leygardagur 6. august 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 147 - 6. august 2005
5
Tað er ikki bara stutt-
ligt at vera kvinna í
nútíðarsamfelagnum
sambært nýggjasta
leikinum hjá
Tjóðpalli Føroya
SJÒNLEIKUR
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
– Tað eitur kusa. Ikki
pissikona ella nakað annað.
Men kusa.
Soleiðis verður sagt í
Sellofan. Leikurin um nú-
tíðarkvinnuna Elin, sum
dámar reality sendingar og
fløkist inn í sellofan. Tí tað
hevur hon lisið í einum
»damu-blaði« vil fáa mann-
in at fáa betri hug at henni.
Og hon hevur eisini lisið
seg til, at tað snýr seg um –
innan kynslív – at kalla ein
spaka fyri ein spaka ella
eina kusu fyri eina kusu.
Kanska ikki tilvildarligt,
at vit síggja eitt petti, har
tosað verður at kalla bert
um kynslív. Tað hevur víst
seg áður at savna fólk og
Og tað er óivað eisini or-
søkin, at flestu lesararnir
eru komnir hertil í greinini.
Og spurningarnir fara bein-
anvegin at snúgva seg um at
bróta mørk og ginusøgur.
Men leikurin Sellofan snýr
seg meira um lívsins av-
bjóðingar hjá einari samtíð-
arkvinnu. Men nú vit hava
fingið teg at lesa so langt,
so lat okkum hyggja nærri
at leikinum Sellofan.
Ein nútíðarmynd
Leikurin er skrivaður og
leikstjórnaður av 38 ára
gomlu íslendsku Bjørk
Jakobsdóttir. Hon er út-
búgvin sjónleikari í Íslandi
og gekk í sama flokki sum
Kristina Hansen.
Tað er eisini ein rópandi
og dansandi leikstjóri, sum
loypir upp á sermerkta café
pallin á Meiarínum og byrj-
ar at greiða frá um leikin.
Vit skulu skilja »the mood
of the play«. Soleiðis ljóðar
tað, tá ein íslendskur leik-
stjóri hittir føroysk tíðinda-
fólk.
– Leikurin er ein samtíð-
armynd av einari um eina
samtíðarkvinnu í mínum
aldri. Men hann er ikki um
meg. Eg og maðurin hava
eitt aktivt sexlív. Ja, hetta er
einki sunnudagsskúla prát.
Men ein øgiliga, øgiliga
opin íslendskur leikstjóri,
ið so sera fegin vil bjóða
føroyingum
at
uppliva
hennara ímynd av einari
samtíðarkvinnu.
Kristina Hansen er einsa-
møll á pallinum teir góðu
80 minuttirnar, leikurin
verður spældur. Tað er bæði
sokallað stand-up og ymsar
støður úr vanliga daglig-
degnum hjá teirri ungu Elin
–
giftu
útiarbeiðandi
mammuni
at
tveimum
børnum. Og lat tað vera
sagt, at tað langt frá alt snýr
seg um kynslív. Tær flestu
støðurnar, ið ein tílík
kvinna møtir í dagligdegn-
um, verða umrøddar, sam-
bært leikstjóranum og høv-
undinum.
– Leikurin snýr seg um,
hvørjar avbjóðingar ein
kvinna í dagsins samfelagi
møtir,
sigur
Kristina
Hansen.
Hon heldur tað vera
áhugavert at sleppa at
spæla leikin í Føroyum, og
hon bíðar spent eftir, hvat
føroyingar fara at siga til
leikin.
– Tað er ein skemtileikur.
Elin er ikki í sær sjálvum
stuttligt, men nógvir av
teimum støðunum, hon
kemur sær í eru øgiliga
stuttligar,
sigur
Bjørk
Jakobsdóttir.
Sigursgongd
Sellofan var fyrstu ferð
framførdur í mai 2002.
Leikurin fekk beinanvegin
góða undirtøku og var
sýndur fyri fullum húsum í
tvey ár - í alt 230 sýningar.
Bjørk Jakobsdóttir leikti
sjálv leikin í Ìslandi. Síðani
hevur leikurin ferðast víða
hvar
í
Evropa,
og
undirtøkan hevur verið
framúr góð. Næsta landið á
skránni
hjá
Bjørk
er
Finnland.
