Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-06, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. august 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 147 - 6. august 2005 Hjá ÍF eru fleiri givnir, og aðrir eru ivasamir, nú teir skulu royna at reisa seg eftir vónbrotið í steypafinaluni TB-ÍF Jóannes Hansen TB er niðast, men teir hava ikki mist takið. Tvey tey næstu umførini fara at verða rættuliga avgerandi fyri vánirnar hjá teimum at standa seg. Í morgin fær TB vitjan av ÍF og um eina viku skal KÍ spæla á Sev- mýri. - Um tað eydnast okkum at fáa seks stig, so fer at síggja gott út. Um vit ikki megna at fáa í hvussu so er fýra stig burturúr, so verður tað tungt, staðfestir Óli Johannesen. Á Tvøroyri eru allir tøkir uttan miðverjin Aca Petrovic, sum hevur verið ógvuliga stinnur. Í gjár var ikki avgjørt, hvør skal spæla í miðverj- uni fyri hann. Predrag Zivkovic, sum hevur verið vongverji í høgru og Birgir Rasmussen eru møguleikar ella kanska Jon Johanne- sen, sum hevur verið vong- verji í vinstru. - Avrikið í Vági vísti, at vit hava ikki ráð at missa konsentratiónina í bara eina lítla løtu. Hóast vit vóru væl við fyrsta hálva tíman, so taptu vit stórt, tí teir eftir lítlari løtu skoraðu trý mál, meðan vit stóðu og svóvu. Tað má ikki koma fyri aftur, heldur Óli Johanne- sen. Í Fuglafirði hava teir ar- beitt fyri at koma yvir vón- brotið í steypafinaluni. Men fyritreytirnar tykjast einki serligar. Magni á Lakjuni er givin, og Eyð- olvur R. Petersen og Fritleif í Lambanum eru farnir av landinum. Gunnar Nielsen hevur ikki vant síðani steypafinaluna og verður tískil ikki við. Hanus Elia- sen og Sylla Amed eru eisini ivasamir. Á røttu síðuni telur tað nógv, at Bartal Eliasen og Poul Ennigarð eru tøkir aftur eftir, at teir hava verið leikbannaðir. Tað hevur verið at hoyrt, at Poul Enni- garð skuldi hava fingið meiri enn ein dag leikbann eftir útvísingina í hálvfinal- uni móti B68 á Svanga- skarði, men í gjár varð sagt á FSF skrivstovuni, at kappingarnevndin hevði givið honum ein dag leik- bann. Næstu vikurnar verða rættuliga avgerandi fyri, hvat NSÍ og KÍ skulu stríðast fyri tað, sum eftir er av kappingarárinum NSÍ-KÍ Jóannes Hansen Tað luktar rættuliga nógv av at bera ella bresta hjá bæði NSÍ og KÍ, sum sunnudagin skulu hittast í Runavík. NSÍ vann fyrr í ár 3-2 í Klaksvík, eftir at klaksvíkingar høvdu verið frammanfyri við tveimum málum. NSÍ er á fjórða plássi, og møguleikin fyri, um teir skulu vera við í kappingini um heiðursmerkini og kanska FM er nógv treyt- aður av, hvussu tað fer at hilnast trý tey næstu viku- skiftini, tá ið teir eiga tríggjar heimadystir. Eftir KÍ vitjanina skulu teir spæla í Runavík móti HB og B36. Harafturat fer tað at hava týdning fyri møgu- leikan hjá NSÍ, hvussu tað fer at hilnast, tá ið HB sunnudagin fer at eiga heimadyst móti B36, og tá ið B36 annan leygardag fer at spæla á Skála. - Vit mugu greiða okkara setning. Um tað eydnast væl, so rokni eg avgjørt við møguleikanum, at vit kunnu fara framvið í hvussu so er einum liði. Um tað ikki fer at eydnast væl, so kann heystið fara at vísa seg at vera langt og lítið áhugavert, staðfestir NSÍ venjarin, Trygvi Mort- ensen. Í NSÍ eru teir manning- arliga betri fyri, at teir nakrantíð hava verið fyrr í ár. Sjúrður Jacobsen venur aftur við fullari ferð. Kanska verður hann ikki við nú sunnudagin. Gert Langgaard er einasti spæl- arin, sum ikki er førur fyri at venja saman við hinum. Í Klaksvík stendur rættu- liga nógv upp á spæl. Áðrenn teir fara í sjeymíla stivlarnar, sum skulu flyta teir upp á toppin, skulu teir stríðast fyri at finna út av, um útgangsstøðan skal vera í bestu ella næstbestu deild- ini. Tað er ikki minst treyt- að av, hvussu tað fer at hiln- ast móti NSÍ og um eina viku á Sevmýri. Veruleikin er, at KÍ síð- ani 22. mai, tá ið teir vunnu 6-1 á TB, hevur tapt sjey landskappingardystir á rað við málmuninum 4-20! Sunnudagin spældu teir venjingardyst móti FS Vágum, og tá vunnu teir 6- 1. Undan ferðini til Runa- víkar er greitt, at veteran- urin Jan Joensen, sum í síðsta dystinum móti HB, er skaddur. Undir venjing eru tvey liðbond toygnað, og tað sær einki serligt út. Hann var á sentrala mið- vøllinum saman við Atla Danielsen, sum í morgin eftir øllum at døma fer at umboða KÍ fyri síðstu ferð í hesum umfarinum. Hann skal ætlandi til Sogndal í Noregi í næstu viku. Símun Joensen er komin afturíaftur eftir at hava hildið steðg higartil í ár. Erling Fles og Eyðun Klakstein eru farnir at venja aftur, men teir vera ikki við í morgin. 22 ára gamli bosniski álosspælarin, Emir Huseio- vic, hevur royndarvant í Klaksvík í hesi vikuni. Tá ið vit frættu, var tað ikki avgjørt, um avtala skal gerast við hann. Men ungi maðurin, sum hevur spælt í lægru deildunum í Svøríki, er ikki í dystarvenjing. Nú verður lagnan hjá TB avgjørd Nú skal tað bera ella bresta Hóast TB er niðast, so hava teir hvørki mist takið ella vónina um góð úrslit - eisini móti ÍF um vikuskiftið Bæði liðini hava brúk fyri stigum - NSÍ fyri at varðveita sítt 4. pláss og KÍ fyri at sleppa undan botninum