Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. august 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 146 - 5. august 2005 Gamla manningin í poppbólkinum Dyna- mitt venur í hesum døgum í Klaksvík. Leygarkvøldið fara teir at spæla á Summar Festivalin- um, og tað verður seinasta framførslan hjá bólkinum við teimum mongu hittunum Tað verður ein heilt serlig løta hjá poppbólkinum Dynamitt, tá ið bólkurin fer á pallin á Summar Festi- valinum leygarkvøldið. Framførslan hjá teimum verður fyri størstu áhoyr- arafjøld, sum teir nakrantíð hava spælt fyri, og tað er nakað, sum bólkinum dám- ar, tí teir eru tiltiknir fyri at duga at fáa fólkið við sær. Harafturat verður fram- førslan helst tann seinasta nakrantíð hjá Dynamitt. – Eg rokni við, at hetta verður seinastu ferð, at vit spæla saman sum Dyna- mitt. Hetta er eitt gott høvi hjá okkum at seta eitt veru- ligt punktum fyri bólkin, sigur Niclas Heri Jákups- son, sum er ein av tónleik- arunum í bólkinum. Landskendir fyri sín tónleik Dynamitt gjørdist lands- kent fyri sínar livligu fram- førslur til dansitiltøk kring landið, og tá ið teir fóru at geva tónleik út. Slagarar sum Omman við Gjógv, Grøv nummar 13, Bangin, Pápi tín býr ei í Tórshavn og aðrir hava gjørt bólkin til ein tann besta seljandi bólkin í landinum nakran- tíð. Leygarkvøldið ber til at hoyra teir spæla nógvar av sínum kendu sangum, og í hesum døgum fyrireika teir seg til framførsluna. Allir tónleikararnir, sum mannaðu bólkin í teimum mest virknu árunum, eru savnaðir aftur í Klaksvík, og teir gleða seg óført til brakið leygarkvøldið. Dynamitt klárt at fara í luftina Føroya fremsti rokkbólkur í løtuni, 200, hevur fingið nýggja heimasíðu, har til ber at fáa nakað so ósann- líkt sum samband við 200. Síðan liggur á www.tveyhundrad.net Hon hevur tíðindi, myndir og annað stuttligt um og við bólkinum. Umframt at vera dugna- ligir tónleikarar hava Niels og Uni úr 200 nógvar royndir sum fløguhúsa- smiðir, og teir vunnu eisini ein AME fyri besta fløgu- húsa, og teirra mynd- listarligu evni koma til sín rætt á heimasíðuni. nu Fýra festivalaktuellir bólk- ar eru í toppinum á sølulist- anum hjá 3’aranum, talan er um Europe á øðrum plássi, Nephew á triðja plássi, Blue Foundation á fjórða plássi og Brian McFadden á sætta plássi, men eingin av hesum megnar at koppa Nólsoy- inginum í Havn: Kim Han- sen. Kim er einasta føroyska navnið á top 10 listanum hesa vikuna. nud 200 nýggja heimasíðu Festivalbólkar selja nógvar fløgur Dynamitt spælir aftur sum í gomlum døgum. Tónleikararnir, sum nú eru savnaðir til eina seinastu framførslu, eru: Jógvan Mørkøre, Ingi Isaksen, Niclas Heri Jákupsson, Emil Gunnarstein, Olaf Ellingsgaard og Hans Jacob Nystrøm