fríggjadagur 5. august 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Ráðið fyri Ferðslu-
trygd luttekur á
Summarfestivalinum
í Klaksvík 2005 við
Hvølvusi, Gølli og
Súkklurásini. Eisini
verður ein bilur
sleptur úr 20 m.
høgum krana
TÍÐINDASKRIV
Á parkeringsøkinum við
Norðoya Sparikassa fáa
fólk møguleika at royna
Hvølvus, Gøll og Súkklu-
rásina. Opið verður fríggja-
dagin 5. august kl. 16 til 22
og leygardagin 6. august kl.
14 til 22.
Leygardagin 6. august kl.
13 verður serligt tiltak á
nýggju útfyllingini í mið-
býnum, har ein bilur verður
sleptur úr 20 m. høgum
krana. Ferðin hjá bilinum
økist nógv í hesum falli-
num og tí eisini rørslu-
orkan. Sum dømi kann
nevnast, at í samanstoyti
við 70 km/t. ger rørslu-
orkan, at vektin hjá einum
barni, sum vigar 20 kilo,
økist upp í sløk 2 tons. Eitt
vaksið fólk, sum vigar 75
kg, fer upp í 4 tons!
Endamálið við tiltakinum
er at sýna, hvussu ógvus-
liga náttúrukreftirnar eru,
og harvið at undirstrika,
hvussu umráðandi tað er at
nýta trygdarbelti.
16
Nr. 146 - 5. august 2005
DANSUR
Tíðindaskriv
Aftur í ár skipar Stuðlafe-
lagið hjá Argja Bóltfelag
fyri tíð vælumtókta Coun-
trydansinum í Ítróttarhøll-
ini á Hálsi tann 24. sep-
tember, sum verður eitt aft-
urvendandi tiltak í sep-
tember á hvørjum ári.
Vit hava aftur í ár tríggir
vælumtóktar Countrybólk-
ar at spæla til dansin. Øll
kenna tann vælumtókta
Countrybólkin úr Klaksvík,
ein
sera
vælumtóktur
Countrybólkur, sum flestu
føroyingar vilja sleppa at
hoyra.
Tað næsta orkestrið er
Twilight, sum til dansin í
fjør yvirraskaði øll innan
country, teir spældu heilt
fantastiskt. Tað triðja or-
kestrið er Country Orkestr-
ið, sum er manna við væl-
kendum tónleikarum í Før-
oyum, og sum vit eru vís í
kemur sum eitt stór yvir-
raskilsi til okkara dans í ár.
Sum nakað nýtt og undir-
haldandi hava vit í ár fingið
okkum ein konfransje, og
tað er tann vælkendi Ólavur
Klakk úr Klaksvík, vanliga
nevndur Ólavur Presley,
sum nógv í Føroyum
munnu kenna sum ein
skemtingarsaman frásøgu-
mann, og tað gleða vit okk-
um eisini til.
Til dansin verður okkurt
at fáa til matna við føroysk-
um viðskera. Ymiskt innan
country, so sum hattar,
slips, hálsturriklæði og
annað verða at fáa til
keyps.
Høllina verður hugnað
um, borð verða sett upp, so
ein sum vil sleppa at sita og
lurta eftir tí vælumtókta
countrytónleikinum kann
eisini hugna sær.
Í fjør vórðu 1200 at-
gongumerki seld, og tá var
útselt, men vit kundu selt
fleiri hundrað afturat, tí
vilja vit heita á tykkum
sum ætla at fáa eitt
fantastiskt countrykvøld,
um
at
ogna
tykkum
atgongumerki í góðari tíð.
Hjartaliga vælkomin til
eitt ógloymandi country-
kvøld í Ítróttarhøllini á
Hálsi tann 24. september,
sigur Stuðlafelagið hjá
Argja Bóltfelag.
Ferðslutrygd á Summarfestivalinum
Her verður bilurin sleptur
RFF við Sparikassan
Countrydansur á Hálsi
Um middagsleitið
mikudagin mátti
Tórshavnar Býráð
senda boð eftir vespu-
týnaranum, tí eitt
vespureiður var í
sjálvum býráðssalin-
um
VESPUR
Ofta er rokaligt í Tórs-
havnar býráð, samgonga og
andstøða stinga hvør annan
við líkum og ólíkum. Tí
hevði tað óivað ofta verið
passandi at ringt eftir
vesputýnaranum hjá kom-
mununi í sambandi við
býráðsfundirnar. Men tað
var eitt annað slag av
vespureiðri, sum hósdagin
fekk borgarstjóran at ringja
eftir serkønu vespuhjálpini:
Ein vespudrotning hevði
sett búgv í millum skins og
hold í sjálvum býráðssalin-
um, og í reiðrinum búleik-
aðust fleiri túsund vespur.
Tað gekk ikki leingi, so
hevði Eirikur vesputýnari,
sum eisini er sonur borg-
arstjóran, beint fyri reiðr-
inum, soleiðis at fólk aftur
kann ferðast á Vaglinum
uttan at verða órógvað av
stríputu flogkyktunum. Um
hetta fer at hava friðarligari
býráðsfundir við sær í
komandi tíð, fer tíðin at
vísa.
el
Tórshavnar
býráð er eitt
vespureiður
Feðgarnir báðir Heðin
Mortensen, borgarstjóri, og
Eirikur Mortensen, vespu-
týnari, í ferð við at beina fyri
vespunum, sum høvdu gjørt
innrás í býráðssalin
Myndir: Bárður