fríggjadagur 5. august 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 146 - 5. august 2005
7
Nýggj kunngerð um
koyrikort er á veg fyri
Føroyar, men har
verður hildið fast við
gomlu skipanina.
Einki verður um
ætlarnirnar í ES um
broyttu gildistíðina
fyri koyrikort, men
hinvegin so verður
ein ætlan um
royndarkoyrikort
nevnd
KOYRING
Snorri Brend
Enn er henda kunngerðin
ikki sett í gildi, men tá hon
verður tað um stutta tíð, so
kann ein tílík skipan verða
sett í verk.
Landsstýrið kann nevni-
liga gera av, at tá eitt koyri-
kort verður tikið á fyrsta
sinni, verður tað útgivið við
upp til tvey ára gildistíð.
Sagt verður, at áðrenn
gildistíðin er farin skal eig-
arin fáa eykalæru og taka
nýggja roynd í serstøkum
førleika í akstri. Hetta verð-
ur gjørt sum ein treyt fyri at
eigarin kann hava koyri-
kortið til sín sjúti ára dag.
Í hesum sambandi setir
landsstyrið eisini reglur fyri
eykalæruna og fyri roynd-
ina. Reglur skulu eisini set-
ast fyri avleiðingunum av,
um læran og royndin ikki
eru tiknar áðrenn gildistíð-
in er úti.
Kunngerðin til hesa løg-
tingslógina er á veg, og
verður hon væntandi sett í
gildi um ein mánað ella so,
verður upplýst úr Vinnu-
málaráðnum.
Endamálið við hesum er
sjálvandi at gera okkara
koyrikort so eins teimum í
øðrum londum, t.d. í ES,
soleiðis at føroyingar ikki
skulu fáa trupulleikar við
ferðsluløgregluni í hesum
londum ella um teir ynskja
at leiga sær ein bil.
Upplýst verður at ein
allatíðina fylgir væl við,
hvat hendir innan ferðslu-
økið í ES. Og verða broyt-
ingar framdar har, so verð-
ur tað málið eisini tikið upp
til umrøðu her á landi.
Tríggjar treytir
Kunngerðin snýr seg ikki
bert um koyrikort, men
koyrikortini er ein partur av
hesi umfatandi lógarkunn-
gerðini um ferðslu, sum
seinast varð broytt við løg-
tingslóg nrr. 65 frá 17. mai
í ár.
Tá talan er um koyrikort
til motorakfør sigur lógin
hetta:
Skalt tú taka koyrikort í
Føroyum so krevur tú at
uppfylla tríggjar treytir eftir
nýggju kunngerðini.
Tann fyrsta er, at tú skalt
verða fyltur 18 ár. Í øðrum
lagi verður kravt, at ein
hevur nóg góð eygu og
oyru, og annars hevur neyð-
ugan andligan og likamlig-
an førleika.
Og í triðja lagi verður
sagt, at persónurin við eini
roynd skal prógva, at hann
hevur tørvandi dugnaskap í
akstri og neyðugan kunn-
leika til akfarið og viðferð
tess og til ferðslureglarnar.
Til 70 ár
Í kunngerðini er eisini eitt
punkt um gildi hjá koyri-
korti.
Her verður sligið fast, at
koyrikortið hevur gildi til
eigarin hevur fylt 70 ár.
Hinvegin so kann gevast
styttri gildistíð fyri ávís
sløg av akførum.
Landsstýrið setir reglur
um gildistíðina hjá koyri-
kortum, ið eru latin persón-
um sum hava fylt 70 ár. Og
sagt verður eisini, at lands-
stýrið kann skipa fyri, at
gildistíðin fyri hesar per-
sónar kann gerast styttri.
Tá ið gildistíðin er úti,
kann koyrikortið verða
endurnýggjað um eigari
lýkur treytirnar. Myndug-
leikin sum gevur út koyri-
kortini kann her gera av, um
nýggj roynd skal verða
tikin. Og her kann so lands-
stýrið
seta
reglur
um
nýggja royndartøku.
Sligið verður eisini fast,
at landsstýrið ásetur reglur
um umbýti av koyrikorti.
Nýggj kunngerð við sama innihaldi
Gongur sum ES ætlar,
skulu allir danir
endurnýggja
koyrikort síni 10.
hvørt ár. Samstundis
kann verða kravt, at
sjónroynd skal takast
av øllum persónum
omanfyri 45 ár
KOYRING
Snorri Brend
Hetta uppskotið arbeiðir
ein ES-nevnd við í løtuni.
Nevndin er sett at koma
við uppskoti um eina
nýggja kunngerð um koyri-
kort, har ein setir upp yvir-
skipaðar karmar fyri treyt-
irnar við koyrikortunum.
Í Føroyum og Danmark
kunnu øll omanfyri 18 ár
fara upp til koyriroynd.
