Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-05, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. august 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 146 - 5. august 2005 5 Báðir samgongu- menninir Kaj Leo Johannesen og John Johannessen eru samdir um, at útlendingapolitikkur landsstýrisins ikki hevur verið nøktandi. Tí kemur úrslitið av meiningakanningini í Tarablaðnum ikki sum eitt snarljós av klárum himli ÚTLENDINGA- POLITIKKUR Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo Sambært eini Gallup-kann- ing, sum varð kunngjørd í Tarablaðnum í síðstu viku, er meira enn ein triðingur av Føroya fólki ónøgt við tann førda útlendingapolit- ikkin hjá sitandi landstýri. Spurningurin í kanningini var: Hvussu ert tú nøgd/ur við útlendingapolitikk landsstýrisins? 68 prosent av teimum gott og væl 500 spurdu søgdu seg vera ónøgd við politikkin hjá innlendis- málaráðnum, meðan 25 prosent vóru nøgd við politikkin hjá Jógvani við Keldu í innlendismálaráðn- um. Sjey prosent svaraðu, at tey ikki vistu, hvat tey halda um útlendinga- politikkin. Kanningin varð umrødd í Sosialinum í gjár, og Jógvan við Keldu segði, at hann var sannførdur um, at hesi tølini fóru at broytast við tíðini. Hetta var væntandi Kaj Leo Johannesen, for- maður Sambandsfloksins, sigur, at hetta úrslitið als ikki kemur óvart á hann. – Hetta var væntandi, og eg eri als ikki yvirraskaður av úrslitinum. Hetta vísir eisini, at handfaringin av útlendingapolitikkinum ikki hevur verið nøktandi, og Jógvan hevur eisini ásannað, at mistøk eru gjørd, sigur Kaj Leo Johannesen. Kaj Leo vísir á, at ein slík kanning er eitt íkast til ta demokratisku tilgongdina, og hon gevur eina greiða ábending um, at tey fæstu standa aftanfyri politikkin í innlendismálaráðnum. Hann sigur víðari, at bara bíðitíðin eftir svari úr inn- lendismálaráðnum hevur verið ov long. – Danska útlendingastýr- ið fylgir altíð tilmælinum frá innlendismálaráðnum, og Jógvan við Keldu kann føra tann politikk, sum honum lystir, sigur Kaj Leo, sum leggur afturat, at danska lógin einki sam- band hevur við trupulleik- arnar á útlendingaøkinum. Ikki nøktandi John Johannessen, ið hevur verið framsøgumaður hjá Javnaðarflokkinum, sigur, at hann fleiri ferðir hevur víst sína ónøgd við máls- viðgerðina í innlendis- málaráðnum. – Tað er púra greitt, at embætisførslan í innlendis- málaráðnum ikki hevur verið nøktandi, sigur John Johannessen, og tí er hann heldur ikki tikin á bóli yvir úrslitið av hesi kanningini. Hann vísir á, at fleiri lim- ir í samgongutinglimir ikki taka undir við politikkinum hjá Jógvani við Keldu. – Eg havi fingið lyfti um, at útlendingapolitikkurin verður tikin upp á komandi samgongufundi, og eg haldi ikki, at Jógvan við Keldu hevur stuðul í samgonguni, sigur John Johannessen og leggur afturat, at hann her sipar til samgonguna í løgtinginum. Klárt í heyst Jógvan við Keldu er farin í gongd við eina útgreining av útlendingapolitikkinum, sum verður gjørd av em- bætismonnum í innlendis- málaráðnum saman við einum politiskum fylgi- bólki við einum umboði fyri hvønn flokk. Jógvan við Keldu roknar við, at hetta arbeiðið verður liðugt í heyst. Hósdagin segði hann við Útvarp Føroya, at hann helst sá, at útlendingaøkið verður yvir- tikið í nærmastu framtíð, og at ein føroysk lóg verður smíðað, men óvist er, um politisk undirtøka er fyri hesum. Samgongutingmenn um Gallup-kanning: Úrslitið er ikki óvæntað Størsta flutnings- fyritøkan í Føroyum, P/F Heri Thomsen, varð fyri ólavsøku selt til Eimskip VINNULÍV Stefan í Skorini – Tað er við sorgblídni, at vit hava tikið hesa av- gerðina, men ein heildar- meting av útlitunum í vinnuni sigur okkum, at hetta var tað optimala, sum vit kundu fáa burturúr nú, og tað var ikki serliga lokkandi hjá okkum at halda fram, sigur Tórhallur Thom- sen, stjóri í P/F Heri Thomsen, sum nú er selt til íslendska felagið Eimskip. Í november í fjør keypti fyritøkan farma- skipið Norland, sum sigldi millum Føroyar og evropeiska meginlandið, men hetta skipið verður nú drigið inn í virksemi hjá Skipafelagnum. Enn er ikki greitt, hvat verður av hesum skipinum. – Vit roknaðu ikki við at fáa yvirskot frá fyrsta degi, men útlitini síðan november eru versnaði og fyritreytirnar broyttar, sigur Tórhallur Thom- sen, og her hugsar hann serliga um, at oljuprís- urin hækkar, og nøgdirn- ar av fiski, ið koma uppá land, eru minkandi. Hann leggur afturat, at felagið kundi hildið fram sum áður, men hetta var ikki serliga áhugavert í løtuni. Yvirkapasitetur Tórhallur Thomsen hel- dur, at kappingin innan farmaflutning er ov hørð, og tað hevur verið ein yvirkapasitetur á økin- um. Sambært Tórhalli hevur kappingin verið beinhørð, og eingin hev- ur fingið nakað serligt burturúr. Hann er hinvegin ikki bangin fyri, at kappingin innan farmaflutning ikki verður nóg hørð í fram- tíðini. – Vit hava tríggjar aktørar innan farma- flutning, sum eru Eim- skip (Skipafelagið), Samskip og Smyril Line, og teir fara at syrgja fyri, at kapping verður á hesum økinum, sigur Tórhallur Thomsen. Tórhallur Thomsen heldur fram sum stjóri í P/F Heri Thomsen, sum hevur 30 bilar, ið flyta farm kring landið. Hetta virksemið verður óbroytt framyvir. Fyritøkan varð sett á stovn í 1957. Heri Thomsen á íslendskum hondum Kaj Leo Johannesen úr Sambandsflokkinum og John Johannessen úr Javnaðarflokkinum eru ikki bilsnir av úrslitinum av Gallup-kanningini í Tarablaðnum Lesið Sosialin - so eru tit við