Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-05, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. august 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Turriklæðið vandamikið Ein av teimum fremstu muslimsku leiðarunum í Bretlandi mælir nú teimum muslimsku kvinnunum har til at taka turriklæðið av høvdin- um, so tær kunnu sleppa undan ágangi. Síðani bumbuatsókn- ina í London tann 7. juli hevur bretska løgreglan fingið 269 fráboðanir um, at muslimar og aðrir minnilutar hava verið fyri ágangi, og tað er nógv meiri enn vanligt. Fyri at forða hesum mæl- ir Zaki Badawi teimum muslimsku kvinnunum til at taka turriklæðið av høvdinum, tí so kunnu tær eftir hansara tykki kenna seg tryggari. - Soleiðis sum støðan er, mæla vit kvinnunum til at taka turriklæðið av høvdinum, sigur Zaki Badawi við BBC. Hann er leiðari á Muslim College í London og lim- ur í ovasta ráðnum hjá teimum bretsku muslim- unum. Vanlukka skal kannast Myndugleikarnir í Sudan hava kunngjørt, at teir ætla sær at kanna til- burðin, tá John Garang, varaforseti, doyði í einari tyrluvanlukku í granna- landinum Uganda fyri nøkrum døgum síðani. Omar al-Bashir, for- seti, segði í einari sjón- varpsrøðu mikukvøldið, at hann hevur sett eina nevnd at kanna tilburðin. Nevndin skal samstarva við teir ugandisku mynd- ugleikarnar, sum eisini hava sett sær fyri at kanna, hvat veruliga hendi. ST boðaði í gjár frá, at heimsfelagsskap- urin ætlar sær at taka lut í kanningini. ST-umboðs- maðurin í Sudan, Jan Pronk, gjørdi tó vart við, at fyribils bendir alt á, at talan var um eina van- lukku. Fyrr í vikuni vóru harðir samanbrestir í Su- dan ímillum løgregluna og viðhaldsmenn hjá John Garang, sum vilja vera við, at myndugleik- arnir beindu fyri honum. Hesum hevur stjórnin víst aftur. Omar al-Bash- ir, forseti, sigur, at John Garang átti ein stóran lut í, at tað eyudnaðist at fáa enda á borgarakrígnum har suðuri í landinum, og at friðartilgongdin fer at halda fram. Semingsroynd heldur fram Norðmenn hava gjørt av at halda fram við roynd- ini at fáa semju ímillum stjórnina í Sri Lanka og teir tamilsku uppreist- rarmenninar har norðuri í landinum. Noreg hevur staðið á odda fyri semingsroynd- um í Sri Lanka í fleiri ár. Fyri trimum árum síðani eydnaðist at fáa partarnar at semjast, men tær sein- astu vikurnar hava tamil- ar beint fyri fleiri stjórn- arhermonnum og politik- arum, og tað hevur kom- ið friðinum í vanda. Norski semingsmað- urin Vidar Helgesen segði í gjár, at hann held- ur fram við tingingunum við partarnar. Hann vildi tó einki siga um útlitini. Gamalt mál um Mick Jagger spøkir aftur Gomul skjøl, sum tjóðar- savnið í London hevur almannakunngjørt, hava grivið eina gamla søgu um Rolling Stones- stjørnuna Mick Jagger framaftur. Skjølini stava frá einum tilburði í 1969, tá bretskir løgreglumenn funnu eitt sindur av rús- evninum cannabis heima hjá Mick Jagger. Málið endaði í rættinum, at Jagger bleiv dømdur at rinda 200 pund í bót. Men tey gomlu skjøl- ini, sum nú eru vorðin almenn, vísa, at hetta var ikki alt málið. Í skjølun- um sæst, at løgreglan fann eisini ein pappírs- lepa við hvítum pulvuri, ið líktist rúsevninum heroin. Tað sæst eisini, at Mick Jagger var í øðini, tí hann vildi vera við, at ein av løgreglumonnun- um hevði havt heroinið við sær. Men løgreglu- maðurin Robin Con- stable stóð við sítt, men sambært Mick Jagger var hann til reiðar at sleppa ákæruni um heroinið, um hann fekk 1000 pund aft- urfyri. Málið um heroinið kom ongantíð fyri rættin. Í skjølunum sæst, at Scotland Yard valdi at sleppa tí partinum av málinum, tí