leygardagur 6. august 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 147 - 6. august 2005
Beint eftir var tyrlan
hjá Atlantsflog eftir
einum sjúkum manni
umborð á russiska
skipinum Kapitan
Gorbachev
BJARGING
Boðini komu frá Faroe
Agency beint eftir midnátt,
og Kapitan Gorbachev var
tá staddur 130 fjórðingar í
ein landnyrðing úr Fugl-
oynni og sigldi móti Før-
oyum
Bjargingartyrlan
hjá
Atlantic Helicopters var
send at taka mannin av
skipinum.
Kl. 03:58 lendi tyrlan á
Landssjúkrahúsinum við
sjúklinginum
í
øllum
góðum.
el
Leygardagin verður dansi-
skeið í gomlum dansi fyri
ung í Grønlendingahúsi-
num í Havn
Leygardagin 6. august
skipar
foreldrabólkurin
»Kom og dansa fyri ung«
saman við instruktørunum
Onnu og Bjarna og dottir
teirra,
Ingu
Dóru
úr
Reykjavík fyri dansiskeiði í
gomlum dansi, swingdansi
og linjuudansi í Grønlend-
ingahúsinum, Jøkulstræti,
Tórshavn.
Skeiðið fer fram í rús- og
roykfríum umhvørvi og er
ætlað bæði óroyndum og
teimum, ið duga at dansa,
men kanska vilja hava eitt
sindur av íblástri.
Bólkur 1 dansar frá kl 14
til 15:30 og bólkur 2 dansar
kl 16 til 17:30.
Tað kostar 40 kr fyri
skeiðið fyri ung millum 14
og 18 ár og 60 kr fyri
vaksin.
Til ber at melda seg til á
521770 ella við telduposti
til liselarsen41@hotmail.com
Tyrlan hjá
Atlantsflog
eftir sjúkum
manni á skipi
Dansiskeið í gomlu
dansi fyri ung