fríggjadagur 5. august 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 146 - 5. august 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Mánadagin 1. august andaðist Johan Christiansen í
Pokeri, vanliga nevndur Hanniba hjá Kristiani, 93
ára gamal. Kistan fer úr kapellinum fríggjakvøldið
klokkan 18. Jarðarferðin verður leygardagin
klokkan 13:30 úr Porkeris kirkju. Sungið verður úr
sálmabókini.
Tey, ið vilja minnast Hanniba, kunnu lata Missi-
ónshúsinum í Porkeri eina peningagávu.
Tummas Vilhelm, Klaksvík, andaðist á Norðoya
Røktarheimi 3. august, 91 ára gamal. Kistan fer úr
kapellinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsið fríggjadagin
5. august klokkan 18:00. Jarðarferðin verður úr
Betesda leygardagin klokkan 13:30.
Óli Hammer, úr Fámjin, andaðist mikudagin 3.
august á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi, 81 ára
gamal. Kistan fer úr kapellinum á Suðuroyar
Sjúkrahúsi leygardagin klokkan 16:00. Jarðar-
ferðin verður úr Fámjins kirkju sunnudagin
klokkan 13:00.
Kelda: Útvarpið
Andlát og jarðarferðir
75 ára føðingardagur
Í sambandi við at Eiler Jacobsen, Marknagilsvegur
19, Havn, fylti 75 ár 30. juli, verður føðingardags-
veitsla hildin á Hotel Føroyum fríggjakvøldið 12.
august kl. 19.
Av tí at Eiler EINKI VEIT um veitsluna og er burt-
urstaddur í løtuni, verða tey, ið vilja gleða Eiler við at
koma, vinarliga biðin um at ringja: 314605, 721612
ella 223765 í seinasta lagi 7. august.
Dagurin
5. august. Ásvaldur, deyður í 642. Enskur kongur,
sum var sera ágrýtin í trúboðaravirki í landi sínum.
Millum annað bygdi hann á oynni við landnyrð-
ingsstrond Onglands kleystrið Lindisfarne, ið víking-
ar løgdu í oyði í árinum 793. Ásvaldur fell í einum
bardaga við heidna kongin Mercia.
Navnið er gamalt enskt, ið merkir Guð ræður.
Leygardagin 30. juli vóru
tað 50 ár síðani, at Elin og
Høgni
Poulsen
giftust.
Stóra dagin hildu tey hjá
dóttrini og versoninum í
Miðvági. Tey vóru í mong
ár prestahjún í Vágum og
seinni í høvuðsstaðnum.
Elin, sum er 74 ára gom-
ul, er ættað av Tvøroyri.
Foreldrini hjá henni vóru
Inga, fødd Nielsen, og
Magnus Magnussen.
Høgni, sum er 75 ára
gamalur, er ættaður úr
Sandvík. Foreldrini hjá
honum vóru Johanna, fødd
Poulsen, og Dánjal Poul-
sen.
Tey bæði hittust, tá ið tey
undir krígnum gingu í
realskúla á Tvøroyri. Tey
giftust í Danmark, har tey
vóru undir útbúgving, og
tey komu aftur til Føroya í
desember í 1957.
Elin lærdi til sjúkrasystir
á Bispebjerg Hospitali í
Keypmannahavn. Hon ar-
beiddi sum sjúkrasystir í
Danmark, og nakað eftir, at
familjan var flutt vestur í
Vágar, fór Elin at nýta út-
búgingina, umframt at hon
var prestakona. Hon ar-
beiddi á Ellisheiminum í
Vágum frá tí, at tað varð
tikið í nýtslu í 1972, og
seinni var hon á røntgen-
deildini á Landssjúkrahús-
inum.
Høgni leyk gamalt ella
klassiskt málsligt students-
prógv í Rønde í 1951. Hann
las síðani gudfrøði á lærda
háskúlanum í Keypmanna-
havn, har hann var liðugur í
1957.
Fyrsta prestastarvið hjá
Høgna var í Suðurstreym-
oyar prestagjaldi, har hann
varð innsettur í embætið
fjórða sunnudag í advent í
1957. Frá 1963 og fram til í
1976 var hann prestur í
Vága prestagjaldi, sum um-
framt bygdirnar í Vágum
fevndi um Mykines. Í 1976
fluttu tey bæði til Havnar,
har Høgni hevði fingið
starv í vestara prestagjald-
inum, og í Vesturkirkjuni
og hinum kirkjunum í
sóknini starvaðist Høgni
Poulsen, inntil hann legði
frá sær.
Høgni hevur verið ógvu-
liga virkin í kirkjuliga um-
hvørvinum. Í lestrartíðini
vóru tey bæði í Ung-
mannafelagnum, har nógvir
føroyingar savnaðust, og
har Elin og Høgni vunnu
sær nógvar vinir. Tað var
Emil Joensen, prestur, sum
var ættaður úr Bø, og sum
var prestur í Mariekirken í
Keypmannahavn, sum upp-
runaliga fekk ungmannafe-
lagið í lag.
Høgni var limur í Sam-
fundsráðnum ella Høvuðs-
stýrinum, sum tað nú nevn-
ist, fyri Heimamissiónini í
Føroyum í nógv ár. Hann
var við til at stovna Heima-
missiónsforlagið, og hann
hevur verið í stýrinum fyri
og eitt skifti formaður í
stýrinum fyri Meinigheits-
húsið í Havnini. Hann hev-
ur eisini verið formaður í
nevndunum fyri KFUM og
Bláa Kross.
Tá ið ellisheimið í Vág-
um, sum var tað fyrsta av
sínum slagi í landinum,
varð bygt, var Høgni Poul-
sen formaður í byggi-
nevndini. Grundarsteinurin
varð lagdur av Ingrid drotn-
ing í 1969, og heimið varð
tikið í nýtslu í 1972.
Elin og Høgni Poulsen
eiga tríggjar døtrar: Jó-
hanna, sum er sjúkrasystir,
er gift Jákupi Reinert Han-
sen, presti. Tey búgva á
Sandi. Inga, sum er prestur,
er
gift
Mariusi
Dam,
kommunulækna
og
løgtingsmanni. Tey búgva í
Miðvági. Durita, ið er
lækni, er gift Claus Weber,
eksport teknikkara. Tey
búgva í Odense. Elin og
Høgni Poulsen eiga 11
barnabørn.
Elin og Høgni Poulsen gullbrúdleyp
Í 1955 vóru 17 føroyskar
gentur á húsarhaldsskúla í
Haslev. 4. juni 2005 – 50 ár
seinni – hittust 10 av
teimum aftur hjá Sólgerð á
Rógvi Olsen á Argjum. 3
eru ikki á lívi í dag, og hjá
hinum 4 barst frá at koma.
Á myndini eru f.v.: Ása
Midjord, Fuglafjørður, Rig-
mor Toftegaard, Fugla-
fjørður,
Judith
Olsen,
Fuglafjørður, Ebba Joen-
sen, Gjógv, Sonja Hansen,
Tórshavn, Katrin Harald-
sen, Fuglafjørður, Hanna
Johannesen, Søldarfjørður,
Sólgerð á Rógvi Olsen,
Argir, Mona Simonsen,
Sandavágur, og Lis Djur-
huus, Sandur
Húsarhaldsskúlanæmingar:
Hittust aftur 50 ár seinni