leygardagur 6. august 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 147 - 6. august 2005
Ikki er altíð so lætt at
fáa hendur á feskum
fiski. Men av og á ber
til at fáa hendur á
hesum, - sum henda
hósdagin í Vágsbotni.
ÚTRÓÐUR
Snorri Brend
Vágsbotnur: - Hygg, gev
mær handa fiskin. Og ...
handan. Hann sær so góður
út.
Ein tilkomin kvinna er
komin oman í Vágsbotn í
góðveðrinum hósdagin.
Hon sær nakað av fólki
savnað saman á staðnum,
har menn vanliga plaga at
selja fisk.
Ja, hví ikki? Hví ikki
keypa sær ein feskan fisk
ella báðar tveir til døgurða í
kvøld ella á middegi í
morgin.
Hon fer yvir til brunnin,
har fiskurin liggur. Har
liggja einir 20 fiskar eftir,
og sum útróðrarmaðurin,
Regin Olsen hevur fingið
fyrr um dagin.
Henda kvinnan ivast ikki
leingi. Fiskarnir hava júst ta
støddina, sum hon ynskir
sær, og skjótt velur hon sær
ein hampiliga stóran fisk
út, og síðani ein annan í
nøkurlunda somu stødd.
- Jútakk. Hetta var alt fyri
í dag, sigur hon.
Regin útróðrarmaður fer
eftir einum posa, vigar
fiskin og sigur so prísin,
sum
kvinnan
gleðiliga
rindar.
Myndatøka
Tað er ikki á hvørjum degi,
at henda kvinnan kann fáa
fatur á fiski, sum bara er
nakrar fáar tímar gamal og
sum kemur úr tí, sum
summi nevna heimsins
reinasta havumhvørvi.
Hon
fer
skundandi
avstað, og løtu seinni er
næsti kundin komin til
brunnin. Tað vísir seg
kortini, at hetta ikki er ein
vanligur kundi, men eitt
fremmant ferðafólk.
Viðkomandi ætlar helst
ikki at keypa nakað, men
bara síggja, hvussu feskur
føroyskur fiskur sær út.
Hann fer í skjáttuna á
rygginum, og løtu seinni
kemur myndatólið fram.
Eitt slíkt myndevni má
hann fáa við aftur til
stórbýin
har
suðuri
í
Europa.
Jú, føroyingar teir liva so
sanniliga av fiski.
Tað prógvar jú myndin!
Feskur fiskur til Føroya fólk
Regin Olsen dámar
væl at fara á flot við
útróðrarbáti sínum
"Liljan". Honum
dámar eisini væl at
standa í Vágsbotni og
selja fiskin. Her fær
ein altíð eitt gott prát
við menn, ið hava
sama áhuga sum
hann, samstundis
sum hann sker fiskin
til flak.
Havn: Hósmorgunin legði
Regin til brots á enn ein
útróðrartúr.
Streymurin er harður í
løtuni, men tað er kortini
roynandi. Nú um vikuskift-
ið verður hann harðastur í
hesum umfarinum.
Henda morgunin setti
Regin við báti sínum Liljan
kós móti Kirkjubønesi, har
hann royndi einar tríggjar
fjórðingar suður úr landi.
Men tað var kortini ikki
talan um ta heilt stóru
fiskiveiðuna henda dagin –
eini hundrað pund ella so.
Hann legði til brots um 9-
tíðina á morgni, og kastaði
við tað seinasta eystfallið
og royndi so til vendingina.
Og tað gjørdist so úrslitið
fyri henda dagin.
- Eg fór ikki so tíðliga
avstað, tí tað rak so hart í
morgun. Eg bíðaði tí til
eystfallið var linkað nakað.
- Men tað var kanska iva-
leysa tíðliga kortini, sigur
Regin, sum var aftur á
Havnini
um
4-tíðina
seinnapartin.
Sum nevnt so harðnar
streymurin nú meiri og
meiri, men tað hevur so
borið til hjá Regini at royna
báðu megin kyrrindini.
Fiskur og flak
Afturkomin
á
Havnina
legði hann við báti sínum
fyrst at í Vágsbotni, har
hann síðani byrjaði at selja
fiskin til tey, sum høvdu
áhuga í hesum.
Tað er ikki so einfalt at
fáa fatur á feskum fiski í
høvuðsstaðnum, og tí kem-
ur hesin púrasta feski
fiskurin
væl
við
hjá
teimum, sum dáma hetta til
døgurða.
Regin stendur tó ikki bert
og bíðar eftir at fólk skal
koma at keypa. Hann er
allatíðina í sving og brúkar
tíðina til at skera flak, sum
hann so eisini bjóðar fram
til sølu.
Meðan hann sker prátar
hann við fólk, sum kemur
framvið. Serliga væl liggur
fyri at práta við menn, sum
hava sama áhuga í útróðri
sum frítíðarítriv og Regin
sjálvur.
Ikki fastar kundar
Ójavnt er, hvussu nógv fólk
keypa frá honum – og ikki
minst, hvør tað er sum
keypir.
- Nei, eg havi ikki fastar
kundar sum so. Tað er
rættiliga tilvildarligt hvør
keypir fisk frá mær. Onku-
tíð eru tað tey somu fólkini,
tí eg kenni tey aftur.
- Men annars koma fólk
bara framvið og keypa
feska fiskin ella flak, sigur
Regin.
Hinvegin so hevur hann
havt ótaldar vitjanir av
fremmandafólki, sum fegin
vilja avmynda ein útróðrar-
mann sum selir feskan fisk
mitt í høvuðsstaðnum í
Føroyum.
Nógvar vinir
At Regin og aðrir útróðrar-
menn hava møguleika at
sleppa av við útróðrarfisk-
in, kemur uttan iva av tí
veruleika, at tað er so trup-
ult at fáa fatur á slíkum
mati í Havn.
Teir
kundu
sjálvandi
roynt at selt fiskin hjá
onkrum fiskavirki, ella teir
fóru inn á Toftir ella
Kaldbak
við
fiskinum.
Men, sum Regin sigur tað: -
Hetta er eitt sindur uttan-
handa.
- Hjá mær er ikki altíð
talan um tær stóru nøgdir-
nar. Og tí er tað ikki so
farligt. Eg sleppi altíð
burtur úr tí upp á onkran
máta.
- Eg sleppi tó ikki altíð av
við allan fiskin, og tí royni
eg bara at skera ein part av
honum til flak eisini, sigur
Regin.
Hann tekur so tað flakið,
hann ikki selir við sær til
hús, tí – sum hann sigur –
familjan er stór.
- Eg kenni serliga nógv
fólk, tá eg havi skorið nógv
flak!, sigur hann við einum
stórum brosi.
- Fólk koma bara framvið at keypa
Regin stendur ikki bara hendur í favn meðan hann selur.
Hann sker flak, sum hann eisini bjóðar fram til kundarnar
- Eg kenni ikki fólkini sum keypa fisk frá mær. Onkur kemur aftur,
men sum oftast koma tey bara framvið, sigur útróðrarmaðurin,
Regin Olsen sum aftur hósdagin stóð og seldi fisk í Vágsbotni