Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-05, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. august 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 146 - 5. august 2005 – Eftir mínum tykki hongur ES-limaskap- ur og visjón 2015 óloysiliga saman. Skulu vit gjøgnumføra allar ætlaninar í samband við visjón 2015 er alneyðugt við tættari samstarvi- helst limaskapi við ES, heldur formaðurin í uttanlandsnevndini, Johan Dahl. Sam- bandstingmaðurin sigur seg vera ivingar- saman um limaskap í EFTA ES-LIMASKAPUR Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo – Tað er altíð gott at hava visjónir, men visjón 2015 er rættiliga óítøkilig. Eg taki fult undir við, at vit skulu raðfesta gransking og útbúgving hægri, men vit liva also eisini í 2005, 2006 og 2007. Høvuðsvinnan hjá okkum er í løtum í svárum trupulleikum, og vit mugu ongantíð ov skjótt finna eina loysn, so fiskvinnan kann tryggja eina størri virðisskapan, segði sam- bandstingmaðurin, Johan Dahl, í síni umrøðu av løg- mansrøðuni mikudagin. Stendur tað til Johan Dahl og Sambandsflokkin er limaskapur í ES ein partur av loysnini, sum skal tryggja ein neyðugan fram- burðin í føroyska samfelag- num. Stóra fyrimyndin hjá Johan Dahl er Írland, sum saman við Danmark og Stórabretlandi fór upp í ES 1. januar 1973. - Írland var eitt rættiliga tilafturskomið land. Teir mintu ikki sørt um Hetland í dag. Tað hevur kortini gingið við strúkandi ferð, eftir teir komu upp í ES, og landið er í dag rættiliga frammarlaga. Írland hevur verið bólkað sum ein útjað- ari í ES og hetta hevur givið teimum atgongd til ein vakstrarætlan hjá ES, sum hevur verið rættiliga avger- andi fyri framburðin hjá Ír- landi seinastu 20 árini, vísir Johan Dahl. Johan Dahl sær fyri sær, at Føroyar sum ES-limur gjøgnum danska kongarík- ið kundi verið knýtt at líkn- andi vakstrarætlan, sum Ír- land var á sínni. Hugburðbroyting Stóri knúturin í kjakinum um føroyskan limaskap í ES hevur altíð verið felags fiskivinnupolitikkurin í ES. Føroyska fólkið og polit- isku myndugleikarnir hava áhaldandi víst á, at tað kann ikki tæna føroyska samfelagnum at stóra inn- tøkukeldan, fiskivinnan, verður umsitin úr Brússel og ikki á Tinganesi. Johan Dahl heldur, at tíðin er komin til at saðla um, og hann eftirlýsir eina grundleggjandi hugburðs- broyting á hesum økinum. - Eg eri als ikki samdur við teimum, sum siga, at vit missa alt okkara ríkidømi, um vit gerast limur í ES. Tú mást leggja tær í geyma, at okkara ríkidømi er ikki meir enn góð hálv onnur milliard í útflutningi hvørt ár. Hetta er also ikki meir enn ein lítil fyritøka megn- ar at framleiða í útlondun- um. Vit verða noydd at hyggja eftir øðrum viður- skiftum, enn at halda krampakent fast um okkara rættindi og kvotur, tá vit viðgera spurningin um ES- limaskap, sigur hann. Formaðurin í uttanlands- nevndini heldur ikki, at før- oyingar skulu vera so ótta- fullir fyri at lata ein part av fiskivinnuríkidøminum til ES, tí limaskapurin gevur atgongd til fleiri skipanir, sum vit ikki hava í dag. - Tað er møguligt, at vit missa nøkur rættindi við limaskapi, men tú mást ikki gloyma, at vit hinvegin eisini vinna nógv rættindi. Gransking er eitt gandaorð í løgmansrøðuni, og