Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-10-03, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. oktober 2000síða 12

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 23 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 189 - 3. oktober 2000 Nr. 189 - 3. oktober 2000 Jákup Mørk StÍF-H71 (39-19) (19-10) Tá tølini tala so týðiliga, sum tey gera omanfyri, sig- ur tað seg sjálvt, at tað var stórur munur á teimum báð- um liðunum, sum dystaðust á Skála sunnudagin. Hoyvíkingar høvdu skav- að sæt liðið saman, við hjálp av leikarum, sum als ikki tykjast vera í nóg góðari venjing, og hetta vórðu teir eisini revsaðir fyri. Einkisigandi úrsit Spælið hjá heimaliðnum hekk hinvegin væl saman. Teir vóru nærlagdir í verju- partinum, og í leikandi ven- jaranum hava teir so avgjørt fingið ein spælara, sum kann styrkja um liðið. Bóltførleikin og leikferð- in hjá StÍF var langt oman- fyri tí, sum H71 megnaði at vísa, og tí var einki at siga til, at munurin í tølum gjør- dist somikið stórur. Um liðini bæði er heldur torført at meta, eftir ein slík- an dyst, men tað tykist tó fullkomuliga greitt, at ven- jingarstøðan hjá hoyvík- ingunum skal betrast mun- andi, um liðið skal vinna seg út botninum hetta kapp- ingarárið. Strandingar hava longu prógvað, at tað eru fleiri frægir hondbóltsspælarar á liðnum. Spurningurin er so, hvørt hetta er nóg mikið til at vinna seg upp á ovastu rók, og hesin kann ikki svar- JÁKUP MØRK Tað var skjótt greitt, at tað vóru vestmenningar, sum ætlaðu sær at vinna dystin móti grannunum úr Kollafirði sunnudagin. Fyrsta korterið ella so nýttu vestmenningarnir til at vinna sær eina hampu- liga trygga leiðslu, og restina av dystinum syrg- du teir bert fyri at halda hesa. Verjan riggaði Eftir dystin helt venjarin hjá vestmenningum, Hjalmar Klein Olsen, at orsøkin til sigurin fyrst og fremst var tann, at verju- parturin riggaði, sum hann skuldi. Hetta gav eisini rúmd fyri fleiri skjótálopum, og venjarin helt, at um úr- tøkan úr hesum hevði ver- ið betri, kundi sigurin iva- leyst verið enn tryggari, enn tey átta málini, sum talan at enda gjørdist um. Annars var tað serliga Ingi Olsen, sum hevði ein góðan dag skilst á lag- num. Umframt at sín part av málunum, átti hann eisini lut í fleiri øðrum av vestmannamálunum, ein- ki er at taka seg aftur í, at hann eins og vanligt fer at verða ein týðandi lutur í VÍF royndunum at ogna sær gullið, sum var so nær undanfarna kappingarár. Størri hóttan Hjá kollfirðingum var tað serliga nýggi leikarin, To- mic Duric, sum sum gjør- di um seg, men umframt sterka útlendska styrkin, JÁKUP MØRK Kyndil-Tjaldur 34-23 (13- 9) Tað vóru fleiri tekin um, at alt framvegis ikki er komið rættuliga í snúningar, tá Kyndil sunnudagin setti skjøtul á nýggja kapping- arárið. Fyrst og fremst varð dyst- urin seinkaður, tí annar av settu dómarunum ikki var møttur, og meðan dysturin var leiktur, noyddust spæl- arar og venjarar at turka vøllin, tí eingi hjálparfólk vórðu sett til hetta. Ferðin var á muni Um dystin sjálvan er annars at siga, at Kyndil vann væntaða sigurin á Tjaldri- num, og hóast munurin ikki alla tíðina var stórur í tølum, so er einki ivamál, Kyndil var betra liðið. Fyrstu løtuna leikaði javnt á, og Tjaldur megnaði eisini at leggja seg fram um er nógv annað, sum bend- ir á, at KÍF í ár kann standa seg væl betri, enn teir gjørdu í fjør. Eddie Joensen er nevn- liga aftur at síggja á lið- num í ár, og saman við Tomic kann hann ivaleyst gera sítt