Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-05, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. august 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 146 - 5. august 2005 Mánadagin 18. juni vóru umboð fyri nevndina í Alz- heimerfelagnum á fundi við Heðin Mortensen, borgar- stjóra, har hann m. a. fekk handað bóklingin: »Góð dagtilboð til fólk við demens« Hesin faldari er úrslit av norðurlendskari verkætlan, sum hevur fingið stuðul frá Norðurlendska ráðharraráð- num. Arbeiðsbólkurin, ið var samansettur av fakfólki við drúgvum royndum innan demensøki og avvarðandi hjá demenssjúkum, hevur funnið tær bestu skipanir- nar, sum eru í norður- londum. Vegleiðingin, ið faldarin sipar til, byggir á royndir frá dagtilboðum, sum vit hava savnað úr skriftligum tilfari og við at tosa við starvsfólk, sum arbeiða við stutttíðarrøkt, avvarðandi og fólk, ið eru minnisveik.Hann er um- settur til øll tey norður- lendsku málini. Umsett til føroyskt hevur Marna Jacobsen. Endamálið við faldara- num er at fáa fólk at skilja, hvussu stóran týdning eitt gott dagtilboð hevur fyri fólk við demens, tí at tað stimbrar tey mentalu, likam- ligu og sosialu virkisevnini. Felags fyri øll norðurlondini er, at alt ov fá skipað dagpláss eru til demenssjúk. Heftið er ætlað heilsu- starvsfólkum, sum arbeiða á dagstovnum ella leggja til rættis góð dagtilboð, áhuga- feløgum og teimum, ið hava avgerðarvald. Tað kann eisini vera ein hjálp, tá ið avvarðandi skulu biðja um skipað tilboð til sínar næstr- ingar. - Fremsta uppgávan hjá Alzheimerfelagnum er at taka sær av áhugamálum hjá teimum minnisveiku og teirra avvarðandi. Við hes- um faldaranum royna vit at fáa fólk at skilja, hvønn týdning eitt gott dagtilboð hevur, og vit lýsa okkara sjónarmið, koma við hug- skotum og tilmælum um ein góðan og innihaldsríkan gerandisdag við støði í tørvinum og ynskjunum hjá tí sjúka og avvarðandi hans- ara ella hennara, sigur Alzheimersfelagið. Faldarin verður sendur stovnum kring landið. Onn- ur áhugað kunnu venda sær til Alzheimerfelagið, tlf. 313102, ella Miðstøðina fyri minnisveik, tlf. 318102. Ítøkiligt úrslit av norðurlendskum samstarvi Fyri fyrstu ferð slapp nýggja Miðlahúsið í Vágsbotni at royna seg á tjóðarhátíð okk- ara, ólavsøkuni. Og upplatingin av húsi- num varð eisini sera væl móttikin. Mong hundrað vitjandi stukku inn á gólvið í Tórsgøtu 1 at síggja framsýningina hjá Óla P og hitta tekn- aran FRAMSÝNING Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eisini valdu tey at síggja áhugaverda og søguliga filmin frá BBC um Før- oyar, sum kendi føroyski myndamaðurin Jákup Andreas Arge hevði fingið hendur á í gomlu mynda- goymslunum hjá bretsku miðlafyritøkuni. Uppaftur onnur høvdu valt sær høvi at síggja og hoyra mongu tónlistafólk- ini, sum spældu og sungu um alla ólavsøkuna í Miðlahúsinum. Her settu ikki minst Spælimenninir sín serstaka dám á. Men eisini Sigrið Rasmussen og hennara tónleikarar fingu mangar ólavsøkugestir at leggja leiðina í Vágsbotn. Tvey kvøld á rað. Og teir, sum kanska vórðu við til at seta prikkin yvir iið, Brekkubrothers, fingu eina dundrandi móttøku. Aftrat hesum stóð so eisini ólavsøkugestunum í boði at síggja nýggja Miðlahúsið um somu tíð, sum journalistar og foto- grafar vóru til arbeiðis og løgdu myndir og greinar út á Portalin hjá Føroya Tele, sum føroyingar nær og fjar hava møguleika at síggja. Soleiðis gjørdist ólavsøk- an í ár eisini ein hátíð fyri føroyingar uttanfyri Havn- ina, fyri øll tey, sum ikki vóru í Havn stevnudag- arnar, men sum høvdu valt at vera heima ella fara út um landoddarnar at njóta summarferiuna. 376 vann Atgongumerkið til mongu tiltøkini í Miðlahúsinum var eisini lutaseðil, har møguleiki var at vinna ein ferð, sum Atlantic Airways hevur latið, millum Føroyar og Danmark. Drigið er, og hepni vinnarin er nr. 376. Tillukku. Ólavsøkuinnrás í Miðlahúsinum Hesa ólavsøkuna var framsýningin av skemtitekningum hjá Óla Petersen í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Øll hini árini hevur hon verið í Smiðjuni í Lítluvík Mynd: Jan Müller Nógvur tón- leikur var at hoyra í Miðla- húsinum á ólavsøku - eisini í bak- garðinum var livandi tón- leikur Mynd: Jan Müller Brekkubrothers høvdu útgávu- konsert í Miðlahúsinum um ólavsøkuna Mynd: Jan Müller Skemtiteknarin Óli Petersen í góðum selskapi saman við Edmundi Joensen, løgtingsformanni og Heðini Mortensen, borgarstjóri í Havn Mynd: Jan Müller