Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-05, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. august 2005síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 146 - 5. august 2005 31 Heilsa & lívsstílur Heilsa maggi@sosialurin.fo Royking og kaffi Vælveran hjá øðrum er eisini mín ábyrgd Vælvera og trivnaður heima og á arbeiðs- plássinum er ofta tengd av hvussu vit umgangast onnur og tey okkum. Vita hava sjálvi ábyrgd av okkara egna atburði Norski sálarfrøðing- urin Jan A. Andresen arbeiðir dagliga við konfliktviðgerð á ar- beiðsplássum. Hann hevur skrivað bókina "Folkeskikk og uskikk på jobben - konfliktbe- handling på arbeids- plassen". Hann sigur m.a., at um vit eru úti eftir at finna feilir hjá hvørjum øðr- um, er tað heilt víst, at vit eisini finna teir. Tað at vit halda, at vit kunnu broyta onnur, antin tað er á arbeiðs- plássinum ella heima, ger, at vit koma í kon- flikt við tey, vit annars skulu samstarva við. Vi kunnu einans broyta okkum sjálvi og okkara verumáta. Einans tann sum kann yvirvinna seg sjálvan, kann vinna onn- ur. Brúka málrættað vin- semi sum strategi. Fá tær vinir við at vísa respekt og vinsemi. Hvørja ferð vit verða skuffaði av øðrum, er tað tí vit seta órealistiskar væntanir til tey. Jan A. Andresen held- ur, at samveruslit ofta kemst av órealistiskum væntanum av hvørjum øðrum. Orð hava einans tað megi, sum móttak- arin loyvir. Vita hava sjálvi ábyrgd av okkara egna atburði og vælver- uni hjá hvør øðrum. - ein fullkomin kombinatión til hjartatrupulleikar Tað er eingin ivi um at royknig og kaffi í nógvum førum hoyra saman, men um tú hevur hjarta títt kært, er tað best at lata vera við at nýta tey samstundis. Granskarar frá Athens medical School og Hippo- kration Hospital hava kann- að hvussu kroppurin rea- gerar upp á hesi bæði njót- ingarevni. Teir komu fram til at kaffi og sigarettir sam- an eru meira skaðilig fyri hjartað, enn um tey verða nýtt hvørt fyri seg. Kanningar av langtíðar- árininum gav sama úrslit. Kaffi og sigarettir saman hava eisini negativa ávirk- anin á blórenslið uttan at granskarar eru heilt vísir í orsøkini. www.forskning.no Ein kanning, har 357 fólk ið vóru yvir 60 ár luttóku, vísir, at mental stimolering gjøgnum alt lívið kann hindra menningini av Alz- heimers-sjúkuni. Kanning- in stóð í tíðarritinum Neurology Tey luttakandi vóru 122 persónar við diagnosuni Alzheimers-sjúka og 235 fólk, ið ikki høvdu sjúkuna. Granskarar kannaðu hvat samanhang er millum Alz- heimer og spennandi og av- bjóðandi arbeiðsuppgávur. Tey sum ikki høvdu Alz- heimer høvdu havt meira avbjóðandi og spennandi størv, frá tí tey vóru 30 ár og fram móti pensiónsaldr- inum. Ein av granskarunum, Kathleen Smyth, sigur við blaðið Nature, at tað er samlíkt at heilin hevur gott av áhaldandi avbjóðandi aktiviteti í mun til eitt lív sum t.d. verksmiðjuarbeið- arar, har man ger tað sama hvønn dag. Hon er tó opin fyri at nógvir aðrir faktorar eisini hava ávirkan á sjúk- una. Kann eitt krevjandi starv tarna demens? Mynd: Álvur Haraldsen