týsdagur 3. oktober 2000síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
13
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 189 - 3. oktober 2000
Nr. 189 - 3. oktober 2000
Kappingarárið 2000 heima
á landi er av. Einastu upp-
gávurnar, sum framvegis
bíða, áðrenn síðstu fótbólts-
skógvarnir verða settir á
hillina, eru tvær landsliðs-
ferðir. Onnur er tann hjá a–
landsliðnum. Ferðalagið fer
av landinum mikukvøldið,
og málið er dystirnir, sum
verða í Sveis komandi leyg-
ardag og í Jugoslavia annan
mikudag.
Hin landsliðsferðin er
tann hjá u–18 landsliðnum.
Ungu menninir fara av
landinum hósdagin. Teir
skulu til Italia, har teir skulu
taka lut í EM undankapp-
ing. Mótstøðulondini verða
Italia, Ongland og Andorra.
Talan verður um eina sera
spennandi ferð og eina
ógvuliga áhugaverda av-
bjóðing.
Fagnaðir alla staðni
HB fólkini harmast sjálv-
sagt um, at teirra lið ikki
vann meistaraskapin. Men
tey tóktust ikki so vónbrotin
leygardagin, sum tey vóru
tað næstsíðsta sunnudag, tá
tey í evstu løtu mistu sigurin
ímóti B36.
Toftamenn noyddust at
ásanna, eftir at teir høvdu
tapt í Vági, at teirra møgu-
leiki var burtur. Leygar-
dagin høvdu teir bronsuna
at verja. B68 tapti ímóti GÍ,
sum ikki hevur tapt á
Svangaskarði síðani 1989.
Á Toftum bíðaðu teir eina
góða løtu, áðrenn bronsu-
krónurnar komu, men tað
mundi kennast sum ein
lætti, at tær komu. Hevði
B36 vunnið í Gundadali,
høvdu teir fingið Intertoto
plássið.
Men B36 tapti. Vágbing-
ar vunnu og stóðu tískil eftir
sum stóru sigursharrarnir.
Hevði Vágs bygd, sum teir
nú nevna bý, verið á gosi
eftir seytjanda umfarið, so
var tað fyri einki at rokna
aftur ímóti fagnaðinum,
sum bygdafólkið sýndi VB
leygardagin. VB bíðaði í 95
ár eftir fyrsta meistaraskap-
inum. Tí var tað ikki so und-
arligt, at fagnaðurin var øgi-
ligur. Spælararnir sungu
„ogur eru førjameistarør“,
viðhaldsfólkini
norðan-
fjørðs høvdu lítlan hug at
sleppa hetjunum, og mót-
tøkan í Vági var, sum hon
sømir seg.
Føroyski fótbóltsheimur-
in sum heild mundi unna
VB meistaraskapin, og
Ítróttarsosialurin ynskir VB
og vágbingum hjartaliga til-
lukku við føroyameistara-
skapinum. Tað er hugaligt,
tá tey troðka seg fram, sum
ongantíð hava verið á topp-
inum áður. Eitt nýtt felag og
nýggir spælarar fara at
royna seg í meistarakapp-
ingini í Europa Cup, og í
VB vita teir, at ein millión
fer at koma á konto – iva-
leyst verður tað í Suðuroyar
Sparikassa. Milliónin kem-
ur ikki fyrrenn á sumri í
2002, men tað er trygd fyri,
at hon fer at koma.
Breiðari toppur
At VB vann meistaraskapin
boðar frá, at toppurin er
vorðin breiðari, enn hann
hevur verið frammanundan.
Signalini til onnur feløg eru,
at tað ber til at koppa stóru
feløgunum av trónuni. Tað
kennist ivaleyst hugaligt
kring landið, og tað er einki
at ivast í, at hetta fer at
síggjast aftur í orkuni og
huginum, sum komandi ár
fer at verða lagdur í kapp-
ingina.
HB, KÍ og B36 fara iva-
leyst aftur komandi ár at
verða roknað millum favo-
rittarnar, og tað kann væl
vera, at eitt av hesum feløg-
unum fer at vinna. Men júst
lokna kappingarárið hevur
víst, at tað meiri enn so
kann koma fyri, at okkurt
annað felag fer at blanda
seg. Nú mugu teir í Vági
finna seg í, at teir komandi
ár verða roknaðir millum
favorittarnar.
Hagtølini
siga, at tað er ikki altíð so
stuttligt.