vit mugu ikki gloyma at gransking er eitt kostnaðar- mikið øki. ES hevur fleiri granskingarskipanir, sum vit kundu gjørt okkum dælt av, um vit vóru limur í sam- veldinum. Tað hevði verið ein funnin fressur hjá okk- um at verið partur av granskingarætlaninum hjá ES, heldur Johan Dahl. Hann leggur afturat, at Føroyar eru lítið og einki í tí stóru myndini í Evropa, og tískil eru vit noydd at geva nakað fyri at fáa nakað úr Brússel. - Vit ganga og halda okk- um vera nógv týdningar- miklari, enn vit í roynd og veru. Vit eru 48.000 fólk og vit mugu slett ikki halda, at vit eru hjarta av Evropa, sum mong fullveldisfólk vilja vera við. Skulu vit hava nakað úr ES, so eru vit noydd at geva nakað. Hetta er "give and take", vísir hann á. Viðbrekið mál Sambandsflokkurin er hig- artil einasti føroyski flokk- ur, sum greitt hevur givið til kennar, at flokkurin ynskir, at Føroyar gerast limur í Evropeiska Samveldinum. Hinvegin hava restina av flokkunum verið trekir, tá spurningurin um ES- limaskap hevur verið umrøddur. Johan Dahl heldur seg kortini hava varnast eina hugburðsbroyting í hinum flokkunum viðvíkjandi spurninginum um ES. Hann heldur at flokkarnar eru meira sinnaðir at kjakast um spurningin enn nakrantíð. Spurdur um hann veru- liga trýr, at sitandi sam- gonga megnar at finna eina semju um ES-limaskap, svarar Johan Dahl: - Tað dugi eg ikki at siga í løtuni, tí tað eru rættiliga deildar meiningar í sam- gonguni um spurningin. Men er samgongan so framatrætta, sum hon hevur víst við visjón 2015, so má hon tora at taka spurningin upp. Eftir mínum tykki hongur ES-limaskapur og visjón 2015 óloysiliga sam- an. Skulu vit gjøgnumføra allar ætlaninar í samband við visjón 2015 er neyðugt við tættari samstarvi-helst limaskapi við ES. EFTA Í løgmansrøðuni á ólavsøku kom undan kavi, at lands- stýrið hevur sett sær fyri, at Føroyar skulu søkja um limaskap í EFTA. Í røðu síni vísti løgmaður á, at ein limaskapur í EFTA vil hava við sær, at Føroyar vinna sær tey sonevndu fýra frælsini við Ísland, Noreg, Sveis og Liktenstein, sum eru limalondini í EFTA. Føroyar kunnu harum- framt fáa fríhandil við tey fjúrtan londini, sum EFTA hevur fríhandilssáttmálar við. Móttøkan fyri ætlanini um EFTA-limaskap hjá landsstýrinum hava verið misjøvn. Búskaparfrøðingurin, Óli Samró, segði fyrr í vikuni við Útvarp Føroya, at lima- skapur í EFTA er ein roynd at sleppa upp á seinasta rekandi flakan, sum hann málbar seg. - Hetta er ein roynd at koma í ein altjóða felags- skap uttan at vilja taka støðu til ES-spurningin, helt Óli Samró fyri. Formaðurin í uttanlands- nevndini er samdur við Óla Samró. - Eg eri persónliga skept- iskur viðvíkjandi lima- skapi í EFTA, tí stovnurin er ein doyggjandi eind. Tað er einki dulsmál, at ES er tað stóra, meðan EFTA er bara næstbest. Hvat er virðið í EFTA, tá Ísland og Noreg fara upp í ES?, spyr Johan Dahl at enda. ES-limaskapur ein treyt fyri visjón 2015 -Eg eri persónliga skeptiskur viðvíkjandi limaskapi í EFTA, tí stovnurin er ein doyggjandi eind. Tað er einki dulsmál, at ES er tað stóra, meðan EFTA er bara næstbest. Hvat er virðið í EFTA, tá Ísland og Noreg fara upp í ES?, spyr formaðurin í uttanlandsnevndini, Johan Dahl Mynd: Bárður Lydersen