Hetta koyrikortið er vanliga
galdandi til persónurin
fyllir sjúti ár.
Nú umhugsar ES at seta
eina avmarking á gildi við
koyrikortinum til 10 ár.
Hetta verður gjørt fyri at
sleppa undan sviki og fyri
at økja um gjøgnumskygn-
ið, vita donsk bløð at siga.
100 ymisk sløg
Samstundis
við
hesar
broytingarnar verður um-
hugsað at krevja av bilfør-
arum, at teir fara til reglu-
ligt heilsueftirlit, tá gildið
av koyrikortinum er úti.
Borgarar í øllum ES-
londum kunnu í dag gera
nýtslu av 110 ymiskum
sløgum
av
nationalum
koyrikortum í øllum EU,
har treytirnar eru sera
ymiskar.
Meðan danir kunnu varð-
veita sítt koyrikort til teir er
vorðnir sjúti, so skulu sviar
endurnýggja sítt koyrikort
aftaná 10 ár, meðan ein
týskari hevur sítt koyrikort
fyri lívið.
Sambært uppskotinum
forðar hetta fyri flutning-
inum hjá borgarunum í ES.
Koyriroynd vantar
Henda gongdin við koyri-
kortunum í ES, Danmark
og triðjalondum hava tey í
danska Rigspolitiet eisini
hoyrt um.
Ríkisløgreglan hevur tí
umhugsað at taka allar regl-
ur og viðurskifti við donsk-
um koyrikortum upp til
nýggja viðgerð.
Í dag kunnu borgarar úr
einum hópi av triðjalondum
fáa býtt koyrikort síni um
til eitt danskt koyrikort utt-
an at neyðugt er at taka eina
eftiransaða koyriroynd.
Hetta umfatar m.a. borg-
arar úr so ymiskum londum
sum teimum í fyrrverandi
Sovjetsamveldinum og Eti-
opien.
– Vit arbeiða tí við at fáa
henda rættin til umbýting
avtiknan, sigur politimeist-
arin, Mogens Hendriksen
frá
ferðsludeildini
hjá
Ríkisløgregluni.
Nýtt navn og
nýtt innihald
Hotell:
Mánadagin
broytti Sjómansheimið
í Havn til Hotel Tór-
shavn, nú nýggju eigar-
arnir tóku yvir hetta 82
ára gamla heimið.
Umframt hotellvirk-
semið hevur Sjómans-
heimið m.a. staðið fyri
ymiskum tiltøkum fyri
sjófólk okkara. Millum
annað hevur minning-
arhald teirra sjólætnu
verið á Sjómansheim-
inum, eins og savnaðir
hava verið saman jóla-
pakkar til sjófólkið.
Ein av stýrislimunum
í Sjómansheiminum er
Óli Jacobsen. Í grein í
seinastu útgávuni av
FF-blaðnum
skrivar
hann um Sjómansheim-
ið og omanfyri nevndu
tiltøk.
–
Minningarhaldið
fer at halda áfram, men
helst á øðrum staði,
slær Óli fast.
Tá talan er um jóla-
pakkarnar verður eisini
funnin ein loysn á hes-
um spurningi.
Altjóða flutningsfel-
agsskapurin læt í síni
tíð eina upphædd til
Sjómansheimið. Semja
er um, at henda upp-
hæddin framvegis skal
nýtast til vælferð hjá
sjómonnum.
Júst hvussu hetta skal
gerast er ikki avgjørt
enn, sigur Óli í grein-
ini.
sb.
Góð
undirtøka til
deyvastevnu
Havn: Seinni í hesum
mánaðinum
verður
skipað fyri serstakari
norðurlendskari stevnu
fyri deyv í Norður-
landahúsinum.
Hetta er stevna har
deyv, deyvatulkar og
onnur fáa møguleika at
hittast og tosa um
royndir í arbeiði sínum
í teim ymisku londun-
um.
Fyrireikingarnar til
stevnuna hava gingið
sera væl, og tað sama
kann eisini sigast um
undirtøkuna.
Higartil eru teknað
omanfyri 100 luttakarar
úr útlandinum, meðan
einir 50 verða úr Føroy-
um.
Stevnan byrjar 21.
august og endar 28.
august. Nevnast kann,
at mánakvøldið 29.
august verður serstakt
hugnakvøld fyri luttak-
ararnar
á
stevnuni.
Hetta hugnakvøldið er
kortini ikki alment,
verður upplýst.
sb.
Nýtt koyrikort 10. hvørt ár
Ein nýggj kunngerð um koyrikort er á veg bæði í Føroyum og í ES. Í ES skulu borgararnir nú upp til koyriroynd 10. hvørt ár, meðan
ein í Føroyum nú umhugsar at geva fólki eitt royndarkoyrikort, sum skal galda í tvey ár
Gjørt mynd: Bárður