Seinastu fýra árini hava
Nú verða tað uppaftur
fleiri um boðið
Avrikið hjá vág-
bingum gevur
smáum feløgun-
um trúnna uppá,
at tað ber til at
kappast við tey
stóru
GÍ, B36, HB og KÍ verið
roknað sum favorittar at
endurvinna meistaraskapin,
men tað hevur kiksað
hvørja ferð. Orsøkin hevur
verið søgd at vera, at tað
hevur verið torført at fáa
spælararnar í tvey ár á rað
at leggja ta orku í, sum skal
til fyri at vinna meistara-
skapin. Tað eru teir greiðir
yvir í Vági.
VB er tíggjunda felagið,
sum hevur vunnið meist-
araskapin. Hini eru KÍ (17
FM), HB (15 FM), TB (7
FM), B36 (6 FM), GÍ (6
FM), B68 (3 FM), SÍ (1
FM), ÍF (1 FM), B71 (1
FM) og so var tað VB, sum
leygardagin fekk fyrsta
lutin í steypinum, ið Føroya
Bjór í 1996 gav.
Vágamenn í leysum
lofti
Í 1999 varðveittu sum-
bingar liðið í bestu deildini.
Tað gjørdu teir ikki minst,
tí tað eydnaðist teimum at
vinna báðar dystirnar ímóti
VB. Hesa ferð fingu teir
einki stig frá VB.
Sumbingar hava í trý ár
stíðst fyri lívinum. Teir hava
í ár hildið seg havt betri
fólk, enn teir onkuntíð áður
hava havt áður, men úrtøkan
var ov lítil. Sumba flutti
niður í 1991. Tá tók tað
teimum seks ár at koma
aftur í fremstu røð.
Í triði síðsta umfarinum
eydnaðist tað FS Vágum at
vinna heimadystin ímóti
B71 2–1. Tann sigurin vísti
seg eftir 18. umfarið at vera
alt avgerandi fyri beinleiðis
niðurflytingina. Vágamenn
spentu bogan høgt undan
kappingarárinum. Tá teir
fóru út um landoddarnar
eftir fólki, ætlaðu teir sær
meiri enn at stríðast fyri at
varðveita plássið í bestu
deildini. Um stríðið fer at
eydnast, verður greitt, tá
dystirnir ímóti ÍF eru av-
greiddir.
Tað er greitt, at EB/
Streymur komandi ár skal
spæla í bestu deildini.
jh
Í Sumba var støðan hin umvenda. Her síggjast leikararnir takka áskoðarunum fyri stuðulin hesi trý árini, sum felagið hevur verið í fyrstu deild
Í Gundadali kundu vág-
bingar fegnast um , at tað
loksins er eydnast teimum
at vinna meistaraheitið
Tað ber ikki til at gloppa fyri
altjóða pressuni og eisini
elektronisku fjølmiðlunum
heima á landi, uttan at Ju-
goslavia er ovast á bredd-
anum. Mikudagin í kom-
andi viku skal føroyska
landsliðið spæla HM und-
ankappingardysti í Beo-
grad. Ferðalagið fer úr Zü-
rich í Sveis og til Beograd
sunnudagin á middegi. Tað
er henda sama dagin, at um-
valið til forsetaembærið í
Jugoslavia er dagsett.
Í altjóða samfelagnum er
spenningurin stórur um,
hvussu valið fer at spæla av.
Tað verður mett at vera ikki
so lítið sannlíkt, at ófriður
fer at kykna upp í sambandi
við valið. Sjálvsagt er hetta
nakað, sum hevur sína á-
virkan millum føroysku
landsliðsspælararnar, sum
fregnast og vilja vita, hvat
FSF veit um støðuna og um
dystin.
Fluttu til Wien
Ísak Mikladal er aðalskriv-
ari í FSF. Tað er hann, sum
hevur at gera við samskiftið
við jugoslaviska fótbólts-
Fróði Benjaminsen úr B68
hevur givið avboð til lands-
dystirnar, sum Føroyar skul-
u spæla í Sveis leygardagin
og í Jugoslavia mikudagin.
Fróði lærir til timburmann.
Í løtuni gongur hann í tekn-
iskan skúla. Sambært upp-
lýsingum frá FSF ber tað
ikki til hjá Fróða at vera
burtur frá skúlanum í eina
viku.
Í staðin fyri Fróða Benja-
minsen hevur Allan Sim-
onsen sent boð eftir Christ-
ian Høgna Jacobsen úr NSÍ.
