leygardagur 6. august 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 147 - 6. august 2005
11
Í hesum døgum gevur
Fróðskaparfelagið
Phd.
ritgerðina Far fram á torg
út sum bók. Tað er Guðrun
Gaard,
mag.art.
og
studentaskúlalærari, sum
hevur skrivað ritgerð um
yrkingarnar eftir Regin
Dahl. Phd. verjan verður á
Fróðskaparsetrinum
2.
september kl.13.
Far fram á torg miðar
eftir at skapa heildarmynd
av yrkingunum hjá Regini
Dahl og lýsa lyndiseyð-
kenni teirra. Eisini leggur
ritgerðin dent á at vísa,
hvussu yrkingarnar eisini
eru royndir at endurskapa
tilverumeining
í
nútíðarruðuleikanum.
Yrkingarnar hjá Regini
Dahl eru nýbrot í mun til
undanskaldskapin. Máls-
liga eru yrkingarnar sam-
skifti millum nútíðarrák og
gamlar málkeldur. Burturúr
hesum samskifti kemur
skaldsligur málburður, sum
ber av øllum, samstundis
sum hann er eyðkennandi
og persónligur. Evnini, sum
yrkingarnar taka upp, eru
sera fjølbroytt, Regin yrkir
um snøgt sagt alt. Mangan
eru yrkingarnar dæmdar av
tí, sum nívir menniskjuni í
nútíðarsamfelagnum.
Kríggj og vantandi tolsemi
og tað fyrilitarloysi, sum
valdar í umsitingini av
náttúruni eru stór evni í
yrkingunum. Regin yrkir
um hesi evni á nýskapandi
og kjakelvandi hátt. Eisini
gudstrúgvin er stórt evni í
skaldskapinum. Hjá Regini
síggja
vit,
serliga
í
yrkingunum, sum komu
beint eftir kríggið, dráttin
við
trúnna.
Ritgerðin
leggur seg eftir at lýsa tað
samskiftandi og viljan til at
kjakast
og
bøta,
sum
eyðkennir yrkingarnar.
Regin Dahl, sum nú er 86
ár, hevur búð í Danmark,
síðani hann var blaðungur,
og útlegdin er evni í
skaldskapinum, eins og hon
eisini mangan er ein lykil
til at skilja yrkingarnar.
Far fram á torg er 309
blaðsíður, og prentmyndin
á permuni er eftir Marius
Olsen. Bókin fæst í bóka-
búðunum.
ave
Nýggj føroysk
Phd. ritgerð
Nýggja ritgerðin hjá Gurðun
Gaard leggur seg eftir at lýsa
tað samskiftandi og viljan til
at kjakast og bøta, sum eyð-
kennir yrkingarnar hjá
Regini Dahl
Marius Olsen hevur
gjørt prentmyndina
á permuni á
Far fram á Torg
VIÐMERKINGAR
vegna LFA -
Landsfelagið fyri fólk
við autismu
Lea Wolles, formaður
Til Hans Paula Strøm,
landsstýrismann
Viðvíkjandi játtanini til
eitt heim til fólk við
autismu í Klaksvík
Av tí at tað er komið fram
í fjølmiðlunum (sí Dimma-
lætting 7. juli 2005 á s. 5),
at peningur er tikin frá
einari játtan til eitt heim til
fólk við autismu í Klaks-
vík, kenna vit okkum
noyddan til at átala hetta.
Vitandi um, at tað standa
fleiri børn við autismu á
bíðilista til at koma til um-
lætting, er tað sera óheppið
fyri foreldrini at hesum
børnum, hvørs familjulív
landsstýrismaðurin eigur at
taka í ramasta álvara, at tey
nú noyðast at bíða í upp-
aftur longri tíð eftir fáa um-
lætting. Tí hesar familjur
eru frammanundan í einari
sera strongdari og sárbarari
støðu, skilt á tann hátt, at
tey til dagligt mugu føra
tvey familjulív í senn, t.v.s.
eitt við barninum við
autismu, og eitt við restini
av familjuni.
Vit fara tí staðiliga at
heita á landsstýrismannin
um at syrgja fyri:
- at áðurnevndi frátikni
peningur verður sum skjót-
ast - t.v.s. á fíggjarætlanini
2006-
latin
aftur
til
játtanina til eitt heim í
Klaksvík fyri fólk við
autismu.
- og at hann framyvir
áhaldandi játtar pening til
umlætting og bústovn, sum
kann verða við til at geva
fólki við autismu og teirra
avvarðandi eitt virðiligt lív
her í Føroyum.
Skeivt at taka pengar
frá fólki við autismu
Regin av Steinum
Postverk Føroya kunnar um
seg og sítt virksemi á yms-
an hátt - og á ymsum
fremmandum málum.
Fyrst í hesum árinum
(1/2005) kom eitt hefti,
"Aktuelt fra Færøerne" við
3 høvuðsevnum, og fyrsta
greinin eitur "Posthistorie í
Kollafjørður", sum Vilhelm
Johannesen hevur skrivað,
og er knappar 3 síður long.
Postsøgan í Kollafirði
skuldi verið eitt ógvuliga
áhugavert evni at skriva
um, men gevur tú tær far
um yvirskriftina, so stendur
høvuðsorðið óbundið, t.v.s.
at greinskrivarin ger sjálvur
av, hvat hann tekur við ella
letur liggja, og úrslitið kann
tí vera, at lítil og eingin
heild ella yvirlit fæst.
