Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-06, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. august 2005síða 3

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 147 - 6. august 2005 3 almannastovan@almannastovan.fo www.almannastovan.fo Deildarleiðari til serdeildina fyri børn og vaksin og vaksin, ið bera brek, umframt samstarv við aðrar fakbólkar. Deildarleiðarin á Serdeildini fyri børn og vaksin verður partur av ein- um stovni, ið alla tíðina má tillaga seg broytingar í samfelagnum og taka við avbjóðingunum, sum liggja í tíðini og í framtíðini. Deildar- leiðarin hevur beinleiðis tilvísing til stjóran. Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi fakfelag. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Petru Johnsdóttir Vit sóknast eftir einum fólki, ið hevur viðkomandi útbúgving, til dømis frá hægri lærustovni, sosialráðgevi ella annað líknandi, hevur kunnleika til almenna fyristiting, góðan kunnleika til kunningartøkni og evnir at orða seg munnliga og skrivliga. Okkara ynski er, at deildarleiðarin evnar at eggja og menna starvsfólk, hevur góð samstarvsevni og førleika at loysa uppgávurnar á deildini og menna deildina í tráð við endamálið hjá stovninum og teir málsetningar stovnurin hevur. Starvið umfatar í høvuðsheitinum ábyrgdina av leiðslu og samskipan av arbeiðnum á deildini og ráðgeving og vegleiðing av familjum, ið hava børn Joensen, stjóra, á telefon 35 35 10. Skrivlig umsókn skal vera Almannastovuni í hendi í sendasta lagi 22. august 2005 kl. 12. Send umsóknina til: Almannastovuna Smyrilsvegur 20 postboks 3096 110 Tórshavn Serdeildin fyri børn og vaksin er deild á Almanna- stovuni, sum veitir ráðgeving um alt landið og arbeiðir í tøttum samstarvi við økisdeildirnar. Starvsøkið hjá deildini fevnir um ráðgeving til børn og vaksin við skerdum førleika og familjum teirra, viðgerð av umsóknum um stuðul og hjálpartiltøk og samstarv við aðrar stovnar, sum veita tænastur til fólk við breki og annað. Á Almannastovuni virka vit miðvíst fyri at lúka krøvini frá politiska myndugleikanum og viðskiftafólkunum. Dentur verður lagdur á høgt tænastustøði, rættartrygdina og virðingina fyri einstaklinginum, eins og virkað verður fyri áhaldandi at menna førleikan, trivnaðin og samstarvið á stovninum.