til, at KÌF eisini hevur nakað av bakspæli at líta á. Hetta manglaði í ólukku mát í fjør, kemur á glið á skjótingina hjá teimum, eigur hetta eisini at geva rúmari ræsur hjá hinum leikarunum, sum aloftast høvdu tað ov trongt í fjør, tí flestu lið- ini kundu bremsa koll- firðingum, um bara ver- jan lá nóg fløt Dysturin í tølum Málskjúttar: KÍF: Tomic Duric 6 (3), Vagnur Johannesen 5, Petur Martin Johansen 4, Petur Martin Poulsen 2, Fríðrik Joensen 2, Eddie Joensen 1, Regin Petersen 1 VÍF: Áki Olsen 8 (1), Martin Hmmeland 6, Ingi Olsen 5 (1), Sámal Joensen 3 (1), Rógvi Nielsen 3, Sjúrður Holm 1, Agnar Joensen 1, John Zacha- riasen 1 Brotskøst: KÌF 3, VÍF 5 Útvísingar: KÍF 4, VÍF 2 Dómarar úr StÍF: Poli Hansen og Justines Justinussen mótstøðuliðið í einstøkum førum. Seinastu løtuna av fyrra hálvleiki setti heimaliði tó leikferðina upp, og tá var skjótt greitt, at her fór eing- in ivi at vera. Serliga vóru tað Jónleif Sólsker og Bjarni Wardum, sum gjørdu sær dælt, tá tjaldursverjan ikki megnaði at fylgja kvika álopsspæl- inum, men eisini Høgni Klein var sjónskur, tá kon- traálop vórðu sett í gongd. Hinvegin riggaði alt ikki so væl hjá strikuspælaru- num báðum, men einki er at ivast í, at hesin parturin fer at batna komandi mán- aðirnar. Rúni og Janus Einar teljast í øllum førum millum fremstu strikuspælararnar í landinum, og so eingin or- søk er hjá Kyndli at óttast nakað í so máta. Stórar broytingar hava ikki verið á liðnum í mun til undanfarin ár, og eftir fyrsta dystinum at døma, er liðið ikki viknað av, at Ja- Venjingarstøðan á muni ast, fyrr enn mótstøðan hev- ur verið nakað væl størri, enn hon var leygardagin. Dysturin í tølum Málskjúttar: StÍF: Artur Johansen 8 (2), Costin Dumitrescu 8 (2), A- lexandur Johansen 5, Mar- ius Joensen 4, Bent Djur- huus 4, Pauli Poulsen 3, An- Hoyvíkingar tykjast als ikki at vera í venjing enn, og hetta varð revsað av heimaliðnum, sum tóktist vera væl fyri dre Danielsen 3, Kristjan Petursson 2 H71: Stefan Dorofte 8 (1), Halgir Dahl-Olesen 4 (1), Rolf Mouritsen 2, Johnny Djurhuus 1, René Dahl- Olesen 1, Eyðun Højgaard 1, Annfinnur N. Debess 1, Hallur Danielsen 1 Brotskøst: StÍF 4, H71 4 Útvísingar: StÍF 5, H71 7 Dómarar úr Neistanum: Kristian Johansen og Hjal- mar Petersen Einki roks Vestmenningar sýndu sunnudagin, at teir eisini í ár eiga at teljast við millum favorittarnar til FM-heitið Greiður sigur Tá Kyndil setti ferðina upp, megnaði Tjaldur ikki at fylgja við, og so endaði alt við tryggum heimasigri cob Jónsson er skiftur út við Jónleif Sólsker á mið- plássinum. Ungu leikararnir eru nú allir eitt ár eldri, og ivaleyst vóna tey í Kyndli, at liðið í ár kann vinna seg longur upp enn fjórða plássið, sum talan varð um í fjør. Evnini eru í øllum førum til tað. Verður torført Hvussu tað fer at hylnast hjá Tjaldrinum í ár, er hinvegin kanska ein torførur spur- ningur. Spælið sunnudagin var undir ongum umstøðum sannførandi, og bendir held- ur á, at liðið fær trupult við at vinna seg úr botninum hetta kappingarárið. Støðan er so avgjørt ikki batnað av allari órógvini, sum umgyrt liðið seinastu tíðina, og verður liðið ikki styrkt við leikarum aðra staðni frá, er einki at ivast í, at tilvera teirra í bestu deild- ini verður sera trupul. Enn eru tó nógvir dystir eftir at spæla, so tað kann væl vera, at runavíkingarnir fara at gera øllum hesum spádómum fyri skommum. Dysturin í tølum Málskjúttar: Kyndil: Bjarni Wardum 10, Jónleif Sólsker 9 (4), Uni Wardum 4, Regin