Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-05, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. august 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 146 - 5. august 2005 11 Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Sámal Matras Kristiansen samfelagsfrøðingur Tað skal gerast spenn- andi at síggja, hvussu nýggi, spennandi »Bú- staðarpakkin« fer at hæsa av tá ið avtornar. Serliga leigulógin hevur verið serstakliga átroðk- andi hesi seinastu mongu árini. Eitt, eg tó gjarna vil viðmerkja, er at ein leigulóg ikki noyðist at merkja, at nógv fer at verða bygt kring um í landinum. Føroyingar hava sum er sera nógv húsarúm at búleikast í, í mun til fólk í øðrum londum, og ein tann hepnasta avleiðingin av eini komandi leigulóg vildi eftir mínum tykki verið, at størri partar av núverandi húsarúmunum verða leigaði út til fólk, ið einans sóknast eftir einum tíðaravmarkaðum býli. Nógvastaðni er trupult at finna býli hjá teimum, ið ikki hava familju ella netverk. Hetta er m.a. galdandi fyri útisetar, ið vilja flyta heim aftur á klettarnar, ella bygdafólk, ið ynskja at flyta til høvuðsstaðin, og mangan enda í kjaft- unum á "bústaðarháv- um", ið krevja okursleigu og veita sera vánaligar umstøður. Eg vil heita á lands- stýrismannin í almanna- málum um at hugsa hesi potentiellu leigumálini (t.d. kjallaraíbúðir, men eisini heil hús) inn í leigulógina, soleiðis at privat fólk kunnu kenna seg trygg við at bjóða fremmandrafólki inn undir tak. Neyðugt er ikki einans at betra um treytirnar hjá leigarun- um, men so sanniliga eis- ini at betra um treytirnar hjá útleigarunum. Eg hugsi m.a. um lógarkravt depositum, ið skal hugs- ast saman við reglurnar um tryggingarviður- skifti. Harumframt mugu gerast heilt greiðar reglur um nær eitt leigumál ikki verður nóg væl hildið, og nær útblaking tískil er ein møguleiki. Tað má takast fyrilit fyri, at privatir húsaeigarar ikki hava somu møguleikar at handfara illavorðnar leig- arar sum t.d. hálvanonym skrivstovufólk í einum bústaðarfelagi. Tað má takast fyrilit fyri, at eisini gamlar ommur og abbar skulu kunna tora at leiga partar av húsinum út til fremmand fólk uttan at skula hava nakað at ræðast. Lógin skal verja leigaran, men hon skal so sanniliga eisini verja útleigaran. Tað vildi verið spell at nýtt alt ov nógvar krónur uppá at byggja nýtt, um privatir húseigarar í staðin kundu vunnið sær nakrar eyka krónur uppá ta húsaíløguna teir hava framt. Eisini veit eg, at nógv gomul fólk hava ein "kærleika" til síni hús, og tískil ikki vilja flyta í t.d. eitt eldrabýli. Í slíkum førum vildi ein privat út- leiga eisini verið hent, tá tey gomlu knappliga sanna, at tey ikki megna at røkja øll húsini longur. Í dag er størsta forðingin, at nógvir húsaeigarar ikki tora at leiga út, tí at vandin er ov stórur fyri at óseriøsir leigarar kunnu gera teimum lívið súrt ella kanska eru oyði- leggjandi og skitligir. Tryggir karmar kring leiguviðurskifti ynskjast. Eg gleði meg um, at ein leigulóg nú er í eygsjón, og eg ynski góða eyðnu við lógarsmíðinum. Jústinus Leivsson Eidesgaard rithøvundur Eg eri í dag 47 ára gamal. Tá ið atkvøtt var um ES fyrstu og einastu ferð í Føroyum í 1972 var eg 15 ára gamal. Tað eru also fólk, sum eru eldri enn eg, sum eru 50 ár og eldri, eg eri ikki heilt vísur um valrætturin var niðri á 18 árum tá, ella um hann var 21, um so er, so eru tað folk, sum eru 53 ár og eldri, sum einaferð med alla hava avgjørt, at vit slett ikki skulu tosa aftur um ES limaskap og harvið verður Føroya Fólk heldur ikki kunnað um, hvørjir møgu- ligir fyrimunir kundu stað- ist av limaskapi í ES. Fyri- munir og vansar. Hetta er ikki serliga demokratiskt. Teir flestu, sum sita á tingi í dag, eru heldur ikki eldri enn eg, og teir hava eins lítið grundarlag sum eg at taka støðu til, um teir eru fyri ES ella ikki. Er hetta demokratiskt? Tá ið eg verið spurdur hvørja støðu eg havi til ES, so kann eg siga, at eg eri fyri ella í móti, alt eftir hvørja støðu eg havi arvað frá mínum forfedrum, og eg kann ikki taka støðu av mær sjálvum, tí einaferð, tá ið eg var 15 ára gamal, proppfyltur av hormonum og hugsaði mest um konu- fólk, tá varð avgjørt, at vit skuldu ikki upp í ES ella EEC sum tað kallaðist tá, og so skuldi ikki snakkast meira um tað. Er hetta demokratiskt? Nú eru 33 ár ligin, og tøgn hevur at kalla verið um hetta mál, um hetta er demokratiskt ivist eg stórliga í. Flokkar á tingi hava enntá í floksskránni, at teir eru í móti ES, og so sleppa teir frá at hugsa meira um tað. Er