leygardagur 6. august 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 147 - 6. august 2005
±Shakin´ Stevens fer
at borðreiða við
teimum góðu gomlu
hittunum, tá hann
leygarkvøldið verður
høvuðsnavnið á
Summarfestivalinum
í Klaksvík. Hóast
hann nærkast teim-
um seksti hevur hann
framvegis nøkur ár
eftir í sær
TÍÐINDAFUNDUR
Stefan í Skorini
– Eg fari at geva meg
hundrað prosent, sum eg
altið geri, tá eg standi á
palli, og vónandi fer áhoyr-
arunum at dáma tað, tey
hoyra, sigur Shakin´ Stev-
ens, tá hann verður spurd-
ur, hvat vit kunnu vænta
okkum á konsertini leygar-
kvøldið.
- Shakin´ Stevens er
høvuðsorsøkin til, at
eg yvirhøvur fór at
spæla tónleik, og eg
havi keypt allan tann
tónleik hjá Shaky,
sum eg yvirhøvur
havi kunnað fingið
hendur á, sigur
Magni Christiansen,
sum var sera fegin
um at møta mann-
inum, ið hevur givið
honum íblástur
gjøgnum árini
FJEPPARI
Stefan í Skorini
stefan_skorini@hotmail.com
- Hello, my name is Magni
Christiansen, and I am your
biggest fan in the Faroes.
Hetta er heilsanin, ið
Shakin´ Stevens fær, tá
Magni endiliga sleppur at
taka í hondina hjá síni stóru
fyrimynd innan tónleikin.
- Hetta var ein stór løta
fyri meg í kvøld, og eg var
bleytur í maganum framm-
anundan, tí eg havi lurtað
eftir hansara tónleiki alt
mítt
lív,
sigur
Magni
Christiansen um sín fyrsta
fund við ta stóru ungdóms-
fyrimyndina.
Fjepparin
Millum ein riðil av før-
oyskum tíðindafólki uppi á
Hotel Føroyum hóskvøldið
var eisini ein Shakin´ Stev-
ens fjeppari. Hetta var
Magni
Christiansen
úr
Kvívík.
Seinnu árini er hann mest
kendur fyri at spæla gospel
og country tónleik, men í
hansara ungu døgum var
tað Shakin´ Stevens, ið
hugtók tann unga kvívík-
ingin.
Magni Christiansen hev-
ur eisini lært seg tann til-
tikna dansin, sum var
vørumerkið hjá Shakin´
Stevens í áttatiárunum.
Hetta gjørdist eisini eitt
eyðkenni hjá Magna sjálv-
um, tá hann stóð á palli
seinni í tíðini.
Hóast Magni Christian-sen
mest hevur gjørt vart við
seg við andaligum sangum
seinnu árini, spælir hann
framvegis løg hjá Shakin´
Stevens
á
sínum
konsertum.
- Eg endi so at siga altíð
við einum lagi hjá Shakin´
Stevens, og eg havi eisini
altíð dansað tann serliga
dansin hjá honum, greiðir
Magni Christiansen frá.
Hann leggur afturat, at tað
riggar avbera væl, hóast
hann oftast syngur andalig-
ar sangir.
- Tað er ofta so, at onkur
áhoyrari rópar og biður
meg spæla Shakin´ Stev-
ens, og tað geri eg eisini,
sigur Magni Christiansen,
Magni Christiansen:
Føroya stø
Gott gamalt f
- Familjan bukaði
meg skjótt á pláss, um
eg misiti fótafestið av
øllum undanvindin-
um, segði ein fattur,
men fryntligur Brian
McFadden, tá hann
hitti fjølmiðlafólk,
eftir at hann var kom-
in til Føroya hós-
kvøldið. Áhoyrarar á
Summarfestivalinum
kunnu vænta sær eini
tvey løg frá tíðini í
Westlife, men annars
er tað nýggja tilfarið,
sum er á skránni
SUMMAR
FESTIVALUR
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Summarfestivalurin er um
at byrja og bæði Brian
McFadden og Shakin’ Stev-
ens komu til Føroya hós-
dagin og hóskvøldið hittu
teir føroysk fjølmiðlafólk.
Tað var ein fattur, men
fryntligur McFadden, ið
settist við borðið á Hotel
Føroyum hóskvøldið. Og
eisini føroysku tíðinda-
fólkini tóktust heldur blúgv
fyrstu løtuna, írska heims-
stjørnan var komin innar.
Men hann legði so bara
fyri sjálvur og greiddi frá,
at hann var glaður fyri at
vitja í Føroyum og at hon-
um dámdi væl vakra land-
ið, sum hann helt minti
nógv um Írland.
Spurdur, um hví hann
sum heimsstjørna hevur
tikið sær tíð til at koma
hendavegin, segði McFadd-
en, at hann hevur ikki verið
her áður og vildi tí fegin
uppliva Føroyar. Og fólk
her hava stuðlað honum,
teimum dámar tónleikin og
vilja tí fegin hoyra hann.
Nýggj byrjan
Brian McFadden hevur
havt eitt stórt hitt saman við
unnustuni Delta Goodrem.