partarnir kundu ikki semjast um tað. Í skjølunum sæst eisini, at løgreglan metti Mick Jagger sum ein skilagóðan, ungan mann, men at hann hevði til- knýti til rúsevnismis- nýtarar. UTTAN ÚR HEIMI Amerikanarar fjala fangar undir jørð, men fangarnir vita ikki, hvørjum landi teir eru í YVIRGANGUR Árni Joensen fartekst@mail.dk Amnesty International heldur seg kunna prógva, at amerikonsku myndugleik- arnir fjala fangar í loyni- ligum fongslum undir jørð. Felagsskapurin sigur seg vita um tveir menn úr Jemen, sum vóru fangar hjá amerikanarunum í hálvt annað ár. Teir sótu í einari fangalegu undir jørð uttan nakað samband við um- heimin. Menninir, sum av- hoyrdu teir, vóru altíð í gekkaskorti, men fangarnir komu ongantíð fyri rættin, og teir vórðu heldur ong- antíð skuldsettir fyri nakað. Amnesty Internatinal leggur afturat, at báðir menninir vistu ikki, hvørj- um landi teir vóru í ta tíð- ina, teir vóru í varðhaldi hjá amerikanarunum. Sharon Cristoph hjá Am- nesty International sigur við AP, at tey hava illgruna um, at amerikanararnir hava fleiri fangar sitandi í slíkum loyniligum fanga- legum. Hon sigur, at teir amerikonsku myndugleik- arnir eiga at upplýsa, hvørj- ar fangar teir hava, og hvar teir eru, so altjóða umboð kunnu kanna viðurskifti teirra. Hóast tað eydnaðist at umvæla bjálving- ina, hevur Discovery ikki fingið lendingar- loyvi enn RÚMDIN Árni Joensen fartekst@mail.dk Ætlanin hjá NASA var, at Discovery skuldi lenda aftur mánadagin, men í gjár kunngjørdi rúmdarumsitingin, at rúmdarferjan fær ikki lendingarloyvi enn. - Fyrr høvdu vit ikki hugsað so nógv um tað, men enn eru vit ikki vísir í, at alt er í lagi, segði Wayne Hale, sum er leiðari á rúmdarferjudeildini hjá NASA, við Reuters. Fyrradagin eydnaðist tað einum av manningini á Discovery at umvæla eitt brek, sum ferjan fekk, tá hon bleiv skotin út í rúmd- ina, men talsmenn hjá NASA søgdu í gjár, at teknikarar mugu kanna allar myndir av bjálvingini uttan á ferjuni eina ferð afturat, áðrenn tað ber til at siga, at alt er í lagi. - Eg vænti, at vit noyðast at biðja ein av manningini fara út eina ferð afturat, segði Wayne Hale í gjár. Tað var eitt brek við bjálvingini, sum gjørdi, at rúmdarferjan Columbia kolaðist upp, tá hon var á veg aftur á Jørðina fyri hálvum triðja ári síðani. Vanlukkan kostaði sjey mannalív. Nú er tað bara Kuwait, sum hevur størri avlop enn Noreg BÚSKAPUR Árni Joensen fartekst@mail.dk Hvørja ferð ein króna kem- ur í norska ríkiskassan, kann Per-Kristian Foss, fíggjarmálaráðharri, leggja 30 oyru til viks, og fyri- bilstøl benda á, at av teim- um 920 milliardum krón- unum, sum koma í ríkis- kassan í ár, kann fíggjar- málaráðharrin leggja 270 milliardir norskar krónur til viks. Búskaparfrøðingurin Per Richard Johansen sigur við Aftenposten, at einki vest- urlendskt ídnaðarland kann vísa á nakað, ið líkist hes- um. Tað er bara Kuwait, sum kann vísa á eitt upp- aftur betri úrslit enn Noreg. Har verða 37 oyru av hvørj- ari krónu løgd til viks. Tað er serliga tann høgi oljuprísurin, sum kemur norðmonnum væl við, og tann almenni oljugrunnurin fyllist í hvørjum. Tá grunn- urin bleiv stovnaður í 1995, fekk hann tvær milliardir krónur sum byrjunarpen- ing. Við árslok verða vænt- andi umleið 1300 milliardir í honum. Pengarnir renna í norska ríkiskassan og oljugrunnin USA fjalir fangar í legum undir jørð Discovery ikki trygg enn – Sjúklingurin er lektur, segði rúmdarmaðurin Stephen Robinson, tá hann hevði umvælt brekið uttan á Discovery. Men leiðslan í NASA kennir seg framvegis ikki trygga Mynd: Reuters Nr. 146 - 5. august 2005 15