Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-06, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. august 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 147 - 6. august 2005 7 ið so at siga hevur spesiali- serað seg í Shakin´ Stevens. Savnar plátur - Eg eri 100 prosent sikkur í, at eg eri tann størsti Shakin´ Stevens fjepparin í Føroyum, sigur Magni Christiansen eftir at hava hitt Shaky í livandi líki. Magni eigur ein hóp av plátum og fløgum hjá Shaky, og hann hevur eisini tikið fleiri av teimum við niðan á Hotel Føroyar hetta kvøldið, so at Shakin´ Stev- ens sjálvur kann signera tær. Shaky er hjálpsamur og skrivar sín autograf á allar pláturnar og fløgurnar. Tó er tað ein fløga, ið hann ikki vil signera, og tað er ein kopi-fløga av Shakin´ Stevens and The Sunsets. Hetta var bólkurin, ið hann spældi við í seksti- og sjeytiárunum. Magni Christiansen eigur eina plátu, ið bert er útgivin í tvey hundrað eintøkum. Hetta er ein pláta, har Shakin´ Stevens syngur cover-løg hjá Elvis og øðrum kendum sangarum úr seksti-árunum. - Hetta er ein ræðulig pláta tónleikaliga, men hon er stuttlig at eiga kortini. Eg keypti hava fyri 200 krónur frá einum týskum fjeppara-bólki, men eg hevði kunnað selt hana fyri mangt slíkt í dag, greiðir hann frá. Lítla løtu eftir at Shaky sjálvur er farin inn á kam- arið, kemur umboðskvinna hansara aftur og gevur Magna Christiansen nýggj- astu stakfløguna hjá Shakin´ Stevens. - Eg síggi, at hendan fløgan er givin út á teimum stóru plátufeløgunum EMI og Virgin, og tað vísir, at hann framvegis hevur tað í sær, sigur Magni Christian- sen at enda. Hann verður óivað ein av áhoyrarunum á Summar- festivalinum, tá Shakin´ Stevens trínur á pall leyg- arkvøldið. ørsti Shaky-fjeppari Hann fer sjálvandi at spæla øll tey góðu gomlu hittini, ið gjørdu hann til tann best umtókta tónleik- aran í Bretlandi í áttatiárun- um, um vit nýta hitlistan sum barometur. Frá 1980- 89 er Shakin´ Stevens tann best umboðaði tónleikarin á bretsku hitlistunum. Comeback Shakin´ Stevens gavst at taka upp nýggj løg í 1993, tá áhugin fyri hansara tón- leiki samstundis minkaði. - Vit steðgaðu at taka upp í 1993, men eg gavst ong- antíð við at spæla live, og tað hevur hildið meg koyr- andi, sigur Shakin´ Stev- ens. Tað løgna við Shakin´ Stevens er, at hann gjørdist heimskendur í áttatiárunum fyri gamaldags rock n´ roll, sum hann var ein sannur meistari í at framføra. - Rock n´roll er eitt breitt hugtak, og tað kann síggjast aftur í nógvum ymsum tón- leikagreinum. Tað týdning- armiklasta í mínum tónleiki er ein "good-feel-factor", sum ger folk glað og løtt í sinni, sigur Shakin´ Stevens um sín egna tónleik. Nú nógv ár seinni hevur hann gjørt eitt satt come- back á tí norðurevropeiska tónleikapallinum, og hann hevur ligið ovalaga á teim- um bretsku og norður- lendsku hitlistunum við nýggjastu savnsfløgu sín- ari. - Tað er við tónleiki sum við móta. Tað gongur runt sum í einum hjóli, og alt verður tikið fram aftur fyrr ella seinni, sigur Shaky, tá hann verður spurdur, hvussu tað ber til, at hann framvegis kann selja fløgur. Longd konsertferð Fyri stuttum boðaði hann frá, at hann longdi konsert- ferðina hjá sær, og tað boð- ar frá, at veiggj framvegis er í manninum hóast sín heldur høga aldur. Hóast Shakin´ Stevens var eitt stórt navn í áttati- árunum, fall hann ongantíð fyri freistingini við hørðum rúsevnum. - Eg var somikið heppin, at eg ongantíð datt í ta grøvina, har eg varð noydd- ur at taka rúsevnir, og tað eri eg glaður fyri, sigur Shakin´ Stevens um áttati- árini, tá hann livdi við full- ari ferð við konsertum, upptøkum og einum ótali av samrøðum við tíðinda- fólk. Shakin´ Stevens arbeiðir í løtuni við eini nýggjari fløgu, sum eftir ætlan kem- ur út um nakrar mánaðir. Nakað av nýggjum tilfari verður á hesi fløguni, men eisini nøkur gomul cover- løg. Shakin´ Stevens legði annars fyri á tíðindafund- inum við at siga, at hann var bergtikin av náttúruni her í Føroyum, og hann gleddi seg til at fara ein túr við báti fríggjadagin. frá Shaky Magni Christiansen (høgrumegin) hittir sína stóru fyrimynd úr áttatiárunum, tá hann eisini sjálvur fór at spæla tónleik. Shakin´ Stevens var bæði blíður og fyrikomandi, tá fjepparin bað hann um at signera ein stóran bunka av fløgum, ið hann hevði við sær Mynd: Álvur Haraldsen Shakin´ Stevens fer at borðreiða við teimum góðu gomlu hittunum, sum vit kenna úr áttatiárunum, tá Shaky framleiddi eina landaplágu fyri og aðra eftir Mynd: Álvur Haraldsen