Petersen 3, Høgni Klein 3, Hans Áki Dal-Christiansen 3, Rúni Poulsen 2 Tjaldur: Sverri Justinussen 7 (2), Mortan Hansen 7, Ragnar Olsen 4, Arngrímur Arngrímsson 4, Tummas R. Olsen 1 Brotskøst: Kyndil 3, Tjaldur 2 Útvísingar: Kyndil 4, Tjaldur 1 Dómarar úr H71 Kristian Martin Skála og Bogi Hendriksen Hjalmar Klein Olsen tóktist væl nøgdur um avrikið hjá leikarum sínum í fyrsta dystinum Her er H71 í átsókn á StÍF málið, men yvirhøvur gekk spælið mest hinvegin Mynd: Sofus Jákup Mørk Ikki er líkt til, at klaks- víkingar ætla at taka sær av løttum, eftir at tað í fjør eydnaðist teimum at fáa gullmerkini til høldar. Í øllum førum hava tey ikki sitið hendur í favn, eftir at tað í summar gjør- dist greitt, at Simona Hansen flutti av land- inum. Í staðin fyri sterka vin- stra honds skjúttan, hevur Stjørnan nevnliga fingið fatur á einum jugoslavisk- um leikara, og tað er ikki eiti á styrkur, sum hon kann roknast fyri at verða. Drúgvar royndir Vesna Raodovic er navnið Jákup Mørk Sóljan-Stjørnan 26-30 (13- 16) Hóast munurin á pappíri- num átti at verið stórur, so vórðu ikki meira enn fýra mál millum partarnar, tá uppflytararnir úr Sóljuni tóku ímóti føroyameistaru- num úr Klaksvík. Roknað varð annars við, at Stjørnan mundi fáa ein greiðan sigur, men eftir úr- slitinum at døma, fer Sóljan als ikki at verða so løtt at syfta. Kontant verjuspæl Serliga var tað í verjupart- Byrjaðu við sigri Føroyameistararnir úr Stjørnuni byrjaðu kappingarárið við einum sigri á nýggja liðnum í bestu kvinnudeildini á 30 ára gomlu kvinnuni, sum í vikuni kemur til landið, og undan føroya- ferð síni, hevur hon eisini leikt hondbólt í fleiri øð- rum londum. Bæði í Týsklandi og Italia hevur hon roynt seg sum yrkisleikari, so spennandi verður at vita, í hvønn mun hon kemur at styrkja liðið hjá Stjørn- uni. Framman undan hev- ur Stjørnan tvær jugoslav- iskar kvinnur á liðnum. Vesna Tomajek og An- driana Milodanovic. Stjørnan styrkir hópin Tað er fyrst og fremst missurin av Simonu Hansen, sum hevur gjørt, at Stjørnan hevur fingið hendur á útlendskum leikara inum, at heimaliðið legði nógv fyri. Gestirnir hildu eisini, at talan í fleiri førum var um alt ov hart spæl, men útvísingarnar vóru tó ikki so nógvar í tali. Í álopspartinum hekk so at siga øll abyrgdin á nýggja leikaranum, Simona Dziu- gyte, sum ekyt ikki færri enn 16 av teimum 26 mál- unum, sum Sóljan fekk. So- mikið stór var skothóttan hennara, at Stjørnan stóran part av seinna hálvleiki valdi at mansverja hana. Annars skilst á lagnum, at Stjørnan als ikki spældi sum nakar føroyameistari, men hinvegin er kappingar- árið júst byrja, og ikki skal roknast við, at ferðin og bóltførleikin er í hæddini frá fyrsta bríkslið. Einki man vera at ivast í, at tá árið fer at halla, fara klaksvíksgenturnar at teljast millum tær fremstu, meðan spurningurin er, hvussu langt Sóljan kann røkka. Tær báðar útlendsku tykj- ast vera stórur styrkur hjá liðnum, og so er spurning- urin, hvussu langt hetta fer at bera. Dysturin í tølum: Málskjúttar: Sóljan: Simona Dziugyte 16 (3) Hertha Simonsen 4, Marjun Jørgensen 4, Heidi M. Aks- elsen 1, Jona Gudmundsen 1 Stjørnan Andriana Milodanovic 10 (1), Joan M. Joensen 9 (2), Vesna Tomajek 5 (1), Anna K. Samson 4, Annika Ljós- stein 2 (1) Brotskøst: Sóljan 5, Stjørnan 10 Útvísingar: Sóljan 3, Stjørnan 3 Dómarar úr Neistanum: Ragnar Simonsen og Jákup Sverri Kass Í Herfølge fegnaðust teir hóskvøldið, tá tað var greitt, at donsku meistararnir fyri fyrstu ferð høvdu