Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-05, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. august 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 146 - 5. august 2005 Í morgin eru liðin seksti ár síðan kjarorkubumban ein kvirran sera vakran sólskinsdag varð kastað yvir japanska stórbýin Hiroshima. Hetta var fyrstu ferð hetta ræðuliga vápnið var nýtt móti menniskjum. 70.000 fólk doyðu við brestin, fleiri hundrað túsund fingið ræðuligar skaðar av brunasárum og geisla- virkni. Hiroshima hevði ongan hernaðarligan týdn- ing. Har var eingin japansk hermegi, eingin vápna- ídnaður og heldur eingin annar ídnaður av týdningi. Býurin var fullur av gomlum, kvunnum og børnum, tí eingin væntaði eitt álop á hendan bý. Hví ameri- kanska herleiðslan valdi henda bý til bumbumál er framvegis ein gáta. Bumban, ið varð kastað yvir Hiroshima bar dul- merkið Fat Boy og flogfarið, ið flutti Fat Boy tvørt- urum Kyrrahavið kallaðist Elona Gay. Hugnalig og hugalig heiti á deyðans ræðuligu boðberum - svart skemt tá hetta er svartast! Fáur mundi tá á døgum grunað, at Elona Gay og Fat Boy fullkomuliga fóru at broyta allan heimin. Tey flestu, herleiðarar og vísindafólk hildu, at her var bert talan um eitt sera hent og ómetaliga effektivt vápn, ið kundi stytta um annan heimsbardaga og harvið spara enn fleiri mannlív enn tey, sum vórðu týnd í Hiroshima og nakrar dagar eftir í Nagasaki. Eingin ivaðist, eingin ávaraði móti at nýta hetta ófatiga sterka vápnið. Tann einasti av fedrum Fat Boys, sum var í iva, var heimsgitni danski vísindamaðurin Niels Bohr. Niels Bohr ivaðist ikki í, at bumban skuldi nýtast, men hann ávaraði ímóti, at eitt stórveldi, USA, fekk sær einarætt til hetta vápnið. Hann mælti tí Churchill og Roosevelt til at kunna Sovjet og allan heimin um kjarnorkubumbuna fyri at skapa álit og fyri at tryggja, at bumban ikki varð brúkt í tíð og ótíð. Men Niels Bohr varð ikki tikin fyri fult. Kalda kríggið var longu byrjað og USA og Bretland vildu hava mono- pol uppá bumbuna. Síðan Elona Gay sleppti sínum deyðiliga førningi, Fat Boy, yvir Hiroshima er nógv vatn runnið í áir. Øll storveldi og fleiri smærri lond hava fingið kjarn- orkuvápn og kjarnorkuvápnagoymslurnar eru nú so stórar, at til ber at týna allan heimin sjeyti ferðir. Henda støðan ørkymlar nógv fólk kring allan heimin. Øll hava nú skilt, at heimurin eftir tann 6. august 1945 ongantíð verður tann sami aftur. Nógv hava skilt, at her er talan um eitt vápn, sum í roynd og veru ikki kann verða nýtt, t´åi eingin sigurharri verður í einum kjarnorkukríggi. Nógv hava skilt, at kjarorkuvápnagoymslurnar í sjálvum sær, at eru ein hóttan móti øllum lívi í foldini. Gongdin seinastu árini hevur verið tann, at stórveldini hava roynt at avmarkað møguleikarnar hjá smærri londum at útvega sær kjarnorkuvápn. Hetta er ein góð gongd, tí her er eitt hitt størsta vandamálið í løtuni. Tey lond, ið nú eru við at ognað sær hetta vápn eru ágangandi og hóttandi og tí er tað í tøkum tíma, at henda gongd verður steðgað, DAGSINS MEINING Sosialurin Fat Boy - eitt dapurt minni Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Seinasti Summar Festivalurin áðrenn Norðoyartunnilin letur upp Jan Müller, blaðstjóri Um vikuskiftið verður Klaksvík vertur fyri eini tí størstu hendingini í før- oyskum mentanarlívi sein- astu mongu árini. Tón- leikafestivalurin í Klaks- vík, sum bara hevur eitt ár á baki, hevur fingið so stóra undirtøku frá teirri breiðu fjøldini av føroyingum, at neyðugt hevur verið at víðka munandi um festival- økið fyri at fáa øll inn í ár. Líkt er til, at tað verða úti ímóti 7.000 fólk til Summ- ar Festivalin í ár, og tað er púra óhoyrt. Hetta er eitt fantastiskt átak, sum er blivið til eina fólkafest fyri allar føroy- ingar. Klaksvík er í mið- deplinum, men allir føroy- ingar eru við á Summar Festivalinum, og eisini úr útlandinum koma gestir. Summar Festivalurin í fjør eydnaðist fram úr væl, og nú spennir Summar Festivalurin seg út við enn størri útlendskum tónleika- stjørnum. Hevði tú fyri einum ári síðani sagt, at í ár fara Brian McFadden, Shakin' Stevens, Ana Johnsson, Anne Linnet, Straight Ahead og onnur at spæla í Klaksvík - sama vikuskiftið til sama tiltak - so hevði onkur ivaleyst hildið teg verið óðan í høvdinum. Men hesin óhugsandi tanki er blivin til veruleika í Klaksvík, har Summar Festivalurin um vikuskiftið kann bjóða eina tí mest spennandi skránna til eitt tónleikatiltak í Føroyum nakrantíð. Í hesum tíðum, tá ið partar av samfelagnum uppliva niðurgongd, er tað hugaligt at síggja, at før- oysku tónleikafestivalarnir - frá Mjús til G! og Summ- ar Festival - hava so stóra undirtøku millum fólk. Hetta er eitt nýtt slag av mentanartiltøkum, sum fólk annars bara hava kunn- að upplivað uttanlands, men nú føroyingar royna seg, vísir tað seg, at vit duga væl at skipa fyri, og at vit klára at fáa kendar bólk- ar til Føroya at spæla. Áræðið er stórt, fyriskip- anin er professionell, og hetta skapar grundarlag fyri, at fólk eisini vilja verða við, uppliva, lurta, práta og njóta festivalarnar. Nú stendur Summar Festivalurin fyri framman, og festivalurin í Klaksvík verður - um veðrið vil tað og áskoðárarnir vilja tað - eftir øllum at døma størsta tónleikatiltak í landinum, nú úti við 7.000 fólk fara at leita sær á festivalin at uppliva tónleikin og alt annað, sum náttúrliga fylgir í kjalarvørrinum á slíkum festivaltiltaki. Eg vil sum umboð fyri miðlafyritøkuna Sosialin ynskja Summar Festivalin- um góða eydnu - og eisini tillukku við, at tit hava fingið eitt so stórsligið og flott tiltak upp at standa. Hetta er nakað, sum allir føroyingar kunnu verða stoltir av. Tit eru enn eitt týðandi lið í tí røð av festi- valtiltøkum, sum tykjast at hava fingið fastatøkur kring alt land okkara. Tónleikurin rungar í Klaksvík