Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-06, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. august 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 147 - 6. august 2005 Sambandstingmaðuri n úr Vágum, Marjus Dam, heldur tíðin er búgving til, at eitt mannfólk verður sett í formanssessin í Javnstøðunevndini JAVNSTØÐUNEVNDIN Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo – Javnstøðuarbeiðið skal ikki gerast til kvinnupolit- ikk. Vilja vit taka javnstøð- una í álvara, eiga bæði kynini at sleppa framat, heldur tingmaður Sam- bandsfloksins, Marjus Dam. Vágatingmaðurin mælti undir umrøðuni av løg- mansrøðuni týsdagin til, at eitt mannfólk verður sett í formanssessin í Javnstøðu- nevndini. Herfyri segði for- kvinnan í Javnstøðunevnd- ini, Annika Wardum Joen- sen, seg úr sessinum sum formaður í Javnstøðu- nevndini, og enn er eingin komin í hennara stað. – Higartil hevur aðalhug- sjónin í Javnstøðunevndini verið, at kvinnur eru við skerdan lut. Uppgávan hjá einum formanni er at ar- beiða fyri javnstøðu fyri bæði kynini og ikki bara hjá kvinnunum. Eg haldi tað kundi verið gott fyri nevndina um bæði kynini sleppa at ráða, heldur Marjus Dam. Sambandstingmaðurin vísir á, at Javnstøðunevndin hevur ikki í nóg stóran arbeitt fyri bæði kynini. Hann nevnir málið um for- eldrarættin. – Er stríð um foreldra- rættin millum mammu og pápa í Føroyum, fær kvinn- an altíð foreldrarættin. Her ræður als ikki javnstøða. Kortini hevur Javnstøðan ongantíð tikið henda spurn- ing upp, vísir Marjus Dam á. Rættleiðing Av misgáum er eitt navn ikki komið við í greinina um føroyavinin Fríðrik Erlings í blaðnum í gjár. Dávid Samuelsson, ið er hálvur føroyingur, er við í felagnum hjá Fríðrikki og er hin helmingurin av tí virksemi, sum teir fáast við – serstakliga á ferðunum í Føroyum. Hann átti sjálvsagt at verið nevndur í greinini. Vit biða lesaran og Fríðrik og Dávid orsaka mistakið . -blðm- Marjus Dam um javnstøðunevndina: -Setið eitt mannfólk í formanssessin Kjell Nupin er millum kendastu myndlistafólk í Noreg og hevur verið tað frá ungum árum. Hann ásannar, at stóri eftirspurningurin kann gera tað trupult at halda høvdið kalt, men tó er hann ein listamaður, sum hevur verið við ymsar støðir á listaleiðini, men sum tó veit hvat hann vil. Í hesum døgum sýnir hann fram í Listaskálnum LISTASTEVNA Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Kjell Nupin er ein mynd- listamaður, ið hevur ein forkærleika fyri málninga- listini, men sum annars nýt- ir ymsa tøkni og sum dugir síni ting. Hann hevur júst myndprýtt eina kirkju í Svøríki við glaslist og tað er fyrstuferð hann roynir tað. Stilli Nupin gjørdi á ungum árum av at gerast málari og gjørdist eisini á ungum árum kendur og viðurkend- ur. – Eg royni at fáa eitt framhald í málningarnar, stilli og eina djúpt, men eg royni at tálma myndevnun- um. Eg haldi frávera av lívi, longsul og tað at vera á ferð, meint í fleiri týdning- um, lýsir mína list, sigur Nupin, sum hevur fingið ein lit nevndan eftir sær, nevniliga nupinblátt. Í dag er tað náttúran, skógurin ið hugtekur, sigur Nupin, sum á yngri árum m.a. málaði myndir við politiskum dámi og heitum. Hann sigur seg ikki kenna náttúruna betri enn onnur, men málningar hansara eru heldur ikki staðarbundnir, men hann málar ofta sama myndevni fleiri ferðir. – Eg havi onkutíð nýtt hesi sentimentalu og mel- ankolsku hugtøkini sum heiti á mínum málningum, ofta skemtandi ella sigandi, tí tað hevur havt øvugtan týdning, sigur Nupin, sum enn fegnast um at fara á verkstaðið og til arbeiðis. Leitar Nupin er enn leitandi, hóast mong ár í fremstu røð. Spurdur, um tað at gerast kendur á ungum árum ikki hevur verið eitt haft um beinið, sigur Nupin, at