Ungi álopsmaðurin gongur
á
handilsskúlanum
á
Kambsdali, so nú fekk hann
eina óvæntaða heystfrítíð í
Sveis og Jugoslavia.
Christian Høgni Jacobsen
er føddur 12. mai í 1980.
Christian Høgni hevur áður
verið á U–18 og U–16
landsliðunum. Hann hevur
tískil áður kent rákan av al-
tjóða fótbólti. Vit kunnu sig-
a, at a–landsliðið nú fær ein
spælara í hópin, sum um-
framt í felagnum hjá sær,
eisini er mentur til altjóða
uppgávur í miðvísa arbeið-
num, sum seinnu árini er
Henning Jarnskor ætlar
nú at royna fótbóltsevnini
í næstbestu donsku deild-
ini. Hann fer við lands-
liðnum til Sveis í annað-
kvøld. Landsliðið flýgur
beinleiðis til Sveis, og teir
flúgva beinleiðis heim-
aftur eftir dystin í Jugo-
slavia annað mikukvøld.
Tá kemur Henning Jarn-
skor heim við, men steðg-
urin verður heilt stuttur.
Henning Jarnskor hev-
ur vant eitt sindur við
B1913 í Odense, og hann
ætlar sær at fara aftur hag-
ar í aðru viku. Talan er
ikki um yrkisfótbólt og
yrkissáttmálar.
B1913 er í miðjuni í
næstbestu deildini. Í viku-
skiftinum vunnu teir 3–0
á
útivølli
ímóti
FC
Aarhus.
– Teir venja fýra ferðir
um vikuna, men teir venja
eitt sindur longri, enn vit
í GÍ plaga at gera. Flestu
spælararnir eru ungir. Um
teir av álvara gera um seg,
so kemur OB ella eitt ann-
sambandið og við FIFA.
– Vit eru ikki heilt álvu-
ligir við støðuna, men vit
mugu rætta okkum eftir al-
tjóða fótbóltssamgonguni
FIFA. Teir geva ikki okkara
landsliði loyvi at fara til Ju-
goslavia, uttan at teir kunnu
veita trygd fyri ferðalag-
num. Higartil hava vit einki
hoyrt frá FIFA. Eg havi
spurt meg fyri hjá teimum,
men teir tykjast hava hug at
bíða eitt sindur. Um teir
seinni í vikuni fara at boða
frá, at vit ikki kunnu fara til
Jugoslavia, so verður næsti
spurningurin, um dysturin
skal spælast á uttanvelt-
aðum vølli, ella um hann
skal útsetast, sigur Ísak
Mikladal, og hann heldur
fram:
– Europeiska fótbólts-
samgongan, UEFA, hevur
ábyrgdina av Europa Cup. Í
síðsta umfarinum gjørdu
teir av, at Reyða Stjørnan,
sum sendi KÍ úr kappingini,
skuldi spæla sín heimadyst
ímóti eingilska Leicester í
Wien. Tað gjørdu teir, tí ju-
goslavarnir søgdu seg ikki
vera førar fyri at veita trygd
fyri áskoðarunum hjá eing-
ilska felagnum. Teir í Leic-
ester vildu ikki fara til Ju-
goslavia, um áskoðararnir
hjá teimum ikki høvdu
møguleika at fylgja sínum
liði.
Einki visa
Fótbóltsssambandið hevur í
góðari tíð biðið um visa fyri
landsliðsferðalagnum og
eisini fyri teimum seks
pressuumboðunum,
sum
skulu við til Sveis og Jugo-
slavia. Jugoslavisku mynd-
ugleikarnir
hava
givið
landsliðnum visa, men á
middegi í gjár var einki visa
komið til pressuna.
– Vit hava biðið jugosla-
viska
fótbóltssambandið
um at gera sína ávirkan
galdandi yvirfyri myndug-
leikunum, so okkara pressa
kann fáa visa og harvið hava
møguleika at fylgja við
landsliðnum. Men vit hava
einki hoyrt frá teimum. Um
vit ikki hoyra frá teimum
seinni í dag, fara vit at seta
okkum í samband við FIFA
fyri at fáa teir at gera sína
ávirkan galdandi. Um før-
oyska pressan ikki fær visa
til Jugoslavia, fer FSF at
taka ferðina niður á Balkan
til nýggja viðgerð. Hetta
verður sjálvsagt gjørt í tøtt-
um samstarvi við FIFA,
sum eigur HM undankapp-
ingina, sigur Ísak Mikladal.
Atlantsflog fer í annað-
kvøld at flúgva landsliðs-
ferðalagið niður til Zürich.