Greinin er jú fyrst og
fremst skrivað fyri fremm-
andafólk, sum hava tørv á
eini stuttari kunning, men
vit, tey innbornu, hava væl
eisini loyvi at lesa - um ikki
annað so av áhuga.
Í fyrsta og øðrum broti
stendur soleiðis: "Frem til
den 31. december 2000 var
Kollafjørður en selvstænd-
ig kommune sammen med
bygderne
Langasandur,
Oyrareingir og Signabøur.
Den 1. januar 2001 blev
kommunen med samtlige
bygder indlemmet i Tórs-
havn kommune.
I dag bor der 1024 i
området. 819 mennesker
bor i selve Kollafjørður
med Langasandur, 158 bor
i Signabøur og 46 bor i
Oyrareingir." Nei, vælsign-
aður, hatta er ikki beint.
Bæði formliga og í roynd
og veru er bara talan um
eina bygd. Soleiðis er og
hevur altíð verið; og tað ber
ikki til at tosa um bygdir í
bygdini. Hvør er so ikki
kollfirðingur, meðni?. Síð-
an stendur m.a.: "en roklub
med egne klublokaler, der
er beliggende i Signabøur."
Hvørki teirra er á Signabø,
tað eg veit.
Ì umrøðuni av posthúsi-
num við Sjógv er grein-
skrivarin reiðiliga vilstur:
"Den sidste brevsamler i
Kollafjørður før brevsaml-
ingsstedet i bygden blev
lukket den 30. april 1974,
var Johannes Dam, som i
daglig tale blev kaldt
Hannis. Hans far Petur
Mohr Dam, der var slægtet
fra Oyrareingir, begyndte
handelsvirksomhed
við
Sjógv i Kollfjørður. Han
døde i 1890" Hesin P.M.
Dam var ikki pápi, men
abbi Jóhannus Dam og m.a.
eldra bróðurin, politikaran
og løgmannin, P.M. Dam.
Greinskrivarin tykist ikki
hava nóg gott innlit í evnið,
og tí verður tað so tilvild-
arligt: Nógv nøvn verða
nevnd, men ikki Menning
og Helena Geyti (hvør
teirra
bar
navnið
av
avgreiðsluni, veit eg ikki),
men tey høvdu so postin - á
Langasandi í Kollafirði -
allan mín uppvøkstur. Eitt
drúgt tíðarskeið (sjeyti og
áttati árini ella longur?)
hevði Jallgrim Joensen, í
Líðini, postin til innara
partin av bygdini um
hendur, meðan landpost-
boðið hevði ytra partin.
Broytingarnar hava verið
nógvar, og tí skuldi ein
tíðartalva t.d. verið sett
upp, og í størri mun átti at
verið kveitt í skjølini hjá
Postverkinum.
V.J. nevnir "et postud-
vekslingssted
i
Oyrar-
eingir", ja, soleiðis skuldi
áskriftin (adressan) vera,
men einki posthús hevur
nakrantíð verið á Oyrar-
eingjum, men telefonlinjan
hjá Ólavi á Heygum úr
Vestmanna til Havnar varð
løgd fram við húsunum á
Oyrareingjum fyri akkurát
100 árum síðan. Man
navnið (postadressan) stava
frá telefonini?
Heldur ikki nevnir hann,
at postur varð borin heim til
Kvívíkar. Havi hoyrt fyri
vist, at Jens Djurhuus
(Pola-Jens) hevði tað starv-
ið eina tíð. Helst átti tað
eisini at komið við í slíka
frásøgn, at umframt hesi 3
"posthúsini" í somu bygd,
so var tað kortini eitt hús,
ið fekk postin bornan úr
Leynum; tað var sjálvandi
húsið frammi við Gjónna.
Tað snúði seg fyrst og
fremst um postflutning og
ikki um kommunu- og
bygdamørk!
Tað hevði verið áhuga-
vert og ynskiligt, um greitt
hevði verið frá, hví tað við
tíðini komu 3 postav-
greiðslur í somu bygd; so
long er hon heldur ikki, og
fólk vóru jú von at ganga
langt, um so skuldi vera -
eitt nú teir, ið røktaðu
óhøgligan haga. Hvussu
varð
hugsað
um
hesi
viðurskifti?
Var - í høvuðsheitum -
nakar førleikamunur mill-
um hesar 3 postavgreiðsl-
urnar?
Hvat fingu hesi postav-
greiðslufólkini burturúr í
krónum samanborið við t.d.
fiskaran?
Tað átti helst eisini at
verið nomið meira við
ferðasambandið, manna-
gøtuna, eftir landi vestur-
og norðureftir - um Kolla-
fjørð; og støðan í dag er
einki broytt í so máta: Allur
postur og flutningur annars
eftir landi, ið skal norður
ella suður um Hórisgøtu
(Kollfjarðartunnilin), fer
um rundkoyringina í Dali-
num. Við hesum søguliga
veruleika
í
huganum,
skuldi eisini borið til at
fingið eina góða og saman-
hangandi frásøgn úr tí
sjónarhorninum. Gongdin
hevur jú verið, at so hvørt
sum ferðasambandið er
batnað, er postflutningurin
vorðin betri.
At enda skal vera mint á,
at allir almennir stovnar
eiga at lata fleiri fólk lesa
slíkar greinar gjølla og
nágreiniliga, áðrenn tær
fara til prentingar, so at vit
sleppa undan óhepnum
misskiljingum og skeiv-
leikum.
Soltin skundverður av Gamla Apoteki
Landsfelagið fyri fólk við autismu hevur sent
soljóðandi skriv til almanna- og
heilsumálaráðharran: