leygardagur 6. august 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vágbingarnir, sum
eru liðformenn í HB
og B36, ásanna báðir,
at FM møguleikarnir
hjá teirra liðum verða
ikki minst treytaðir
av, hvussu tað fer at
hilnast í grannaupp-
gerðunum
HB-B36
Jóannes Hansen
Tað verður oddauppgerð í
Gundadali
í
morgin.
Grannarnir, sum eru á
tveimum teimum fremstu
plássunum, bresta saman
fyri aðru ferð í ár. Í fyrstu
uppgerðini endaði tað mál-
leyst, og tá ið dysturin í
morgin verður av, fer lokal-
uppgerðin í 27. og síðsta
umfarinum 22. oktober at
bíða. Sum støðan er í løt-
uni, er tað væl hugsandi, at
FM stríðið fer at verða av-
gjørt í tí dystinum.
Rúni Nolsøe er liðfor-
maður í HB, og Pól Thor-
steinsson er liðformaður í
B36. Báðir eru ættaðir úr
Vági, har teir síðst í áttati
og fyrst í níti árunum vóru
við til at manna evnaríkt
VB lið. Nú eru teir vete-
ranar, og nógvu royndirnar
gera, at teir vita, hvat teir
tosa um.
- Tað hevur havt alstóran
týdning, at vit hesi seinastu
árini, tá ið vit hava vunnið
FM, hava vunnið granna-
uppgerðirnar. Talan er so at
siga um seks stiga dystir, tá
ið vit hittast, og tað er so
tætt millum okkara í topp-
inum. Hvørgin parturin
hevur ráð at tapa, men báðir
partar kunnu ivaleyst liva
við javnleiki heldur Rúni
Nolsøe, og Pól Thor-steins-
son er samdur við honum:
- Vit hava ofta tapt móti
HB. Tað gjørdu vit ikki í
fyrsta dystinum í ár, og
góða gongdin higartil í ár
ber við sær, at vit hava gott
mót um, at tað skal eydnast
okkum at fáa øll stigini í
morgin.
HB hevur hildið summar-
frí í næstan tvær vikur. Teir
fóru undir aftur venjingar-
nar síðsta sunnudag. B36
hevur verið upptikið av
UEFA Cup, sum teir fram-
vegis eru partir av. Tí kundi
tað hugsast, at teir í árs-
talsfelagnum eru troyttir, og
at møguleiki er fyri, at teir
fokusera meiri upp á av-
bjóðingina móti FCM í
Herning í hóskvøldið, enn
teir hugsa um landskapp-
ingardystin móti HB. Men
tað kvígur Pól Thor-steins-
son ikki fyri.
- Møguleiki kundi verið
fyri, at vit vóru troyttir, tá
ið vit ikki hava hildið frí.
Men úrslitini hava verið
góð, og tá ber alt til. Tað er
yvirhøvur eingin vandi fyri,
at spælararnir ikki verða
uppsettir í morgin. Vit
gleða okkum til stóru og
hugaligu avbjóðinga, sigur
Pól Thorsteinsson.
Herbert í Lon Jacobsen
hevur síðani dystin móti
EB/Streymi sitið uttanfyri
við brákaðum fóti. Hinir í
B36 eru allir tøkir, og tað
vil siga, at tað er kapping
um plássini.
Í HB veit ikki heilt so væl
til við fólki. Kári Nielsen
og Hans á Lag eru leik-
bannaðir. Møguleikar í
álopinum fyri Hans eru
Heine Fernandez ella Bárð-
ur Mortansson, og á mið-
vøllinum hevur Svenn Dam
Jacobsen verið nógv við
tær seinastu ferðirnar. Ann-
ar møguleiki er Vagnur
Mohr Mortensen, sum eftir
drúgvan skaðasteðg hevur
vant nógv.
Hjá HB hevur fótbólts-
spælið ikki verið nakað at
reypa av, men úrtøkan hev-
ur verið stór.
- Vit hava ikki verið
nøgdir við spælið. At vit
kortini eru oddalið man
hava okkurt við royndir,
eyka yvirskot og sjálvsálit
at gera, heldur Rúni Nol-
søe.
Í morgin verður neyðugt
at leggja spælið um, tí
høvdið á Hans á Lag verður
ikki at miðjað eftir við
longum sendingum.
Nr. 147 • leygardagur • 6. august 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Dystir og dómarar
1. deild 18. umfar - sunnudagin
HB-B36
Dagfinn Olsen
NSÍ-KÍ
Jens Petur Brattalíð
TB-ÍF
Páll Augustinussen
EB/Streymur-VB
Petur Reinert
GÍ-SKÁLA
Lassin Isaksen
2. deild 9. umfar - leygardagin
GÍ-B68
Petur Reinert
HB-LÍF
Milan Cimburovic
Sumba-AB
Rúni Gaardbo
B71-ROYN
Ransin Djurhuus
FSV04-B36
Hans Falkvard Hansen
1.deild kvinnur 11. umfar sunnudagin
EB/Streymur-KÍ
Jónleif Frederiksen
GÍ-FSV04
ÍF
B36-AB
B71
Støðan 1. deild menn
HB
17
11
2
4
49-20
35
B36
17
10
5
2
25- 8
35
Skála
17
9
6
2
35-18
33
NSÍ
17
7
6
4
27-22
27
EB/S
17
5
8
4
18-24
23
GÍ
17
5
3
9
22-29
18
VB
17
5
3
9
23-30
18
ÍF
17
4
4
9
20-42
16
KÍ
17
4
2
11
23-33
14
TB
17
3
5
9
15-30
14
Hvørgin parturin
hevur ráð at tapa
Meira spennandi enn vant. Ein grannauppgerð og klassikari við øktum spenningi verður sunnudagin í Gundadali.