fríggjadagur 5. august 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 146 - 5. august 2005
9
Danski forsætisráð-
harrin kemur saman
við grønlendska
landstingsformannin
um til Føroya á
ríkisfund
POLITIKKUR
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
Tað verður ikki hvør sum
helst, sum kemur á vitjan í
Leynum
mánamorgunin.
Tá verður tann árligi ríkis-
fundurin millum ovastarnar
fyri tey trý londini í ríkis-
felagsskapinum, Jóannes
Eidesgaard, Hans Enoksen
og Anders Fogh Rasmuss-
en. Fundurin verður hildin í
einum sethúsum í Leynum
Fundurin plagar at vera
stuttur, og fleiri yvirordnað
mál verða vanliga umrødd.
Fundurin er ein sokallaður
óformellur fundur. Tað er
sostatt eingin skrá fyri
fundin. Tað er upp til teir
tríggjar luttakararnar sjálv-
ar at gera av, hvat teir hava
hug at tosa um. Vanliga
plagar kunning at vera mest
nýtta orðið, tá greitt verður
frá um innihaldið á fundin-
um.
Skrá
Skráin fyri vitjanina er
hendan:
Sunnumorgunin kl. 10.00
koma gestirnir til landið. Á
flogvøllinum tekur løgmað-
ur, Jóannes Eidesgaard,
ímóti landstingsformann-
inum, Hans Enoksen, og
forsætisráðharranum, An-
ders Fogh Rasmussen, við
fylgi.
Av flogvøllinum gongur
leiðin til Sørvágs og haðani
ein túr við bátinum Froyi.
Millum annað verður siglt
framvið Vestmannabjørg-
unum. Ferðin við báti endar
í Saksun, og seint seinna-
partin verður koyrt aftur til
Havnar.
Sjálvur
ríkisfundurin
verður í Leynum mánadag-
in.
Hóast lagið óivað verður
gott, so verður neyvan fult
á Leynasandi. Men so langt
eyga røkkur verða eisini
embætisfólk í Leynum um
hetta mundið. Tey hava
boðað frá fundi á hægsta
embætismannastigi.
– Hetta er ein afturvend-
andi fundur. Vit plaga at
kunna hvønn annan um
ymisk viðurskifti í teimum
trimum londunum, sigur
Sigmund Isfeldt, føroyskur
embætismaður.
Fundurin hjá embætis-
fólkunum
er
eisini
óformellur.
Seinni
í
mánaðinum
kemur Føroya nevndin hjá
danska Fólkatinginum á
vitjan.
Fogh aftur í Føroyum
Anders Fogh Rasmussen kemur aftur á stutta vitjan til Føroya í sambandi við ein óformellan
rískifund
Føroysk børn skulu
duga betri enskt, men
einasti broytingin er,
at undirvísingin
byrjar í fjórða flokki.
Ei heldur skulu vit
rokna við fleiri
flokkum á lærara-
skúlanum
POLITIKKUR
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
Landsstýrið
hevur
al-
mannakunngjørt eina tíðar-
ætlan fyri einskiljingarnar,
ið ætlanin er at fremja. Men
tað er ikki bara sum at siga
tað at fáa tíðarætlanir á
øðrum økjum.
– Vit eru enn á byrjunar-
støði, sigur Jógvan á Lakj-
uni, landsstýrismaður í
mentamálum.
Løgmaður legði hart út í
tinginum á ólavsøku og
gjørdi greitt, at nú skulu
føroysk skúlabørn duga
eins væl enskt sum danskt.
Men júst hvussu hetta verð-
ur veruleiki er heldur tor-
ført at fáa eyga á í løtuni.
Avgerð er tikin um, at
undirvísingin í enskum skal
byrja í fjórða flokki frá
næsta skúlaári at rokna.
Men hetta verður so tann
einasta broytingin, ið verð-
ur framd í fyrstu atløgu.
– Nú mugu vit fylgja við,
hvussu tað fer at hilnast við
hesari royndini. Vit hava
ikki hildið tað vera ráðiligt
at byrja enskt longu í triðja
flokki, sigur Jógvan á
Lakjuni.
