Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-06, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. august 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í dag, leygardagin 6. august, verður Zacharias Zachariassen í Norðragøtu 70 ár. Hann hevur í meiri enn fjøruti ár verið trúboð- ari innan brøðrasamkom- urnar í Føroyum, og føð- ingardagurin verður hildin í Filadelfia í Gøtu, har øll eru væl komin. Zacharias er gøtumaður, ættaður úr Mortansstovu í Norðragøtu. Foreldrini vóru Annulena, sum var fødd Tausen og ættað úr Heiðunum, og Jákup Zachariassen. Tey fingu sjey børn. Zacharias er elst- ur, og hini eru Hermund, sum býr á Argjum, Marni, sum býr í Vejle, tvíburðar- nir Hallbjørg og Arnbjørg, sum búgva ávikavíst í Århus og Fredericia, Flóv- in, sum býr í Norðragøtu og Jan, sum býr í Ungarn, har hann arbeiðir á bíbliuskúla, sum serliga er ætlaður deyvum. Merkisvert var tað, at øll børnini hjá Annulenu og Jákupi Zachariassen uttan Zacharias og Flóvin vóru deyv frá føðingini av. Zacharias lærdi til rør- leggjara. Fyrst arbeiddi hann hjá pápa sínum, sum eitt nú fekst við at leggja miðstøðuhita, og síðani fór hann til Havnar, har hann gjørdi læruna lidna í 1956. Zacharias var tann fyrsti, sum fór á Moorland bíbliu- skúlan í Onglandi, har fleiri føroyingar seinni leitaðu sær. Hann fór á skúlan í 1958, og eftir at hann hevði verið har í trý ár, flutti hann aftur til Føroya. Her hevur hann síðani verið í fulltíðar tænastu sum trúboðari. Hann verður mettur at vera stinnur í skriftunum, góður talari og at hava stórt hjartað fyri tí einstaka. Tað hevur ofta verið tikið til, at Zacharias var fyrsti trúboð- arin í nýggja ættarliðnum, eftir at Victor Danielsen og seinni Andrew Sloan løgdu frá sær. Føðingardagsbarnið er friðarligur, fyrikomandi og fjøltáttaður maður, sum í so mong ár hevur og fram- vegis ferðast kring oyggjar- nar og uttanlands, og sum samstundis hevur útinnt risastórt skrivligt avrik. Hann man hava vitjað í flestu um ikki øllum bygd- unum, og hann eigur heilt nógvar vinir. Tey fyrru árini var Zacharias nógv uppi í barnaarbeiði, og ofta ferð- aðist hann saman við vin- monnum, sum hann hevði lært at kenna, meðan hann var í Onglandi. Zacharias hevur góðar gávur at yrkja, og eitt nú saman við vinmanninum Jens Guttesen, sála, hevur hann givið føroyingum nógvar sangir og kór, sum verða nógv nýtt. Tað, sum Zacharias hevur yrkt, er eyðkent av alski til móð- urmálið, skaldskaparligum hegni og stórum kærleika til boðskapin, sum altíð er tað berandi í tí, sum er sett saman. Góðu sangrøddina hevur hann nýtt í somu tænastuni. Fyri umleið 45 árum síðani varð fyrsta plátan útgivin, og eisini nýggjari útgávur eru framvegis at hoyra. Vinmaðurin frá árunum í Onglandi, Brynleif Hansen, sum var ættaður úr Fugla- firði, var undangongu- maður, tá ið Zarepta í Vatnsoyrum varð tikið í nýtslu í 1967. Zacharias stuðlaði honum væl, og hann er framvegis uppií tí arbeiðnum. Hansara serliga ábyrgd eru bíbliuskeiðini, sum eru seinna partin av august. Zacharias fór sam- an við øðrum undir hesi skeið fyrrapartin av seksti árunum. Fyrstu árini vóru hildin kring landið, men síðani Zarepta kom, hava tey verið har vesturi. Síðst í seksti árunum fór Zacharias saman við Bryn- leifi Hansen og Páll Poul- sen undir at geva Røddina út. Talan var um tíðarrit við kristiligum innihaldi. Seinni varð heitið broytt til Leirkerið, sum Zacharias framvegis er blaðstjóri á. Umframt at geva tíðarritið út, er Leirkerið eisini bóka- forlag, sum Zacharias hev- ur saman við bróðrinum Flóvini. Teir hava báðir skaldskaparligt hegni og eru góðir