Henni varð eisini spurt eftir
á tíðindafundinum hós-
kvøldið, men hon er ikki
við á ferðini í Føroyum, tí
hon er í USA á lýsingarferð
fyri næstu fløguna hjá sær.
Á Summarfestivalinum
verða eini tvey løg frá tíðini
í Westlife at hoyra, men
restin er nýtt tilfar og er í
stóran mun skráin, ið Brian
McFadden hevur verið á
ferð við nú í eina tíð.
McFadden trívist væl, nú
hann er farin úr bólkinum
Westlife og er farin solo.
- Eg eigi avgerðirnar
sjálvur, men eisini ábyrgd-
ina og her eru so heldur
ikki rúm fyri mistøkum.
Men hetta er ein blonk síða
og ein púra nýggj byrjan. Í
Westlife skrivaðu onnur
sanginar og eg kendi meg
meira sum ein, ið bert sang,
sigur Brian McFadden.
Heppin
Um orsøkina til undanvind-
in og hittini sigur McFadd-
en, at hann hevur verið
heppin, tí hann er bara ein,
ið roynur at skriva sangir.
Nógvir
av
sangunum
snúgva seg um tað, ið fer
fram í persónliga lívi hans-
ara, men nógv broytist í
hesum døgum í lívi hans-
ara, so sangirnir snúgva seg
eisini um ymisk evni og ein
støðug menning er.
- Men eg vildi ikki bara
fylgja leiðini hjá Westlife.
Eg vidli ráða sjálvur og
fylgja hjartanum, sigur 24
ára gamli Brian mcFadden,
sum í dag er glaður fyri sítt
lív og hann sigur seg í dag
vera væl fyri og fullan av
jaligari orku.
Ongin afturkoma
við Westlife
Hann metir, at hinir limir-
nir í Westlife hava somu
evnir og møguleikar at
koma fram sum sjálvstøð-
ugir sangarar, tí teir eiga
eisini evnini at skriva sang-
ir og allir eru sera góðir
sangarar.
Hann metir tó tíðina í
Westlife sum tey bestu 7
árini í lívinum. Men spurd-
ur, um upprunaligi bólkurin
Westlife nakrantíð kemur
saman aftur sigur hann
fyrst nei, men dregur so
skemtandi í land.
- Nei, ongantíð aftur
Westlife. Men kanska um
vit allir eru 40 ár og ikki
eiga eina einastu krónu. Tá
hevði ein afturkomutúrur
kanska komið upp á tal,
smáflennir McFadden.
Familjan er akkerið
Brian McFadden er ein
maður við báðum beinum á
jørðini, hóast nógva undan-
vindin á yrkisleiðini.
- Eg haldi tað var annað
árið við Westlife, at eg líka-
sum byrjaði at missa fóta-
festið. Men tá var familjan
skjót og bankaði meg skjótt
uppá pláss. Og so visti eg
beinanvegin, at eg bara var
heppin og tað sama kundi
staðið í Buger King og
arbeitt, sum mínir javnaldr-
ar. Nei, eg eri bert heppin
og royni bara at skriva
sangir. Men eg haldi yvir-
høvur írskar stjørnur klára
seg væl í so máta og kanska
er tað júst av tí orsøk, at
familjutilknýtið
er
so
sterkt, sigur Brian McFadd-
en.
- Eg eri ikki ein teirra í
hesum yrkinum, sum hevur
eina on/off kontakt, men eg
royni at vera ærligur. Men
fyrr bar til at gera okkurt
býtt ella kanska onki gera
ella bara at hava ein ringan
dag, tí vit vóru fleiri. Nú eri
eg einsamallur, og tað er
nógv harðari, heldur Mc-
Fadden.
Hann hevur onga hóming
av, hvar hann er um 10 ár.
- Tað er júst tað eg elski
við tónleikavinnuni. Ein
veit onki um framtíðina,
men havi eg onki at bjóða,
so eri eg fokin beinanvegin.
Fleiri av sangunum hjá
sær skrivar Brian McFadd-
en saman við navnframa
sangskrivaranum
Guy
Chambers. Hetta samstarv
fegnast hann um og hann
metir og vónar, at Chamb-
ers eisini kemur at hava ein
fingur við í spælinum, tá
næsta McFadden fløgan
kemur út.
Brian McFadden varð at
enda á tíðindafundinum
hóskvøldið spurdur, hvørj-
um tónleiki hann sjálvur
lurtar eftir og hámetir.
Svarið er einfalt, at rapp
og tað í líkist tí, er ikki tað,
ið Brian McFadden setir á
eina huganliga stund, men
heldur er tað Elvis Presley,
Guns’n Roses, Eva Casse-
dy, Ray Charles og mong,
mong onnur, ið dámligi írin
við góðu røddini setir í
fløguspælaran, tá hann skal
hugna sær við tónleiki.
– Havi eg onki at bjóða
eri eg fokin beinanvegin
Brian McFadden er ein maður við
báðum beinum á jørðini, hóast
nógva undanvindin á yrkisleiðini
Mynd: Álvur Haraldsen