– Eg haldi so avgjørt, at
leikurin er hóskandi her hjá
okkum. Hann riggar til flest
øll lond í vesturheiminum,
sigur Kristina Hansen.
Í øllum førum hava nógvar
kvinnur kent seg aftur í
leikinum.
– Bæði í Íslandi og aðra-
staðni eru kvinnur komnar
til mín og sagt mær, at tað
kennist sum um, at eg havi
staðið uttan fyri vindeyga
teirra,
sigur
Bjørk
Jakobsdóttir.
Partur av
listastevnuni
Sellofan
er
partur
av
Listastevnuni, sum fer av
bakkastokki
nú
um
dagarnar. Leikurin verður
frumsýndur mánadagin 8.
august kl. 17. Leikurin
verður
síðani
spældur,
sambært
Listastevnu
skránni, hvørt kvøld til og
við 14. august kl. 19.30.
Undantikið
er
tó
mikukvøldið, tá leikurin
ikki verður spældur. Staðið
er Tjóðpallur Føroya á
Gamla meiarínum.
Innballaður sexpakki
Nútíðarkvinnan Elin noyðist at fevna breitt: Mamma, kona, karriera - og nú eisini ein
innballaður sexpakki fyri at lokka mannin
Mynd: Álvur Haraldsen
Føroya Sparikassi
hálaði 56 milliónir
inn til sínar
partaeigarar fyrstu
seks mánaðirnar í
ár. Útlánini veksa
nógv meira enn
innlánini
ROKNSKAPUR
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
Føroya Sparikassi hevði
56 milliónir krónur at
leggja afturat eginpen-
inginum, tá øll hava fing-
ið sítt fyri fyrstu seks
mánaðirnar av 2005.
Àðrenn skatt var yvir-
skotið 71 millónir, og
hetta er smáar trettan
milliónir meira enn fyri
fyrra hálvár av 2004.
Sjálvt virksemið hjá Før-
oya Sparikassa gav góðar
átta milliónir meira í
yvirskoti enn sama tíðar-
skeið í fjør. Nýggi Eik
bank er orsøkin til meir-
vinningin. Føroya Spari-
kassi er vorðin ein kon-
sern við munandi broytt-
um virkisøki, síðani Eik
Bank gjørdist partur av
samtakinum.
– Stjórnin metir úrslit-
ið vera nøktandi. Meðan
stígur er í búskapinum,
er trupult at skapa góð
fíggjarlig úrslit í Føroy-
um, og tí fegnast vit um
hálvársúrslitið«,
sigur
Marner Jacobsen, for-
stjóri í Føroya Spari-
kassa.
Lána pening
Føroya Sparikassi átti
816.870 í eginpeningini
við árslok 2004, og hetta
gevur eina rentan upp á
13,1% fyri árið av egin-
peninginum. Sostatt er
eginpeningurin 1. juli
2005 884 milliónir.
Sparikassagrunnurin
eigur 94% av partapen-
inginum í Sparikassan-
um. Restina eiga aðrir
partaeigarar, sum eru
8.880 í tali. Hesir parta-
eigarar kunnu tí fegnast
um, at teirra innskot gev-
ur vinning.
Tað er eisini vert at
leggja til merkis, at út-
lánini hjá Føroya Spari-
kassa er voksin munandi
meira
enn
innlánini.
Útlánini eru økt við 1,6
mia. kr., úr 3,7 í 5,3 mia.
kr. Tað er einki óvanligt,
at
peningastovnarnir
læna pengar frá øðrum
bankum til at fíggja út-
lánini frá.
Føroya Sparikassi fæst
fyri tað nógva við privata
fígging. 32,2% av fígg-
ingini hjá Føroya Spari-
kassa er vinnufígging og
1,7% er fígging til tað al-
menna.
Restin
ella
66,1% av fíggingini hjá
Føroya størsta sparikassa
er privat fígging. Eik
Bank harafturímóti fæst
at kalla bert við vinnulív-
fígging.
Samlaða fíggjarstøðan
hjá Føroya Sparikassa
samtakinum
er
góð.
Solvensurin er 14,4%.
Sparikassin
hálar inn
Við 816 milliónum í eginpeningi vann Føroya
Sparikassi 56 milliónir.
Lesið
- so eru tit við