Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. august 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 146 - 5. august 2005 Íslendingurin Fríðrik Erlings kann lýsast neyvt og stutt; rit- høvundur, filmslista- maður og føroya- vinur. Hann hevur skrivað orðini til Í Nátt, sum Eivør sang til íslendsku Grand Prixkappingina og av bókum hansara er Benjamin Dúgva umsett til føroyskt. Nú vitjar hann aftur í ørindunum ar knýta fastari bond millum Føroyar og Ísland og í vónini at fáa føroyskt forlag at útgeva nógv róstan DVD film við føroyskari talu FØROYAVINUR Dagfinn Olsen Fríðrikur Erlings vitjar í hesum døgum í Føroyum á 5. sinni. Hann hevur áður vitjað í samband við framleiðslu av filmstrio- logi, har hann hevur gjørt film um Føroyar, um ólav- søku og í juni í ár um slupp- ina Johonnu, sum gjørdi sjáldsama ferð til Íslands at keypa fisk, fyri síðan at selja í Onglandi. Hetta fyri at minnast, at 60 ár eru sið- ani seinna heimsbardaga. Fríðrikur Erlings vil feg- in, at bondini millum Før- oyar og Ísland styrkjast aftur. Hann vísir á, at í gomlum døgum vóru sterk bond landanna millum og at eldri ættarlið hava arbeitt í Ís- landi og at bondini fyrr vóru sterk milllum Føroyar og Ísland. Í Íslandi er ongin slupp og tá Johanna vitjaði í juni, var áhugin so sera stórur fyri sluppini, at fólk í túsundatali kom at hyggja at skipinum. Tað gleðir tí eisini Er- lings, at Johanna skal aftur til Thorleifshøfn í Íslandi á eina stevnu har og at tað er Íslendski staturin, ið stuðlar ferðini. Hann stendur eisini á odda fyri ferðamannafel- agnum Endurreisnarfelag- ið, sum vil varðveita og styrkja tunna tráðin, sum er millum Føroyar og Ísland framvegis. – Vit hava málið og søg- una felags. Mong eiga ommu ella abba, sum kenn- ir væl Ísland, hevur arbeitt ella siglt har. Men unga fólkið í dag hevur ikki somu kenslu og hetta vilja vit fegin bøta uppá, sigur Fríðrikur Erlings, sum ann- ars metir tað vera av stórum týdningi, at smátjóðir standa saman í hesum døg- um, nú globalisering er eitt mótaorð. Rithøvundur Erlings er rithøvundur, um- framt at fáast við film og málrættaða ferðavinnu. Hann hevur skrivað 4 bøkur og á føroyskum kenna vit bókina Benjamin Dúgva. Tvær av bókum hansara eru ávegis til enska markn- aðin og verða nú umsettar til enskt. Á ferðini vónar Fríðrikur Erlings, at okkurt forlag í Føroyum vil samstarva, so 3D barnafilmurin »Kata - lítla larvan ljóta« kann fáa føroyska talu. Filmurin hevur frammanundan fleiri tungumál innspæld, sum ein kann velja. Filmurin er fyrsti 3D filmur – DVD – í Íslandi og hevur fingið rós og fleiri heiðurs- lønir. Eisini er filmurin partur av samstavi við Uni- cef og Umhugsni, ið ar- beiðir fyri at bøta korini hjá sjúkum børnum. Hesi fáa so part av søluinntøkuni og er filmurin nærum at finna í hvørjum einasta íslendsk- um heimi. – Tað hevði verið óført at fingið føroyska talu á film- in eisini, so um sjónleik- arar, sjónvarp og eitt forlag høvdu víst hesum áhuga, so hevði tað verið óført, sigur Erlings. Erlings hevur nógv jørn í eldinum og í felag hansara verður eisini tosað um at byggja føroysk hús í Íslandi og íslendskt í Føroyum. Sjálvur býr hann í bygdini Eyrarbakki, ið er ein av trimum bygdum í Íslandi við gomlum húsum. Fríðrikur Erlings vónar at spinna tunna endan, sum enn bindur Føroyar og Ísland, tjykkri. Og kanska tað eydnast hjá hesum ágrýtna manni, sum á kortið sínum kann føra seg fram sum hugmyndasmið og søgufrøðing. Føroyavinur vitjar enn einaferð og vil knýta bond Fríðrik Erlings við heiðurslønta dvd filminum, sum finst á fleiri tungumálum, og sum hann nú vónar at fáa føroyska talu á eisini (Mynd: Álvur Haraldsen) Stórvegis er ikki bygt í Dímun, síðani einaferð í 20’unum. Men nú er aftur ein bygningur reistur í Dímun og tað eru bóndin, Óla Jákup úr Dímun g SEV, sum í felag hava staðið fyri at byggja bygningin HÚSABYGGING Dagfinn Olsen daginn@sosialurin.fo Húsabygging er ikki tað, ið hevur sermerkt gerandis- dagin í Stóru Dímun. Gamaní, okkurt lítið úthús er reist, men ikki síðani einaferð í 1920’unum er nakað stórvegis bygt. Men nú er aftur bygning- ur reistur í Dímun. Tað eru Óla Jákup úr Dímun, bóndi, og SEV, sum í felag hava latið húsini byggja. Bygningurin skal hýsa tveimum motorum hjá SEV og so verður hin helming- urin nýttur til at hýsa traktorum og øðrum tólum hjá bóndanum. SEV hevur havt ein motor og hús til hendan motorin. Men nú krevst meira orka og tveir motor- ar. Tí kom hugskotið at byggja saman. So er tað eisini soleiðis, at nógvur hiti kemur frá motorunum. Og traktorarnir og tólini annars hava jú gott av hita og at standa heitt og gott, sigur bóndin. Partarnir hava í felag borið kostnaðin av bygg- ingini og tað er Petur Hammer, byggimeistari á Tvøroyri, ið hevur staðið fyri byggingini. – Í Dímun er tað so, at húsini standa øll meira ella minni saman. Men hesin nýggi bygningurin stendur nakað avsíðis, eini 100 metrar frá hinum húsunum, og tað er fyri at óljóðið frá motorunum ikki skal vera til ampa, sigur Óla Jákup úr Dímun, sum annars sigur, at tað er kostnaðarmikið at byggja, tí flutningurin er dýrur og alt skal flytast við tyrlu, men hann fegnast um nýggja bygningin, sum til støddar er 12 x 4,5 metrar. Hús reist á Stóru Dímun Nýggi bygningurin í Dímun er til motorar hjá SEV og til ymisk tól hjá bóndanum (Mynd: Ó. J. úr Dímun)