megnað at spæla seg víðari úr fyrsta umfarinum í UEFA Cup. Fríggjadagin snúði spenningurin seg um, hvør- jum Herfølge skuldi spæla ímóti í næsta umfarinum. Luturin fall á AEK Athen. Fyrri dysturin verður í grikska høvuðsstaðnum hósdagin 26. oktober. Tað verður spælt í Herfølge 9. november. Skelkurin Í Herfølge og í donskum fótbólti varð tað ikki mett, at Herfølge var heppið í lutakastinum. Men prátið um lutakastið og vánirnar í Tveir av føroysku landsliðs- monnunum, sum miku- kvøldið skulu til Sveis, vóru í eldinum í Danmark sunnu- dagin. Johan Byrial Hansen var aftur hesa ferð allar 90 minuttirnar í høgra verju- borði á sínum liði. Óli Jo- hannesen spældi á sama plássi á sínum liði. Óli spæl- di inntil hann í 54. minutti varð avloystur av íslend- inginum Ólafi Kristjansson. Herfølge fekk í gjárkvøldið vitjan av FCK. Sambært tí, sum vit frættu, áðrenn blað- ið fór til prentingar, so skul- di Jákup Mikkelsen verja Herfølge málið, og Todi Jónsson skuldi vera á ytsta miðvallarplássinum hjá FCK. Marginalir ímóti AGF var í Viborg, har lagið undan vikuskiftinum var sera gott. Viborg sendi hós- kvøldið russiska CSKA Moskva úr UEFA Cup. Tað varð roknað við møguleik- anum, at teir í Viborg fóru at vera eitt sindur troyttir og eymir í beinunum, tí teir bara høvdu havt frí í gott og væl hálvt triðja samdøg- ur, áðrenn teir aftur skuldu spæla landskappingardyst. 2.308 áskoðarar vóru vit- ni til, at AGF leingi var á- gangandi og spældi seg til fleiri málmøguleikar, men tað gekk, sum tað ofta ger hjá botnliðum. AGF skoraði ikki upp á sínar møguleikar, og so vann Viborg 2–0. Teir fingu fyrra málið í 16. min- utti, og teir skoraðu aftur í 57. minutti. Síðstu løtuna undan steðginum hevði AGF nógv spæl, og teir vór- næsta umfarinum í UEFA Cup druknaðu púrasta, tá tíðindini bórust um, at tveir av bestu liðfeløgnum hjá Jákupi Mikkelsen høvdu skrivað undir sáttmála við kappingarneytarnar í AB. Talan er um verjuálitið Steven Lustü og um álops- spælaran Jesper Falck. Tá danska landsliðið 16. august vann 2–0 í Føroyum, var Steven Lustü fyri fyrstu ferð í landsliðshópinum, og hann var á vøllinum síðstu løtuna. Lustü var ikki í landsliðsferðalagnum í Ís- landi, men í síðstu viku sen- di Morten Olsen aftur boð eftir honum. Jesper Falck hevur verið ein av vandamiklastu álops- monnunum hjá Herfølge. Frammanundan at hann flutti til Herfølge, spældi hann í AB. Steven Lustü hevur eftir flytingina til AB sagt, at hann metir seg hava betri møguleikar at vísa útlend- skum feløgum sínar dygdir, tá hann spælir í AB, enn um hann framvegis hevði verið í Herfølge. Tað er eingin loyna, at verjuspælarin í Herfølge leingi hevur droymt um at fáa møgu- leikan at spæla í Onglandi ella í Skotlandi. Tað er ikki greitt, hvussu nógv AB hevur keypt teir báðar fyri. Tað einasta, sum er upplýst, er, at tilboðið var so mikið gott, at Herfølge, sum – sammett við fleiri onnur feløg í superliguni – u aftur framvið í 2. hálv- leiki, men tað segði tað sama. Hetta var sjeynda tap- ið hjá AGF í hesum kapp- ingarárinum. Fyrsti síðani B36 Endiliga eydnaðist tað AB aftur at vinna. Akademika- rarnar høvdu ikki vunnið í landskappingini síðani 20. august. Síðsti sigurin yvir- høvur hjá teimum var, tá teir hósdagin 24. august vunnu 1–0 í Gundadali ímóti B36 í undankappingini til UEFA Cup. Tá AB var í Føroyum vór- u teir væl fyri. Síðani hevur tað bara gingið skeiva veg- in, og tí kom sigurin sera væl við. OB hevði nógv spæl, men tað eydnaðist teimum bara at