Dysturin í Jugoslavia hongur í
leysum lofti
Jugoslavarnir hava ikki enn veitt føroysku pressuni visa. Um tað ikki eydnast at fáa loyvini í rættlag, fer FSF at lurta
eftir, hvat FIFA hevur at siga, áðrenn nøkur avgerð verður tikin um ferðina
að av feløgunum í super-
liguni beinanvegin og
bjóðar teimum sáttmála,
sigur Henning Jarnskor.
Hann kendi seg vælkom-
nan í B1913, og hann
heldur ikki, at tað er ó-
møguligt hjá honum at
stríða seg til eitt pláss á
besta liðnum.
Orsøkin til at Henning
ikki spældi á Svanga-
skarði leygardagin er, at
nú siga ásetingarnar í
Danmark, at tað er ikki
loyvt hjá einum spælara,
sum hevur verið við í síð-
sta umfarinum í einum
øðrum landi, at flyta í
donsku kappingina fyrr-
enn eftir 1. januar. Tað vil
við øðrum orðum siga, at
um Henning hevði spælt
við GÍ leygardagin, so
hevði hann ikki havt
møguleika at spæla í Dan-
mark fyrrenn eftir árs-
skiftið. Danska kappingin
fer í vetrarfrí um miðjan
november.
JH
gjørt á unglingalandslið-
unum.
Fáir úr NSÍ
Hóast NSÍ tey seinastu árini
hevur verið støðugt í bestu
deildini, so hava teir ikki átt
stóran lut á liðnum hjá All-
ani Simonsen. Higartil hava
bara tveir NSÍ spælarar ver-
ið á landsliðnum, meðan
teir hava spælt við NSÍ. Teir
eru Jens Martin Knudsen,
sum umboðaði NSÍ trettan
ferðir á landsliðnum, og
Djóni N. Joensen, sum var
fýra ferðir á landsliðnum,
áðrenn hann flutti úr barn-
dómsfelagnum og í B36 (í
ár hevur Djóni aftur spælt
við NSÍ).
Seinast NSÍ hevði átti ein
spælara í landsliðshópinum
var í 1997. Í sambandi við
heimadystin ímóti Malta 8.
juni í 1997 sendi Allan Sim-
onsen boð eftir Helga L.
Petersen. Føroyar vunnu 2–
1, og Helgi sat á beinkinum
allar 90 minuttirnar. Aftaná
gav Helgi avboð til onkra
landsliðsferðina, og so vóru
ikki boð eftir honum aftur.
Tá NSÍ rættuliga gjørdi
um seg og eftir summar-
steðgin vann á øllum odda-
liðunum, var Christian Høg-
ni Jacobsen ein av høvuðs-
leikarunum. Eftir at hann
hevði verið skaddur mesta
partin av fyrri hálvu, kom
hann rættuliga fyri seg eftir
Henning fer
til B1913
Nýggju ásetingarnar í Danmark
høvdu við sær, at tað ikki bar til
hjá GÍ landsliðsmanninum at vera
við ímóti B68
Christian Høgni hevur
fingið landsliðsboð
Fróði Benjaminsen hevur givið avboð, og ungi álopsmaðurin er fyrsti NSÍ
spælarin á landsliðshópinum í meiri enn trý ár
summarsteðgin.
Christian Høgni er fyrst
og femst álopsleikari. Men
tað verður mett, at hann eis-
ini kann verða eitt alternativ
á vongveranum í høgru.
JH
Christian Høgni var ein av høvuðsmonnunum, tá NSÍ í
heyst gjørdi av øll trý oddaliðini
Sveisiska flogfelagið skal
sambært løgdu ætlanini
flúgva landsliðið til Beo-
grad. Fleiri ferðafólk fara
við landsliðnum til Sveis.
Summi teirra skulu ferðast
við Atlantsflog, meðan onk-
ur onnur fara úr Danmark
og til Sveis. Atlantsflog
skipar ikki fyri áskoðaraferð
til Beograd, og Fótbólts-
sambandið veitt ikki um
nakran áskoðara, sum ætlar
sær tann vegin.
Seks pressuumboð skulu
saman við landsliðnum til
Jugoslavia. Tað eru umboð-
ini fyri Útvarp Føroya,
Dimmalætting og Sosialin,
sum FSF í gjár bíðaði eftir
visa til.
JH
Í løtuni tykist ivasamt, hvussu verður við dystinum millum Jugoslavia og Føroyar