málmenn. For- lagið hevur givið eina ør- grynnu av bókum og bóklingum og heftum út, og teir báðir hava hjá so mong- um røkt uppgávuna, sum tað verður roknað við verð- ur útinnt av forløgum, men sum tað hava verið og eru so fá av her á klettunum, tá ið almennu forløgini eru undantikin. Sjálvur hevur Zacharias skrivað fleiri bøkur. Størsta takið mundi vera Bíblian á føroyskum í hálva øld, sum er 455 síður stórt bókaverk um bíbliutýðingina hjá Victori Danielsen. Zacharias giftist fyri gott og væl 25 árum síðani við Lis, sum er ættað úr Klaks- vík Foreldur hennara eru Petrina og Arni Ziskasen. Lis og Zacharias eiga syn- irnar Arna og Pætur, sum búgva hjá foreldrunum í Mortansstovu. Í fyrru gift- uni átti Zacharias tríggjar synir - Dánjal, Jákup og Jógvan. Teir búgva allir í høvuðsstaðnum. JH 14 Nr. 147 - 6. august 2005 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Mánadagin 1. august 2005 var stjóraskifti hjá Færøernes Kommando í Mjørkadali, tá Christian A. Nørgaard, komman- dørur, avloysti núverandi stjóran, Jan T. Leisborch. Christian A. Nørgaard kemur frá einum starvi sum deildarstjóri í For- svarets Personeltjeneste, og áðrenn tað hevði hann ymiskar uppgávur í her- inum. Christian A. Nørgaard hevur eisini arbeitt sum næstimaður og sum stjóri fyri verjuskipið Vædder- en. Saman við konuni, Lilli Nørgaard, býr nýggi stjórin í kommandør- bygninginum í Havn. Parið eigur ein son og eina dóttir, sum vera verandi í Danmark, har tey halda fram við síni útbúgving. Christian A. Nørgaard, kommandørur: Nýggjur stjóri hjá Færøernes Kommando Mánadagin 1. august 2005 var Christian A. Nørgaard, kommandørur, settur sum nýggjur stjóri hjá Færøernes Kommando Zacharias Zachariassen 70 ár Tøkk Eina hjartans tøkk, veiti eg øllum tykkum, sum gjørdu mær 75 ára dagin ógloymandi. Tøkk til tykkum, ið starvaðust í køkinum, har alt varð væl til rættis lagt, og tit øll, ið riggaðu til. Eina stóra tøkk skulu tit ommudøtrarnar hava fyri sangin, væl stuðlað av Jónsvein Olsen. Starvsfelagarnir takk fyri sangin og fram- førsluna. Fyri uppringingar og fjarrit og fyri tey mongu blomstrini ið prýddu dagin. Niels Pauli takk fyri tey lívgandi orðini, og tykkum mongu ið komu á vitjan. Enn einaferð, stóra tøkk øll somul, og Gud vælsigni tykkum. Fanny R. Djurhuus Sosialurin Tíðindi Ítróttur Viðmerkingar Nøvn Skráir Tiltøk Sosialurin Lýsingar Bilar Veðrið Um nóg nógv tekna seg, skipa Magnus Skæling og Føroya Húsið í Keyp- mannahavn fyri eini bussferð til dystin millum B36 og FC Midtjylland í Herning hósdagin 11. august TÍÐINDASKRIV Magnus Skæling og Før- oya Húsið í Keypmanna- havn skipa fyri eini bussferð til UEFA Cup- dystin millum B36 og FC Midtjylland í Herning hósdagin 11. august, um nóg nógv tekna seg. Farið verður frá Føroya Húsinum í Vesterbrogade hósdagin kl.12.00 og heim aftur beint eftir dystin, sum byrjar kl. 18.00. Vera aftur í Keyp- mannahavn umleið kl. 24.00. Prísurin er 325,- krón- ur fyri ferðina báðar vegir við atgongumerki til dystin. Tilmelding er á teldu- postadressuni: postur@faroehouse.dk Tey sum hava fyri- spurningar viðv. ferðini eru vælkomin at ringja til Magnus Skæling á tel. 0045 29722036 Áhugað vera vinarliga biðin um at flyta pen- ingin á konto nr. 4400 3198021997, viðmerkt: B36/Herning. Seinasta freist at tekna seg er týsdagin 9. august kl. 15.00. Tilmeldingin er ikki galdandi fyrr enn pen- ingurin er goldin. Um ikki nóg nógv tekna seg, og ferðin tí verður avlýst, verður peningurin aftur- goldin. Treytin fyri at ferðin verður gjøgnumførd er, at í minsta lagi 49 fólk tekna seg. Bussferð til dystin B36 - FC Midtjylland