Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-06, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. august 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fólkaflokstingmaður- in og samgongulim- urin, Kjartan Joensen, heldur lítið um um- fatandi útbúgvingar- ætlanirnar hjá lands- stýrinum. -Jú vit skulu hava útbúgvið fólk, men eiga vit ikki ansa okkum at pumpa studning niður í tey lesandi? Hetta kann lætt gerast ein koddi fyri mong. Ja mong blíva ongan- tíð liðug at lesa. Lat tey lesa sum vilja tað, men tað mugu tey gera við egnari ábyrgd, segði eystur- oyartingmaðurin á løgtingi hósdagin. LØGMANSRØÐU- VIÐGERÐ Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo -Gamaní kann sigast, at útbúgving er besta íløgan, sum menniskjan og samfel- agið kunnu gera í framtíð- ina. Men Harragud, vit hava einki annað gjørt enn útbúgvið okkara ungdóm tey seinastu í minsta lagi 30 árini. Tað er upp á tíðina, at vit fara at hyggja, hvat sam- felagið hevur fingið aftur- fyri íløguna í útbúgving av okkara ungu. Hann legði ikki fingrar- nar ímillum í løgtingssali- num hósdagin. Rokskiparin og reiðarin úr Leirvík , Kjartan Joensen. Meðan løgtingslimir undir við- gerðini av løgmansrøðuni hava staðið á rað og há- lovað ætlanini hjá lands- stýrinum um at raðfesta út- búgving fremri enn nakran- tíð, er eysturoyartingmaður- in hjá Fólkaflokkinum varin. Kjartan Joensen setir stórt spurnartekin við, hvør skal rinda fyri útbúgvingarætlan- ini hjá løgmanni. Hann spurdi retoriskt, hvørji fólk skulu arbeiða og breyðaføða køstaflugurnar, eftir allir føroyingar, sambært løg- manni, skulu hava mið- náms- og yrkisútbúgving og helvtin skal hava akadem- iska útbúgving. -Løgmaður nemur við, at ikki fyri nógvum árum síðan var almenna hugsanin, at eftir loknan fólkaskúla- so byrjaði lívið. Ja tað er rætt. Eg haldi í hvussu so er, at tað er helst tað, sum haltar og er sjúkt við okkara samfelag í dag. Eingi ella nógv ov fá byrja at arbeiða sum ung. Byrja at skapa nakað, byrja at framleiða, segði Kjartan Joensen í løgtinginum hósdagin. Leirvíkingurin legði afturat, at hann persónliga hevði verið nógv saman við ungdómi, og myndin var greið: -Skalt tú finna pressarar millum teir ungu, so eru tað teir, sum byrjaðu sum 15- 16 ára gamlir, og ikki teir sum byrjaðu sum 18-20 ára gamlir. Um orsøkin var, at teir 18-20 ára gomlu hava sitið ov leingi og droymt í skúlanum og fingið skaða av tí ella tað er okkurt annað, tað veit eg ikki. Tað kundi verið áhugavert at funnið út av, men tað er bara veruleikin, vísti vinnu- lívsmaðurin úr Leirvík á. Egin ábyrgd Kjartan ásannaði í røðu síni, at føroyska samfelag- num kortini tørvar útbúgv- ið fólk. Hann helt fyri, at útbúgving er góð og neyð- ug, men hann dugdi illa at fáa eyga á, at útbúgving er lív ella deyði um tú skalt náa tindinum her í lívinum. -Fyri at fáa úrslit, so krevst vilji-so krevst nær- lagni. Hetta fært tú hvørki úr Hoydølum ella av Kambsdali, men bara heim- anifrá, frá ættfedrum tín- um, helt Kjartan Joensen. -Jú vit skulu hava út- búgvið fólk, men eiga vit ikki ansa okkum at pumpa studning niður í tey les- andi? Hetta kann lætt gerast ein koddi fyri mong. Ja mong blíva ongantíð liðug at lesa. Lat tey lesa sum vilja tað, men tað mugu tey gera við egnari ábyrgd, vísti eysturoyartingmaðurin á. Út um landoddarnar Kjartan Joensen var eisini rættiliga ivingarsamur um ætlanina hjá landsstýrinum við at seta ein lærdan há- skúla á stovn. Hann mælir ungum føroyingum, ið velja at nema sær eina hægri útbúgving, at fara út um landoddarnar. -Tað er nógv betur at fara út um landsoddarnar at nema sær útbúgving enn at fara á Debesartrøð fyri síðan upp á skift at útnevna hvønn annan til doktara av hesum ella hasum. Er hetta ikki oyslan av fólksins skattakrónum ?, spurdi Kjartan Joensen í løgtingi- num. Løgmansrøðan Ein av grundarsteinunum undir visjón 2015, sum løg- maður kunngjørdi ólav- søkudag, er útbúgving. Løgmaður vísti á, at út- búgving og vitan verða av- gerandi fyri hvussu vit megna at møta framtíðar avbjóðingum. Landsstýrið hevur sett sær fyri, at ein útbúgv-ing- arreformur skal fáast í lag. Reformurin er rættiliga umfatandi. Millum átøkini er at endurskoða miðnámsút- búgvingarnar, at ein dygd- armeting av fólkaskúla- num, styttri útbúgvingar fyri arbeiðsleys og eina lærdan háskúla, sum skal fevna um hægri útbúgv- ingarnar á Fróðskap- arsetrinum, útbúgving til sjúkrarøktarfrøðingarnar, lærarar og pedagogar eins og hægri útbúgvingarnar á Handilsskúlanum. Nr. 147 - 6. august 2005 17 -Skalt tú finna pressarar millum teir ungu, so eru tað teir, sum byrjaðu sum 15-16 ára gamlir, og ikki teir sum byrjaðu sum 18-20 ára gamlir. Um orsøkin var, at teir 18-20 ára gomlu hava sitið ov leingi og droymt í skúlanum og fingið skaða av tí ella tað er okkurt annað, tað veit eg ikki. Mynd: Bárður Lydersen Útbúgvingætlanin á vestfallið -Tað er nógv betur at fara út um landsoddarnar at nema sær útbúgving enn at fara á Debesartrøð fyri síðan upp á skift at útnevna hvønn annan til doktara av hesum ella hasum. Er hetta ikki oyslan av fólksins skattakrónum ? “ “ -Fyri at fáa úrslit, so krevst vilji - so krevst nærlagni. Hetta fært tú hvørki úr Hoydølum ella av Kambsdali, men bara heimanifrá, frá ættfedrum tínum “ “ Ætlanin hjá landsstýrinum Nøkur av málunum á útbúgvingarøkinum: Allir fólkaskúlanæmingar fáa eina góða og mennandi grundútbúgving, sum tryggjar, at teir hava førleika at fara víðari til eina miðnámsútbúgving Allir ungdómar fáa eina miðnámsútbúgving ella yrkisútbúgving Minst helvtin av okkara ungdómi fær hægri útbúgving FAKTA