Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-06, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. august 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 147 - 6. august 2005 19 Ronnie aftur upp á spæl Vágbingar fara á Mølini fyri fyrstu ferð eftir missin av Símuni Samuelsen at stríðast fyri at halda tørn um góðu gongdina EB/STREYMUR-VB Jóannes Hansen Í vikuni var EB/Streymur á Svangaskarði og spældi venjingardyst móti B68. Úrslitið var 3-2 til saman- setta liðið, sum tykist at vera væl fyri. Allir teir, sum vóru við til at manna liðið undan summarsteðginum, eru framvegis tøkir. Afturat teimum er Ronnie Samuel- sen komin. Hann varð innskiftur mikukvøldið, og harvið er breiddin á liðnum vorðin uppaftur størri. Undan summarsteðgi- num var miðvallarin Marni Djurhuus nógv skaðaplág- aður. Nú venur hann aftur við fullari ferð. Í Vági fótaðu teir sær rættuliga undan summar- steðginum, og teir settu orduligt punktum, tá ið teir smurdu TB av 5-1. Ein av profilunum í tí dystinum og so mangar aðrar ferðir var Símun Samuelsen. Hann er nú farin til Íslands at spæla við Keflavík. Í morgin skulu vágbingar og sum- bingar fyri fyrst ferð vísa, at teir kunnu standa seg, hóast ein av lyklaspælar- unum er farin. Tá ið VB 16. mai var á Mølini varð úrslitið 1-1. Ta ferðina javnaði heimaliðið í síðstu løtu. Aftur gerandisdagur í Gøtu Skálamenn hava alt fólkið tókt, tá ið teir fyri aðru ferð í ár fara til Gøtu, har teir fyrr í ár vunnu fyri fyrstu ferð nakrantíð GÍ-SKÁLA Jóannes Hansen Gøtumenn hava við steypa- sigrinum á grannunum í ÍF tryggjað sær pláss í UEFA kappingini næsta ár. Nú verður takið at røkka betri endastøðu í landskapping- ini, enn avrikini higartil hava lagt upp til. GÍ hevur mist tveir spælarar síðani steypafinal- una, og næstu dagarnar fara teir at missa uppaftur fleiri. Atli Gregersen er farin av landinum, og Súni Olsen er farin aftur til Aalborg. Har kundi útgangsstøðið hjá honum verið betri. Orsaka av liðbandstrupulleikum í fótliðnum fær hann ikki vant, sum hann vil. Í morgin fer Sunvard Joensen at verja málið fyri síðstu ferð, áðrenn hann aftur fer av landinum. Eis- ini Leivur Hansen, sum hevur verið á liðnum onkra ferðina í summar, fer skjótt aftur av landinum í útbúgv- ingarørindum. Sammett við finaluna fer pólverski Robert Rzeczycki at vera í mið- verjuni hesa ferð. Og so er spurningurin, hvat altíð væl fyrireikaði Skála venjarin og fyrrverandi GÍ venjarin, Johan Nielsen, fer at gera fyri at verja seg móti nýggja stórskjúttanum hjá GÍ - Hanusi Jacobsen! Á Skála er fótbóltslagið gott. Skála megnaði fyrr í ár fyri fyrstu ferð nakrantíð at vinna landskappingar- dyst í Gøtu. Ta ferðina var úrslitið 3-2. Um tað skal eydnast Skála at hanga uppií og kanska at styrkja um sína støðu í topp- stríðnum, so er neyðugt aftur hesa ferð at fáa fulla úrtøku í Gøtu. Allir Skála spælararnir eru tøkir. Tað vil siga, at tað er rættulig kapping um ellivu tey fyrstu plássini. Eftir drúgvan skaðasteðg og einstakar løtur á besta liðnum í síðstu royndunum undan summarsteðginum, er Arnhold Berg rættuliga komin fyri seg. Spurning- urin er so, um hann fer at endurvinna plássið í miðverjuni, sum hann átti, áðrenn hann varð skaddur. verið fyri stórum mannfalli síðani steypafinaluna á Ólavsøku. Atli VG-liðið hevur mist ein av stuðulsleikarum sínum, men teir ætla at vinna heimadystin móti Sundalags-liðnum GÍ hevur mist tveir av lyklaleikarum sínum seinast tíðina, og fáa eina trupla uppgávu móti Skála, sum ikki hevur givið skarvin yvir enn um eitt FM-heiti