skora eitt mál. Tað fingu Jákup hevur mist verjuálitið teir longu í fyrsta minutti. Málskjútti var Søren Berg. Hann er bóndi! AB javnaði tveir minuttir undan steðg- inum. Sambært danskar fjølmiðlar vóru málmøgu- leikarnir, sum endaðu við máli, teir einastu í 1. hálv- leiki. Í 2. hálvleiki hevði OB fleiri møguleikar, men tað var bara heimaliðið, sum fekk mál. 2.586 áskoðarar sóu í 75. minutti Jesper Falck, sum í vikuni var komin aftur úr Herfølge, leggja heimaliðið á odda, og tveir minuttir seinni stað- festi AB sigurin. Abdul Sule legði upp til øll trý AB mál- ini. Teir báðir fyrrverandi Herfølge menninir vóru ikki mettir at spæla nakað ser- ligt. Jesper Falck fekk herðaklapp fyri málið, sum hann skoraði, meðan tað varð mett, at Steven Lustü skal venja meiri saman við nýggju liðfeløgunum, áð- renn nyttan fer at fáast burt- urúr honum í verjuni, sum hann hevur gjørt í Herfølge. Nýtt oddalið Í Brøndby smurdi heima- liðið uppflytararnar úr Ha- derslev av 6–1. Harvið varð Brøndby, sum avgjørt ikki tóktist illa upplagt av UEFA Cup ferðini í Slovenia, nýtt topplið. Oddaliðið higartil, Lyng- by, var í Silkeborg, har teir taptu ikki minni enn 3–0. Í Aalborg hevði heimaliðið vitjan av nýggja superligu liðnum FC Midtjylland. Nýggja liðið hevur staðið seg stak væl. Hesa ferð vunnu teir 2–1, og tað hevði við sær, at teir togaðu seg upp á næstfremsta plássið. Burtursæð frá dystinum í gjárkvøldið ímillum Her- følge og FCK, so verður ikki spælt í superliguni aftur fyrrenn annan sunnudag. Tað kemst av, at danska landsliðið skal spæla HM undankappingardystir í vikuskiftinum og miku- kvøldið í komandi viku JH ikki er serliga væl fyri, ikki hevði møguleika at siga nei takk. Nýggju menninir Peter Frank flutti fríggja- dagin úr AB og til Herfølge. Hann hevur áður spælt í Herfølge. Tá hann vildi royna seg uttanlands, fekk hann møguleikan i franska Strasbourg, og síðani gekk leiðin til AB. Í Herfølge rokna teir við at fáa ein annan nýggjan spælara á liðið heilt skjótt. Talan er um Thomas Christ- ensen. Hálvi spaniumaðurin og hálvi danin hevur leingi vant við Herfølge, men tað hevur ikki borið honum til at spælt við, tí spæliloyvið hevur verið hjá Panionios í Grikkalandi. Felagið hevur ikki hildið sínar skyldur yv- irfyri spælaranum, sum hevur stevnt fyri at fáa pengar og fyri at fáa loyvi at spæla fyri onnur feløg. Rættarsakin er ikki liðug, men í Herfølge hildu teir seg í gjár hava grundarlag at rokna við, at søkin verður liðug í vikuni. Thomas Christensen er uppvaksin í Keypmanna- havn. Mamman er sponsk, og pápin er danskur. Bar- celona keypti nú 27 ára gamla spælaran fyrsti í níti árunum. Tað gekk skjótt. Thomas Christensen fekk møguleikan á spanska landsliðnum, hann valdi tann møguleikan framum kanska eina ferð seinni at fáa møguleikan á danska landsliðnum, men so vendi. Barcelona var ikki so á- hugað, landsdystirnir gjør- dust bara tveir í tali, og eftir at hava skift felag í Spania fleiri ferðir endaði nýggi Herfølge maðurin í griks- kum fótbólti. Í donsku fjølmiðlunum verður mett, at fyritreytirnar hjá Herfølge í UEFA Cup og superliguni eru nógv ver- ri nú, enn tær vóru undan søluni og keypinum. Tað er ikki loyvt hjá Herfølge at brúka Thomas Christensen í UEFA Cup. JH Vánirnar hjá Herfølge versnaðu ikki so lítið, tá tveir av stuðulsspælarunum undan vikuskiftinum skrivaðu sáttmála við AB Óli og Johan taptu Bæði í AGF og í OB vóru teir ikki nøgdir við at hava tapt á útivølli í ávikavíst Viborg og í Gladsaxe