tíbetur eigur ungdómurin mót at halda fram. – Og sjálvsálitið er júst ein umvend pyramida mót- vegis vitinum og skilinum, tá ein er ungur, sigur Nupin, sum tó viðurkennir, at fíggjarliga merkti tað at vera kendur, at hann kundi savna seg um listina, og ikki um at fáa pening til vega til næstu oljurokning- arnar. Men enn í dag er til tíðir ringt at halda høvdið kalt, tá eftirspurnigurin er stórur, viðgongur Nupin. Á Listastevnuni sýnir hann fram í listaskálanum og sýningin helldur á til 2. oktober. Eg leiti enn Kjell Nupen er føddur í Kristiansand í 1955 og gjørdi av longu sum 13 ára gamal at verða listamál- ari. Hann er útbúgvin á Statens Kunstmuseum í Oslo og á Staatliche Kunstakademie í Düsseldorf. Hann fekk sum ungur sítt gjøgnumbrot sum listamálari og grafikari og hevur í mong ár verið ein eyðkendur persónur í norskari samtíðarlist. Tann fjølbroytti listamaðurin hevur havt framsýningar í nógvum londum. Longu sum 20 ára gamal keyptu fleiri lista- søvn og aðrir stovnar verk hansara. Harumframt hevur hann gjørt fleiri skreytmyndir. Fyri Nupen eins og fyri listaheiminum vóru 1970- árini nógv ávirkað av hugmyndafrøði og politikki. Nógvar politiskar og mentanarligar kollveltingar fóru fram, og tað gekk oftani harðliga fyri seg. Nupen kom í tætt samband við politiseraða listaumhvørvið í Týsklandi, og var hetta nakað, ið eyðkendi myndir hansara, ið vístu á harðskap og kúgan. Hann gekk ímóti tátíðarfasismuni, og fleiri av politisku verkum hansara vísa á íblástur úr fjøl- miðlaheiminum. Nevnast kunnu m.a. Situasjon, Stille betraktning, Denkmal, Fargelagt idyll og Stille natt, hellige natt. Nupen lat í stóran mun speisemi ráða yvir myndunum. T.d. er myndevnið í Fargelagt idyll flóttafólk undir Vietnamkrígnum, Denkmal (Minnisvarðin) ímyndar eitt bumbuflogfar, og Stille natt, hellige natt er tikið úr týska jólasálminum við sama navni, men lýsir í hesum føri grovan harðskap og ikki friðsæla vón, sum heiti annars bendir á. Grafiska listin var eisini týdningarmikil í 1970- árunum, ikki minst tí listamaðurin hevði ein polit- iskan boðskap. Kjell Nupen var meistari í grafikki, og hann fekk heiðursløn fyri grafisku list sína á altjóða grafikkstevnuni í 1981 í Baden-Baden. UM NUPIN - Sjálvsálitið er júst ein umvend pyramida mótvegis vitinum og skilinum, tá ein er ungur, sigur Nupin Tá klokkan fór av ellivu fríggjamorg- unin varð tað greitt, at tveir føroyskir finalistar verða í kappingini Nordic Bands Unsigned. Eyð Berghamar Jakobsen vann mánaðar- finaluna fyri juli við 22% av atkvøðunum framman fyri Shitzoo við 20% og Wide- screen Mode við 16% TÓNLEIKAKAPPING Seinasta døgnið tók Eyð seg øðiliga nógv fram eftir listanum, ivaleyst væl hjálpt av føroyskum at- kvøðum. Hósmorgunin á miðdegi var Eyð á fjórða plássi við 13% av atkvøð- unum, men eftir at portal- urin hevði almannakunn- gjørt fyribilsúrslitið gekk skjótt. Í finaluni, sum er hesa vikuna, kappast níggju bólkar um ein útgávusátt- mála, sum er fyri øll Norð- anlond. Millum sangirnar í final- uni verða sostatt Forever and Beyond hjá Makrel og »You did me wrong« við Eyð Berghamar Jakobsen. Umframt tey eru norsku Molotov, True Confessions og Shitzoo, svensku Jade og Casual Breakdown og finsku Insipid og Wide- screen Mode. Finalan er eitt bland av áhoyraraatkvøðum og dómaraatkvøðum. Áhoyr- arnir atkvøða á heima- s í ð u n i www.nordicunsigned.com. Tann, ið fær flestar atkvøð- ur, fær trý stig, tann, sum fær næstflestar atkvøður, fær tvey stig, og tann sum fær triðflestar atkvøður, fær eitt stig. Dómararnir hava fýra stig og kunnu velja at geva øll stigini til ein bólk ella at býta tey millum fleiri bólk- ar. Tann, ið so hevur flest stig, vinnur sáttmálan. Eyð og Makrel hittast í finaluni