leygardagur 6. august 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 147 - 6. august 2005
9
Hví skulu fólk fara á
pisufund í Miðla-
húsinum sunnu-
dagin? – Her kunnu
fólk fáa greiði á
ymsum ivamálum,
sum tey hava, áðrenn
tey royna sínar
veingir, sigur Holger
Arnbjerg á Altjóða
Skrivstovuni
ÚTBÚGVING
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Nýtt lestrarár byrjar innan
stutta tíð, og fleiri føroy-
ingar skulu sum vant byrja
á ymsum hægri útbúgving-
arstovnum kring heimin. Í
hesum
sambandi
skipa
Meginfelag
Føroyskra
Studenta og Altjóða Skriv-
stovan fyri kunnandi fundi í
Miðlahúsinum í Vágsbotni
sunnudagin klokkan 17:00.
Praktisk, fíggjarlig, og sosi-
al viðurskifti vera umrødd.
Holger Arnbjerg á Altjóða
Skrivstovuni sigur, at fólk
fáa høvi at seta spurningar
og fáa svar upp á viður-
skifti, sum tey kanska ikki
vistu um frammanundan.
Kom í gongd
– Fundurin fer at snúgva
seg um, hvussu hesi ungu
fólkini á besta hátt koma í
gongd. Vit fara at tosa um,
hvussu tey best kunnu
fyrireika seg til nýggja
umhvørvið, og vit umrøða
eisini tey fíggjarligu viður-
skiftini, sum er ein týðandi
táttur, sigur Holger Arn-
bjerg.
Á pisufundinum sunnu-
dagin vera føroyingar, sum
lesa kring knøttin. Umboð
frá Skotlandi, Bretlandi,
Noregi, og Thailandi vera
til staðar. Danmark sum
lestrarland verður serliga
væl umboðað, tí føroyingar
búsitandi og lesandi á Sæ-
landi, Fjóni, og Jútlandi
fara at greiða frá.
Helvtin uttanfyri
Danmark
– Vit fara at býta okkum
upp í ymsar bólkar. Tey
sum skulu til Bretlands
vera í einum bólki, tey sum
skulu til Keypmannahavnar
í einum øðrum, og so fram-
vegis, sigur Holger Arn-
bjerg.
Hann sigur, at eitt av
endamálunum við pisu-
fundinum er júst, at tey
nýggju lesandi kunnu hitt-
ast og knýta bond, áðrenn
farið verður avstað, soleiðis
at uppgávan tykist minni
møtimikil.
– Vit vænta, at eini
hundrað fólk ella so fara at
møta
upp
sunnudagin.
Helvtin av teimum plaga at
vera fólk, sum skulu lesa
uttanfyri Danmark, tí hesi
hava kanska fleiri ivamál
enn hini. Her er tað týdn-
ingarmikið, at fólk, sum
eru í gongd við útbúgving-
ar uttanlands, eru til staðar
og svara spurningum frá
teimum, sum nú skulu byrja
hægri lestur, sigur Holger
Arnbjerg.
Nógvir stuðulspengar
Í løtuni lesa 99 føroyingar á
hægri lærustovnum uttan-
fyri Norðanlond. Fyri fimm
árum síðani var hetta talið
bert eini 30-35. Holger
Arnbjerg sigur, at tað fyrst
og fremst er ÚSUN-skipan-
ini at takka, at fleiri føroy-
ingar leita sær til onnur
breiddar- og longdarstig at
lesa. Føroyski Stuðuls-
stovnurin letur gjøgnum
ÚSUN-skipanina
kr.
120.000 um árið til skúla-
kostnað.
– Vit mugu staðfesta, at
ÚSUN-skipanin riggar sum
hon skal. Vit síggja á hvørj-
um ári ein penan vøkstur í
talinum av lesandi føroy-
ingum uttanfyri Norðan-
lond. Vit vóna, at tá hetta
lestrarárið er farið á rull, so
eru einir 110 til 120 føroy-
ingar í ÚSUN-skipanini,
sigur Holger Arnbjerg.
Bara enskt
– Hinvegin kundu vit ynskt
okkum, at fleiri føroyingar
fóru til onnur lond enn bert
tey enskttosandi. Eitt nú
Týskland, Frakland, Italia,
Japan, Kina og onnur lond
áttu at verið áhugaverd
lestrarlond, havandi í huga,
at til ber at fáa stuðul til
skeið í málsligum førleika,
sigur Holger Arnbjerg.
Holger Arnbjerg sigur, at
upp til einar kr. 40.000
kunnu lánast frá Stuðuls-
stovninum til málsliga før-
leikamenning í tí ynskta
lestrarlandinum. Um tann
lesandi síðani klárar tað
fyrsta árið av útbúgvingini,
so skal peningurin ikki
gjaldast aftur.
– Vit vóna, at fleiri fólk
fara at gagnnýta henda
møguleika. Henda skipanin
hevur koyrt í eitt ár, og bert
eini trý fýra fólk hava nýtt
hana higartil. Um fólk eru
áhugaði, so kunnu tey
koma á pisufund í Miðla-
húsinum sunnudagin og fáa
meira at vita, sigur Holger
Arnbjerg frá Altjóða Skriv-
stovuni.
Fá svarið í Vágsbotni
Pisufundurin er fyrst og fremst fyri tey, sum eru komin inn á hægri lærustovnar. Men tað eru eisini tey, sum hava fingið noktandi svar frá sínum ynskta lærustovni. Til tey er at siga, at
útbúgvingarstovnar í Norðanlondum og Bretlandi hava tøk pláss, sum søkjast kann um her í august til at byrja í september. Og hesi støðini eru fleiri í tali, sigur Holger Arnbjerg frá Altjóða
Skrivstovuni
Mynd: Jens Kr. Vang