hósdagur 4. august 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 145 - 4. august 2005
At nýggju bilarnir eru
tryggari enn teir
gomlu undrar neyvan
nakran.
Kanningarnar av
ferðsluvanlukkum í
Svøríki seta tøl á og
vísa eisini at so er
BILAR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Møguleikin fyri at yvirliva
eina
fersluvanlukku
er
níggju ferðir so stórur sum
fyri 20 árum síðan. Ella við
øðrum orðum er vandin fyri
at doyggja í ferðsluni fallin
við 90 prosentum. Nakrar
av orsøkunum eru, at bilar-
nir eru vorðnir tryggari í
allar mátar sum t.d. við
trygdarkabinum,
airbag,
strammarum í trygdarbelt-
unum og tryggari setur og
aktivar nakkastúttur.
Hetta stendur m.a. í
kanningini sum eitt svenskt
tryggingarfelag hevur gjørt
av 94.000 ferðsluvanlukk-
um í Svøríki seinastu 20
árini. Kanningin umfatar
persónbilar í teimum ym-
isku klassunum. Í sama
tíðarskeiði er vandin fyri at
blíva avlamin í ferðsluvan-
lukkum fallin við 25 pro-
sentum.
Hóast kanningin vísir, at
stórir tungir bilar eru trygg-
ari í ógvusligum ferðslu-
vanlukkum, eru mini-bilar-
nir teir sum hava gjørt
flestu framstig innan trygd-
ina seinastu 20 árini. Teir
tryggastu mini-bilarnir eru
á hædd við miðaltalið av
bilunum í tí tryggasta
klassanum. Kanningin vísir
eisini, at stórur munur er á
teimum ymisku bilmerkj-
unum.
Elektroniska tøknin
verður skjótt so nógv
útbygd, at hon hevur
fult tamarhald á
bilinum og hjálpir
bilføraranum undir
koyring, uttan at
hesin veit av tí ella
merkir nakað
BILAR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Tryggasti bilur á vegnum er
tann, sum ongantíð verður
íblandaður eitt ferðslu-
óhapp, og prógvini fyri at
ESP (Elektronisk Stabili-
serings Program) hevur
bjargað nógvum mannlív-
um eru nú so mong, at allir
nýggir bilar skuldu havt
hesa skipan, sigur formað-
urin í EuroNCAP, svenski
professarin og trygdarser-
frøðingurin Claes Tingvall.
EuroNCAP
testa
allar
nýggjar bilar, sum koma til
Evropa og geva teimum
upp til fimm stjørnur, alt
eftir hvussu tryggir teir eru.
ESP-skipanin virkar og
hjálpir bilføraranum uttan
at hesin veit av tí ella nýtist
at gera nakað sum helst.
ESP er eitt elektronsiskt
stabiliseringsprogram, ið
ger at bilurin ikki glíður út í
svingum og tryggjar opti-
malt vegtak undir øllum
umstøðum.
Í Svøríki hevur Väg-
verket
kannað
10.000
ferðsluvanlukkur
síðan
2000, og eru teir komnir til
tað úrslit, at ESP og líkn-
andi skipanir hava sera
stóra ávirkan á trygdina í
bilunum.
Í samband við at týska
elektronikkverksmiðjan
Bosch júst nú hevur há-
tíðarhildið at 10 ár eru liðin
síðan ESP fyrstu ferð kom
á marknaðin, siga teir at
ESP einans er byrjanin. Í
framtíðini koma nógvar
skipanir at verða bygdar
yvir ESP-tøknina.
ESP bjargar mannalívum
Svensk kanning:
Nýggir bilar munandi tryggari
Tryggasti bilur á vegnum er tann
sum ongantíð verður íblandaður
eitt ferðsluóhapp.
Claes Tingvall, formaður í EuroNCAP
”
Svenska kanningin vísir, at stórir tungir bilar eru tryggari í ógvusligum ferðsluvanlukkum. Her eru tað tveir Saab 9-5, ið renna saman
Elektronisku trygdarskipanirnar
sum t.d. ABS, ESP hava sera
stóra ávirkan á trygdina í
nýggju bilunum
Nýtt full-
veldisblað
Ávaring! Blaðið er fylt
við úrvaldum full-
veldisráka", ljóðar tað
á forsíðuni á nýggja
Tarablaðnum,
sum
kom út í vikuni. Held-
ur
ikki
tað
meir
skaldsliga tilfarið í
blaðnum er fyri smá-
sárar sálir
Hóast tilfarið í løt-
um kundi bent á tað, er
nýggja Tarablaðið ikki
ein roynd at endur-
skapa Fregnir, sum
gavst í september í
fjør. At Tarablaðið
hoyrir heima ytst á
fullveldisvonginum er
tó onki at ivast í. Flestu
av greinunum eru sera
atfinningarsamar mót-
vegis
sitandi
sam-
gongu. Hartil byggir
stóra temaið hesuferð
á eina nýggja Gallup
kanning, sum vísir, at
fólk sum heild ikki
taka undir við størru
avgerðunum hjá sam-
gonguni seinastu mán-
aðirnar.
Av øðrum greinum
kunnu nevnast "Skúla-
skapur í altjóða sam-
felagnum", har Vár í
Ólavsstovu við neyv-
um innliti grundgevur
fyri, hví ætlanin um
ein skúladepil í Hovi
er dømd til at mis-
eydnast. Erla Olsen
hugleiðir í greinini
"Den
mere
kloge
narrer
den
mindre
kloge" um, hvørt tey
ofta vánaligu føroysku
samráðingarúrslitini
við danir møguliga
hanga saman við lága
útbúgvingarstøðið hjá
okkara
landsstýris-
monnum.
Á tí meir skaldsliga
bógnum er millum
annað ein rættiliga
bersøgin hugleiðing,
har føroyskur sam-
tíðarpolitikkur verður
samanborin við eina
ikki sørt saftiga erot-
iska støðu.
Samanumtikið eitt
sera snøgt blað við eini
røð av væl skrivaðum
og hugvekjandi grein-
um, sum ikki leggja
fingrarnar ímillum
Í
ritstjórnini
á
nýggja Tarablaðnum
sita millum onnur John
Dalsgarð og Carl Jó-
han Jensen.
ave