Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-06, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. august 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 147 - 6. august 2005 Hvør er skilnaðurin millum samgongu og andstøðu? Tað liggur nær at spyrja eftir orðaskiftið um løgmansrøðuna. Flestu tingmenn uttan mun til heimstað í samgongu ella andstøðu hildu, at røðan í ár var øðrvísi enn løgmansrøður flest við tað, at hon í stóran mun snúi seg um framtíðina. Ásannað varð av teimum flestu, at neyðugt er við einum langtrøkkandi politikki. Tað var yvirhøvur tikið væl undir við visiónum landsstýrisins, men funnist varð eisini at hesum, at dagsins trupulleikar høvdu ov lítla rúmd í røðu løgmans. Fleiri hildu, at tað hevði verið skilagott at havt viðgerð av løgmansrøðu og framtíðarvisiónum fyri seg. Ásannast má, at nakað er um hesa atfinning. Hinvegin eigur løgmaður mikið rós uppiborið fyri at hava sett alheimsgerðina og framtíðina á dagsskránna. Hetta varð gjørt í tøkum tíma og átti at havt verið fyri fleiri árum síðan. Ein skilnaðurin millum andstøðu og samgongu undir orðaskiftinum var, at andstøðan, tó ikki Sjálvstýrisflokk- urin, helt ikki, at ein kundi umrøða framtíðarætlanir, uttan at Føroyar fyrst hava fingið fullveldi. Hildið varð fram, at tað gav onga meining at hava visiónir og at leggja ætlanir, um ein ikki var harri í egnum húsi. Í hesum sambandi fingu yvirtøkulóg og uttanríkspolitiska heimildarlógin toyggið. Samgongan hinvegin vísti á, at vit nú við lóg- unum, sum komu í gildi ólavsøkudag, sjálvi gera av, nær ið vit taka fullveldi. Henda vagerð liggur nú hjá okkum føroyingum og ongum øðrum. Eisini var víst á, at ein kann ikki halda uppat við at reka politikk, meðan bíðað verður eftir fullveldinum. Ein annar skilnaður snúi seg um einskiljingarnar ella privatiseringarnar av almennum fyritøkum. Her var ikki bert skilnaður millum andstøðu og samgongu. Her hómaðist eisini ein skilnaður millum samgonguflokkar og eisini innanfloks í ávísum flokkum. Í fylgiskjølunum til løgmansrøðuna er ein tíðarætlan fyri einskiljingarnar. Sambært hesa eru allar almennar fyritøkur vorðnar einskildar í 2008. Tey, sum vóru í iva um einskjlingar, vístu á, at her ber ikki til at skera alt yvir ein kamb. Her mugu samfelagslig atlit takast í hvørjum einstøkum føri. Tað var eisini víst á fyritøkur, sum als ikki kunnu einskiljast, um tikin skulu verða neyðug samfelag- og almannagagnlig fyrilit. Hesi vóru sera áhugaverd sjónarmið, sum avdúkaðu, at síðsta orðið um einskiljing- arnar er ikki sagt. Hesin parturin av orðaskiftinum vísti eisini, at spurning- urin um einskiljingarnar er akilleshælur samgongunnar. Finnur samgongan ikki stevið her, so fær hon parlament- ariskar trupulleikar. Tí má løgmaður skjótast møguligt finna tær politisku neyðsemjur, sum skulu til fyri at loysa hetta málið politiskt. Hetta er eitt hitt størsta politiska málið í nýggjari tíð og hartil er tað sera trupult. Sjálvtektin í Føroyagrunninum hevur ikki gjørt tað lættari ei heldur styrkt álitið. Tað má tí skjótast finnast ein haldgóð politisk loysn, sum meginparturin av Føroya fólki tekur undir við. Her er jú talan um virði, sum eru skapað og fingin til vega við fólksins skattapeningi, tá alt á sinni rapaði. Hetta hava fólk ikki gloymt, og tí er tað ein spurningur um politiskt lív ella deyð fyri løgmann og hansara samongu at finna eina loysn, sum ein breiður meiriluti av veljarunum kann góðtaka. DAGSINS MEINING Sosialurin Skilnaðurin VIÐMERKINGAR Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Finnleif Guttesen Tvøroyri Í uppskotinum frá Bjørn Kalsø, landsstýrismanni, um vinnuligan fiskiskap, er ætlanin, at fullkomið veiðubann skal setast eftir botnfiski um summari, í tvær ella tríggjar vikur. Vónandi sita tinglimir ikki og bína sum neyt, og lata alt um seg ganga fyri frið skyld, men hava dirvi og vilja til, at verja tær seinastu útróðrarbygdurnar í Føroyum. Tinglimir eiga at vita, at fiskidagarnar hjá smáum útróðrarbátum bert er umleið 60 dagar árliga, tí veðrið og streymurin av- marka dagarnar heilt auto- matiskt. At hesir dagar nú skulu skerjast við 30 prosentum, er mønustingurin fyri hesar bygdir og bátar, og tað sindri av virksemi ið hevur verði har. Og at landsstýrismaðurin við sínum veiðubannið, avger nær vinnuvirkini á landi skulu halda summar- frí, er hol í høvdi og hoyrir ongastaðni heima Haldi heldur orð fyri einaferð skyld Tinglimir skulu heldur halda orð, og lata smáu útróðrarbátarnar við snellu, fiska frítt, eisini sunnu- dagar. Øll fiskifør hava loyvi til at fiska sunnu-og halgidagar undantikið smáu útróðrarbátarnir og tað er dupultmoralur, tá ið hann er ringast. Men vilja tinglimir av- oyða smáplássini og um- støðurnar hjá smáum út- róðrarbátum, so er upp- skoti hjá landsstýrismanni- num ein gyltur møguleiki. Livst so spyrst Sambandsflokkurin ætlar at avtofta tær seinastu útróðrarbygdurnar Frank Erik Olsen Torført er at lata verða við at hugsa um tað samlaðu tilbúgvingina nú ein frættir, at partar av henni slettis ikki virka. Fyri stuttum sá eg eina sjónvarps sending, ið var um kavara tilbúgvingina í einum minni býði í Danmark. Eg var bergtikin av hesi tilbúgving og hvussu væl hon virkaði. Eg fari tí at loyva mær at seta fram nakrar spurningar í hesum sambandi. Fyri at taka eitt dømi burturúr kunnu vit siga at ein bilur koyrir útav á Vestaru kei eina myrka vetrar nátt. Tað er jú ikki heilt ósannlíkt tí tað er jú hent nakrar ferðir áður. 1. Hvør hevur ábyrgdina av bráfengis kavaratil- búgvingini í Tórshavn? 2. Hvussu nógv/nógvir eru hesir? 3. Hvussu ofta venja tey/- teir? 4. Hava tey/teir aðra vinnuliga kavara út- búgving enn privat frítíðar skeið? 5. Eru tey/teir á vakt 24 tímar um samdøgrið? Havi frætt at Tórshavnar Sløkkilið ikki hevur hesa ábyrgd, og fari tí at stíla brævið til Tórshavnar Býráð. Møguliga eg havi frætt gali! Vónandi onkur kann hjálpa mær í míni stúran. Tilbúgvingin í Tórshavnar Kommunu Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.