hetta demokratiskt fyri floks- stuðlarar? Eg haldi, at uppgávan hjá fjølmiðlunum er at hjálpa mær at taka støðu til álv- arsmál í samfelagnum. Teir skulu ikki siga mær hvat eg skal halda, men teir skulu upplýsa soleiðis, at eg eri førur fyri at taka eina støðu. Tað er uppgávan hjá fjøl- miðlunum at hjálpa mær sum lesara, síggjara og lurtara, at fáa nóg mikið av vitan, til at eg kann taka støðu til álvarsmál. Heimurin er broyttur al- mikið síðan 1972, tað er næstan einki, sum er at kenna aftur. Eg brenni eftir at fáa at vita um tað í dag eru fleiri fyrimunir enn vansar hjá føroyingum at melda seg inn í europæiska samveldið. Ella fleiri vans- ar enn fyrimunir, og til hetta kann eg ikki nýta eina 33 ára gamla fólkaatkvøðu. Samgongan meldar út við eini visión fyri næstu 10 árini, uttan at hava neyðuga grundarlagið til at taka støðu til, um stóri veruleikin fyri sunnan Europæiska Samveldið, skal vera við ella ikki? Er tað trúverdugt? Ber tað til at samráða seg til eina serliga fiskiveiðu- avtalu við ES, sum í markn- aðarfyrimunum og krónum og oyrum gevur meira enn fiskivinnan gevur í dag, so kann tað væl vera líka mik- ið um spanskir trolarar liggja inni á Sandoyarbank- anum og vit fylla okkara bátar við góðum ES-grøn- landsrækjum og dýrum feitum makreli í Kanalini og fiska tosk av ES kvotu í Barentshavinum. Ella sleppa inn á »Norrakyst- ina« um várið ella á Halan í Íslandi um jóltíðir. Hetta var veruleikin hjá føroying- um fyrstu 60 árini í farnu øld, júst tann øldin, sum eg siti og skrivi um í dag. Hetta er bara ein tanki sum rekur fram fyri meg nú, og sum hevur verið tabu at tosa um í Føroyum seinastu 33 árini. Vælsignaðu fjølmiðlar og politikkarar, hjálpið mær við tí nýggjastu vitan- ini um Føroyar í ES, at taka støðu til, um eg skal vera fyri ella í móti hesum lima- skapi. Gevið mær fakta, turr tøl, krónur og oyru, kilo og tons og ikki tað tit halda og meina, tí tað er fullkomiliga uttan áhuga fyri meg. Regin av Steinum Menn fóru og fara burtur; torvið varð borið burtur, og hønur kunnu verpa burtur, men eingin hevur nakrantíð sagt, at ærin kastar vekk. Tað er heilt órímiligt, sum fólk eru farin at nýta hetta fitta orðið rímiligt. Hvør kann finna uppá at siga, at aldurnar í Svín- oyarfirði eru rímiliga høg- ar, men tíverri er hatta komið um góðar varrar til okkum øll gjøgnum luftina. Hví lesa deknar og aðrir Guds vinir: "Latið okkum biðja", tá ið tað stendur „Latum okkum biðja"; so hevði verið frægari bara at sagt "Lat okkum biðja". So er tað hetta ógvisliga orðið umborð, sum er at hoyra á hvørjari stevnu, t.d. hann er umborð á Full- kubbanum. Nei, hann er við, á, ella rør við Full- kubbanum. Hvar er musikkurin í málinum, sum Erik Petersen plagdi at taka til? Hvar fór róðurin? Nú tosa teir bara um rógving. Kapprógvingar-bátur mátti borið illa til. Og so hatta vælsignaða farsið, t.d. seksmannafars-róðurin, tað má bera til at málbera seg soleiðis, at aðrir hættir og formar verða nýttir. Hví eru dystir vorðnir tættir nú á døgum? Hava teir/tær íløt við vatni at tveita ella sparka ímillum sín? Tað er kanska tí, at dómarin biður onkran koma inn at turka gólvið, so eingin fær skaða? Eitt býtt kann spyrja meira, enn sjey vísir kunnu svara! Hvat bagir orðum sum spenningur (spennandi) og javnur. Orðið "føring" (og at føra) er neyvan nakar vinn- ingur fyri føroyskt mál; sama kann sigast um t.d. "....restina av Føroyum" Tað eitur: Um sjúkur, t.d. Um meslingar. Tað ber ikki til at siga á føroyskum: "Runt um meslingar". Øll máttu hoyrt, at orðalagið er fremmant. Málsligi førleikin gjørdi, at ikki varð neyðugt at greiða frá øllum út í æsir, men nú skulu øll velja, tá ið tey skulu gera okkurt, og tað ljóðar mangan tápuligt: Eg fari á ólavsøku, og ikki: Eg velji at fara á ólavsøku. "Eg svari", fyri: "Eg velji at svara". Velur drongurin at fara við konufólki á ólav- søku? Tá kann tað meira enn so henda, at hann ligg- ur sjóvarfallið av sær. So alt hetta her: Pá nú- verandi tíðspunkt, pá sigt, hygga sær, til trods fyri, åbenbart, skegir, dystert o.s.fr. Tað var líka við, at teir taptu dystin, nei, teir mundu tapt. Nú ein dagin hoyrdist, at hestafelag varð sett á stovn; hvat man javnstøðunevndin fara at til siga, at ryssur sleppa ikki upp í part? Ferð eftir ferð er at hoyra á teimum, ið betur skuldu vita, at Føroyar kemur, fer er o.s.fr. Hetta er skeivt, tí hóast landið er lítið, so er tað kortini fleirtalsorð; tí eitur tað: Føroyar fara, eru, hava o.s.fr. VIÐMERKINGAR ES limaskapur og fjølmiðlarnir Burtur við vekk o.a. Leigulógin