Landsstýrismaðurin vísir
á, at hann heldur tað vera
av alstórum týdningi, at
føroysk skúlabørn duga væl
tey norðurlendsku málini.
Ikki fleiri lærarar
Tað verður sagt ferð eftir
ferð í røðuni hjá løgmanni á
ólavsøku, at útbúgving skal
raðfestast hægst. Hvussu
hetta verður gjørt er heldur
ikki ítøkiliga greitt. Í øllum
førum verður tað ikki gjørt
við at útbúgva enn fleiri
lærarar.
– Eg veit ikki, um tað er
so øgiliga stórur tørvur á
fleiri lærarum, sigur Jógvan
á Lakjuni.
Sum er tekur Føroya lær-
araskúli í flestu førum ein
flokk inn um árið, men
nógv hava víst á, at tað er
tørvur á at taka fleiri
flokkar inn, og umsóknirn-
ar plaga at vera um hundrað
á hvørjum ári.
Í løtuni verður arbeitt við
einari ætlan um at umskipa
læraraútbúgvingina til eina
bachelor útbúgving, soleið-
is at hon passar betri saman
við øðrum útbúgvingum á
lærdum háskúlum.
Tað er eingin kostnaðar-
meting av, hvat visiónirnar
hjá landsstýrinum fara at
kosta skattgjaldarunum.
Waiting for
confirmation
Roknskapir
fyri 2004
Tað byrjar av álvara at
fyllast hjá Skráseting
Føroya við roknskapum
fyri 2004. Vit nevna her
nakrar
av
teimum
nýggjastu
almennu
roknskapunum
frá
2004.
Tjaldrið flýgur
høgt
Á næstovastu rók fyri
ársúrslitini hjá øllum
føroyskum fyritøkum
fyri 2004, finna vit P/F
Tjaldur. Felagið átti
áður Skipafelagið Før-
oyar, ið varð selt til
Eimskip. Felagið hevði
heilar seksti milliónir í
yvirskoti fyri 2004.
Àðrenn skattur fór av
vóru heili áttati milli-
ónir í yvirskoti. Undir
teiginum óvanliga inn-
tøkur í sambandi við
flyting av virksemi eru
79 milliónir inntøku-
førdar.
Bert
Føroya
Banki við sínum 97
milliónum í yvirskoti
kann vísa eitt betri flog
enn Tjaldrið fyri 2004.
Undirskot á
bilasøluni
P/F Bilasølan, ið selir
bilasløgini VW, Audi,
Seat og Mazda, hevði
eitt
hall
áljóðandi
428.000 krónur fyri
2004. Størsta broytingin
í eksterna roknskap-
inum finna vit undir
starvsfólkakostn-aður.
Har eru útreiðslurnar
voksnar góðar 550.000
krónur. Ì roknskapinum
verður skrivað, at úrslit-
ið verður ikki mett at
vera nøktandi.
Pakka seg til
yvirskot
Ein av størru fyritøk-
unum í Vestmanna, Vest
Pack, hevði 877.000
krónur í yvirskoti fyri –
702.000
krónur,
tá
skatturin var farin av.
Tað er Havnar Timbur-
handil, sum eigur Vest
Pack. Roknað verður
við á leið sama úrsliti
fyri 2005, men tó verður
roknað við størri sølu til
útfluttning.
Rør selja væl
Ein onnur fyritøku, sum
eisini kann frøast um
eitt gott ár í fjør, er P/F
Svend Krosstein. Yvir-
skoti var 11 milliónir
áðrenn skatt, og 9,1
millión var eftir hjá fel-
agnum, tá alt var farin
av. Partaeigarnir, allir
við
eftirnavninum
Krosstein, hava valt at
rinda 600.000 krónur í
vinningsbýti. Ùrslitið er
ávirkað nógv av sølu av
bygningi.
Stinnari í enskum. Føroyskir skúlanæmingar byrja við enskum í fjórða flokki, men tað er higartil
einasta stigi at bøta um førleikan í enskum hjá føroyskum skúlanæmingum