Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-06, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. august 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 147 - 6. august 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Óli Hammer, úr Fámjin, andaðist mikudagin 3. august á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi, 81 ára gamal. Kistan fer úr kapellinum á Suðuroyar Sjúkrahúsi leygardagin klokkan 16:00. Jarðar- ferðin verður úr Fámjins kirkju sunnudagin klokkan 13:00. Tummas Vilhelm, Klaksvík, andaðist á Norðoya Røktarheimi 3. august, 91 ára gamal. Kistan fer úr kapellinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsið fríggjadagin 5. august klokkan 17.00. Jarðarferðin verður úr Betesda leygardagin klokkan 13:30. Jákup Pauli Nielsen, fyrrverandi politistur í Vági, andaðist á Eldrasambýlinum í Vági, hósdagin 4. august, 86 ára gamal. Jarðarferðin verður kunn- gjørd seinni. Kelda: Útvarpið Andlát og jarðarferðir Dagurin 6. august. Kristi dýrd. Dagur hildin til minnis um Jesu umbroyting á krossinum (Matt. 17, 1-9) 7. august. Donatus, deyður umleið 380. Drongurin Donatus misti bæði foreldrini, og undan forfylging flýddi hann til Arezzo í Italiu. Varð prestlærdur og endaði sum biskupur har á staðnum. Seinni varð hann tikin og hálshøgdur. 8. august. Rut. Dagurin vígdur minninum um kvinn- una, sum Rutarbók í Gamla testamenti er skrivað um. Týdningurin av bíbilska navninum er ókendur, kanska merkir tað vinkona ella trúgv. Leygardagin 6. august verður Andrea á Dul í Havn 80 ár. Andrea er fødd og uppvaksin í Kunoy. Tey vóru 6 systkin, Andrea er næst- yngst og einasta, sum er eftir á lívi. Foreldur hennara vóru Hans Christian Jacobsen úr Kunoy og Jacobina, ættað í Garði, av Strond- um. Systkin hennara vóru Hans Ja- cob, giftur við Oliviu, tey búsettust í barndómsheiminum í Kunoy, Elsebeth Malena, giftist við Símun Jensen úr Svínoy, Jógvan, giftist við Ellefíu og búði í Uppistovu í Kunoy, Sofus giftist við Óluvu, tey fingu sær eftirnavnið Dalsenni og búsettust í Klaksvík, og Súsanna (Sannemia), sum búði stóran part av lívi sínum í Hong Kong. Andrea var bert 10 ára gomul, tá hon misti mammu sína, sum doyði av meslingum, og 22 ára gomul, tá pápin datt oman, tá hann var á fjalli. Sum 14 ára gomul fór Andrea at tæna, fyrst í Kunoy, síðan til Klaks- víkar, og so til Havnar har hon hitti Grím á Dul, sum hon seinni giftst við. Tey búsettust í barndómsheim- inum hjá Grími í Konradsbrekku. Grím kenna vit frá handlinum P/F Maria Poulsen, og var hann ein kend Havnarmynd. Grímur doyði í 1987. Andrea og Grímur fingu 6 børn: Jakobina, gift við Napoleon Vang, Jógvan, Kristian, giftur við Poulu, f. Christiansen, Agnas, gift við Per Mortensen, Árna, og Guðrið, gift við John Eli Zachariasen. Ommu- børnini eru 13 í tali og eitt lang- ommubarn. Andrea er altíð blíð og fyrikom- andi at koma inn til. Hon er altíð í góðum lag, og vit eru mong, sum hava sitið væl inni hjá henni og fingið eitt gott prát og ein hugna- ligan temunn. Andrea er sera vitug og lesur nógv og veit hvat fyriferst bæði her og úti í víðu verð. Vit vilja øll ynskja Andreu hjartaliga tillukku við tí stóra degnum. Dagurin verður hildin í Pálsstovu sunnudagin 7. august kl. 14.00, har øll eru hjartaliga vælkomin at heilsa uppá Andreu. Vinfólk Andrea á Dul 80 ár Í dag fyllir Sæunn Ólavs- dóttir Hansen 55 ár. Sæunn er dóttir Ólavur og Elin Mariu Gregersen í Syðru- gøtu. Hon er gift við Jóannes Símunarson Hansen og eiga tey børnini, Símun, sum giftur við Randi og Ólavur, sum er giftur við Ester. Hon eigur tvær ommu- døtur, tær eita Sanna og Elin Maria. Ommudøturnar búgva báðar í Danmark, og nú tær eru heima í summ- arfrí, veit Sæunn ikki alt tað góða, hon skal gera fyri tær báðar. Sæunn hevur handilsút- búgving frá Handelshøj- skolen í Keypmannahavn, og í 70-unum starvaðist hon sum høgra hond hjá pápa sínum, til hann í 1980 legði árarnar inn. Tá tók hon virkið upp eftir hann, til hon í 1988 fór niður á Læknaskrivaraskúla. Seinasta valskeið varð hon vald í Runavíkar býráð, har hon millum annað sat í fíggjarnevndini og sosialu nevnd. Í býráðsarbeiðinum var Sæunn serstakliga nærløgd, og hon gongur við fullum huga upp í tað, sum hon fæst við. Hon er ein kvinna við fáum orðum, men hon avrikar nógv, har hon er. Millum teir, sum hava arbeitt saman við henni í býráðnum, er hon nógv saknað, í arbeiðnum har. Hon er ikki rødd fyri at siga sína síni sjónarmið, og førir tey fram greitt og við fáum orðum. Hennara stóri áhugi er sosial mál, og eldrapolitikkur er avgjørt hennara hjartamál. Hon hevur lagt eitt stórt arbeiði í Eysturoyar Ellis og Røktarheim, og verandi útbygging hevur hennara stóra áhuga. Síðani í 1989 hevur hon verið leiðsluskrivari á medisinsku deild. Við sínum viðføddu leiðaraevn- um og vinnandi verumáta eydnaðist tað henni at lyfta læknaskrivarastarvið upp á eitt hægri støði. Hon er formaður í lækna- skrivarafelagnum í Føroy- um og stendur eisini fyri læknaskrivaraútbúgvingini í her. Sæunn er røkin og væl- gjørd í øllum, sum hon ar- beiðir við bæði á arbeiðs- plássinum og heima við hús. Kemur tú inn á gólvið í heiminum hjá Sæunn og Jóannes í Saltangará, er hon altíð bæði blíð og fryntlig, og tú skalt ikki hava sitið leingi hjá henni, til drekkamuðurin er komin á borðið, við onkrum leski- ligum heimabakaðum aft- urvið. Sæunn hevur vakra song- rødd, og í sínum ungu árum setti hon sín dám á vælum- tókta Midnáttarsangbólkin. Vit ynskja Sæunn hjarta- liga tillukku við degnum og nýta høvið at takka henni fyri ta gleði, sum hon við sínum friðsama smíli spreiðir rundan um seg. Sæunn Ólavsdóttir Hansen 55 ár Í dag fyllir Sæunn Ólavsdóttir Hansen í Saltangará 55 ár Mynd: Rúna Sivertsen Tøkk Øllum tykkum, sum við blómum, tele- grammum, telefonuppringingum og á annan hátt gleddu okkum á gullbrúdleypsdegi okk- ara 18. juli takka vit hjartaliga. Olga á Tórálvur Mohr