spider og 166.
Alfa Romeo 159 avloysir 156
Motorurin:
1,9 litur 4 syl. bensin 160 hk
0-100 km/t:
9,7 sek
Bensinnýtsla: 11,5 km/l
Dekkstødd:
205/55-16-
Stødd og vekt
Longd
446,0 cm
Breidd
183,0 cm
Hædd
142,0 cm
Eginvekt
1.425 kg
Viðførisrúm
405 litrar
Prísur:
kr.(uml.400.000,- í Danmark)
Alfa Romeo 159 1,9 JTS
Modellskráin hjá Alfa Romeo byrjar við 147, ið er ein
bilur í sonevnda Golf-klassanum. Allir Alfa hava eyð-
kenda kølaragittari, ið fer niður ímillum forkúfangaran
Hesin Alfa Romeo GTV við 3,2 litur V6 motori og 240 hk
er ein tann kvikasti Alfa. Hann koyrir frá 0-100 km/t upp
á 6,3 sek
Alfa Romeo 166 er tann størsti Alfa og toppmodellið. Ein
veruligur luksus sportsbilur - eisini við 3,2 litur V6 motori
við 240 hk
Alfa Romeo 159 er ein eyðkendur Alfa við
ektaðum sportsligum italskum designi bæði
uttan og innan