Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-05, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. august 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 146 - 5. august 2005 TÍÐINDASKRIV Í framtíðini verður møgu- ligt hjá teimum, ið búgva fram við Skálafjørðinum at keypa nýggjan bil uttan at skula ta longu leið til Havnar. Jóhannes Jakobsen hevur útvegað Nordbil og Nordcar eitt øki í Runavík, har pláss er fyri umleið 20 bilum. Egil Weihe úr Lamba verður sølumaður. Úrvalið verður stórt, tí hesi feløg umboða ikki minni enn 5 bilmerki: Honda, Hyundai, Skoda, Fiat og BMW umframt at brúktir bilar eisini verða at fáa. Nordbil og Nordcar í Runavíkini NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Seinasta heilsan til pápa mín Magnus Egholm Jacobsen, Glyvrar TÍÐINDASKRIV Leygardagin 27. august 2005 verður skipað fyri eini kristiligari fótbóltskapping í Ítróttarhøllini á Nabb. Kappingin er ein stuðuls- kapping fyri ein "Læru- sveinaskúla í Pakistan", sum trúboðanarfelagsskap- urin Samverkamenn skipa fyri. Kappingin, sum byrjar kl. 9.00, er fyri bæði kvinn- ur og menn. 5 spælarar + 1 møguligur útskiftari kunnu verða á hvørjum liði. Kapp- ingin er býtt upp soleiðis, at ongir aldursbólkar eru, t.v.s. at fólk í øllum aldri koma at kappast ímóti hvørjum øðrum, tó so at menn og kvinnur kappast fyri seg. Bókasølan Logos letur vinningar til vinnandi lið- ini. Hesar kappingar eru eisini kendar í øðrum lond- um. Eitt nú verða vanligu fótbóltsreglurnar broyttar soleiðis, at um ein leikari t.d. bannar, verður hann útivístur í 2 minuttir. Eisini verður fýra andaktir hildnar undir kappingini. Tilmelding er á telefon: 227482 ella á heimasíðuni: www.samverkamenn.org, har eisini meira fæst at vita um kappingina. Kristilig fótbóltskapping Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum at Tummas Vilhelm Klaksvík andaðist á Norðoyar Røktarheimi 3. august, 91 ára gamal. Kistan fer frá Kapellinum í Klaksvík fríggjadagin 5. august kl. 18.00. Jarðarferðin verður frá Betesda leygardagin 6. august kl. 13.30. Fyri tey avvarðandi Margreta og Jens Vilhelm Tøkk Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá kæra mamma og omma Oddny Christie andaðist og varð jarðað. Tøkk fyri blómur og kransar. Tøkk til øll á G4. Tøkk til øll tykkum, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Vegna familjuna Ann,Tanya og Odmund Tøkk Vit vilja takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara Marna úr Konoy andaðist og varð jarðað. Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur. Tøkk til tykkum á Giljagarði. Tøkk til Dánjal Paula og Martin Restorff Jacobsen fyri vøkru orðini í Gøtu kirkju. Tøkk fyri hjálpina til ervið, allar tit mongu, ið vóru har. Tøkk til øll tykkum, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Vegna familjuna Hallgerð, Haraldur, Símun Pauli og Páll Á myndini er Rodmundur Nielsen, borgarstjóri komin at bjóða fyritøkunum vælkomnum. Hinir á myndini eru f.v. Birgir Dam Jacobsen, Egil Weihe, Jens Petur Jensen Eg vildi tú visti at saknur, so svárur í brósti nú er; og orðini, so lítið tey duga, nú tú ikki longur ert her. Tó minnini liva í hjarta, og løturnar saman við tær, allar tær løtur eg goymi, í hjartanum innast hjá mær. Um tárið enn rennur úr eyga og stundin enn kennist svár, so veit eg, at tú ert á leiðum, har altíð er sól og vár. Eg veit at tú elskaði ljósið - tú tendraði fleiri við mær, Tær løturnar, - vit báðir saman - ongantíð gloymi eg tær. Páll