Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-05, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. august 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 146 - 5. august 2005 17 KÍ missir eftir øllum at døma liðformann- in, sum í næstu viku fer til Sogndal, um KÍ og norska felagið semjast um leigu- avtalu fyri tað, sum er eftir av hesum árinum NÝGGJUR ÚTISETI Jóannes Hansen Tað er nógv, sum bendir á, at KÍ liðformaðurin, Atli Danielsen, sunnudagin, tá ið KÍ fer at spæla í Runavík, fer at umboða KÍ fyri seinastu ferð - í hvussu so er í hesum um-farinum. Gamli kenningurin í norsk- um fótbólti, Sogndal, sum nú er í næstbestu deildini, vil hava Atla at spæla við teimum nú beinanvegin. - Eg eri áhugaður í at royna meg í Noregi. Eg eri sáttmálabundin at KÍ, og eg havi sagt teimum, at um teir semjast við Sogndal, so vil eg fegin fara til Noregs at spæla, sigur Atli Danielsen. Í fjør royndarvandi Atli í Sogndal, men tá gjørdi hann av ikki at taka av sáttmálatilboði. Allan Joensen, sum er ábyrgdarpersónur fyri fótbóltin í KÍ, váttar, at felagið tosar við Sogndal, og at tað er nógv, sum bend- ir á, at Atli Danielsen sunnudagin fer at spæla fyri síðstu ferð við KÍ í hesum kappingarárinum. - Teir eru sinnaðir at leiga Atla, og tað vænti eg, at vit fara at semjast um. Sjálv- andi kemur tað illa við hjá okkum at missa Atla, men vit góðtaka, at hann ynskir at royna góðu fótbólts-evn- ini í útlandinum, sigur Allan Joensen. Atli Danielsen sigur seg ikki kvíga fyri, at tað fer at koma KÍ so mikið illa við, at hann nú fer til Noregs, at teir fara enda í næstbestu deildini: - Lagið undir venjingu- num er gott og hugburðurin góður, og eg haldi, at avrik- ini undan summarsteðgi- num móti B36 og HB vístu, at tað gongur rætta vegin, heldur Atli Danielsen. Sogndal flutti í fjør niður úr Tippuliguni. Teir eru í niðara endanum, og teimum restar miðvallarspælarar. - Eg vænti, at eg fari at fáa nógva spælitíð. Tá ið eg vandi við teimum í fjør, kendi eg tað soleiðis, at eg ikki beinanvegin fór at verða førur fyri at vinna mær fast pláss. Støðið í næstbestu norsku deildini er kanska ikki nakað hægri, enn tað er her hjá okkum. Men Sogndal selur nógvar spælarar víðari, og eg síggi hetta sum góðan sýnis- glugga at sleppa víðari, um tað er tað, sum eg fari at vilja, tá ið hetta skeiðið er liðugt. Nú fái eg kanska høvi at royna lívið sum yrkisspælari í tríggjar mán- aðir, og so fáa vit at síggja, um eg geri av at koma aftur til Føroya, ella hvørjir møguleikar kanska fara at vísa seg seinni í heyst, sigur Atli Danielsen. Umframt sjálvskriv- aða Toda Jónsson hevur venjarin aftur sent boð eftir Kára Nielsen, nú tveir av veteranunum eru burturi LANDSLIÐIÐ Jóannes Hansen Fyrrapartin í gjár boðaði Henrik Larsen, landsliðs- venjari, sum var á veg aftur til Keypmannahavnar, eftir at hann hevði verið í Kristi- ansand og sæð Toda Jóns- son spælt, frá, hvørjar spælarar hann vil hava at umboða Føroyar, tá ið Kypros mikudagin 17. august kemur henda vegin at spæla HM undankapp- ingardyst. Mikukvøldið hevur sann- ført venjaran um, at Todi Jónsson skal vera við. Umframt hann eru sammett við dystin móti Írlandi í juni Kári Nielsen og Bárður Johannesen úr HB nýggir á liðnum. Todi Jónsson og Kári Nielsen loysa Fróða Benjaminsen og Julian Johnsson av. Julian er lang- tíðarskaddur, og Fróði er leikbannaður. Símun Samuelsen úr VB, sum júst er fluttur til Kefla- víkar, hevur verið ógvuliga eyðsýndur fleiri tær sein- astu ferðirnar, men venjarin hevur ikki mett, at hann skuldi fáa møguleikan hesa ferð. Jákup Mikkelsen er eisini leikbannaður. Tí hevur Bárður Johannesen fingið boð. Móti Írlandi vandi Gunnar Nielsen saman við Jákupi Mikkelsen og Jens Martini Knudsen, og hesa ferð verða tað Bárður Johannesen og Gunnar Nielsen, sum fara at stríðast um næsta málverjuplássið. Eingin ivi er um, at Jens Martin Knudsen fer at verja málið annað mikukvøld á Svangaskarði. Útisetarnir Merkisvert er tað, at talið á útisetum, sum eru á lands- liðnum, aftur er farið at fjølgast, eftir at tað eitt skifti hevur verið minkandi. Hesa ferð eru átta av nítjan spælarum úr útlendskum feløgum. Rógvi Jacobsen kemur úr Íslandi, Todi Jónsson úr Noregi, Claus Bech Jørgen- sen úr Onglandi og úr Dan- mark koma Súni Olsen, Johan B.Hansen, Gunnar Nielsen, Andrew av Fløtum og Jón Rói Jacobsen, sum hevur verið so mikið plág- aður av skaða í aðrari stóru- táini, at hann ikki var førur fyri at spæla, tá ið fyrsta umfarið sunnudagin var í næstbestu donsku deildini. Landsliðsspælararnir skulu hittast mánadagin 15. august. Umfarið í Formula- deildini annað vikuskiftið verður sambært skipanini spælt leygardagin, so spæl- ararnir fáa eyka hvíludag, áðrenn teir fara undir fyrireikingarnar til mest spennandi avbjóðingina í hesi HM undankappingini. Teir nítjan, sum hava fingið landsliðsboð, eru Jens Martin Knudsen og Christian H. Jacobsen, NSÍ, Ingi Højsted, B36, Óli Johannesen, TB, Mortan úr Hørg, VB, Atli Danielsen og Heðin á Lakjuni, KÍ, Jákup á Borg, Kári Nielsen og Bárður Johannesen, HB, Andrew av Fløtum, Fremad Amager, Johan B. Hansen, Horsens BK, Gunnar Niel- sen og Jón Rói Jacobsen, FREM, Rógvi Jacobsen KR, Claus B. Jørgensen, Coventry, Súni Olsen AaB og Todi Jónsson, Start Kristiansand. Atli er á veg Sogndal Atli Danielsen, liðformaður í KÍ, fer komandi tríggjar mánaðirnar at spæla við norska felagnum Sogndal Talið á útisetum økist Nr. 146 • fríggjadagur • 5. august 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Súni Olsen er nýggjasti útisetin á landsliðnum