leygardagur 6. august 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 147 • Vikuskiftið 6.–7. august 2005
• 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Tinghellan s. 30–31
ÓLAVSØKUJAZZUR
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Myndir: Jan Muller/Jens K. Vang
Miðlahúsið í Vágsbotni var ólav-
søkudagarnar miðdepil fyri fleiri
tiltøkum av ymsum slag. Árliga
framsýningin við skemtimynd-
unum hjá Óla P var í ár í Miðla-
húsinum, ein áhugaverdur filmur
var vístur og fleiri tónleikatiltøk
vóru í húsinum.
Ólavsøkujazzur
Sigrid Rasmussen hevði góðar
og vælvitjaðar konsertir og
Spælimenninir spældu eisini og
breiddu hugna og lív langt út um
húsaveggirnar.
Eina av stóru og minniligu
løtunum hesa ólavsøkuna syrgdu
Brekkubrothers fyri.
Brekkubrothers hava verið í
LivingRoom studio og spælt inn
nøkur løg. Hvør sær eru teir
úrmælingar og teir skriva allir
løg. Tvey løg í part hava teir
skrivað og so er ein skemtilig
innspæling av kenda Stórhvala-
gildinum.
Stílurin er jazzur, so sum vit
kenna jazzin frá góðu gomlu
jazzdøgunum frá 50’unum og
60’unum. Ella sum limirnir í
Brekkubrothers sjálvir siga;
Jazzur frá góðu gomlu døgunum,
har tað er hóskandi við jakka-
setti, sigar og kanska einum glasi
av cognac.
Og ólavsøkugestirnir, sum
stukku inn á gólvið í Miðlahús-
inum ólavsøkudag, fingu eina
góða uppliving. Glaðan jazz til
glað fólk frá vælupplagdum
tónleikarum.
Tað var í roynd og veru ein
framløgukonsert - ikki útgávu-
konsert - ið var í Miðlahúsinum.
Tónleikurin hjá Brekkubrøðr-
unum er nevniliga ikki givin út á
fløgu, men er tøkur á netinum
púra ókeypis á síðuni
www.brekkubrothers.com . Men
enn er Stórhvalagildið ikki lagt á
síðuna, tí øll loyvini eru ikki tøk.
Lagið er upprunaliga norskt og
tað var Thorbjørn Egner, sum
skrivaði tað. Hesin fjøltáttaði
listamaðurin, ið m.a. skrivaði,
teknaði og yrkti um Dýrini í
Valbakkaskógi og sum eisini
eigur onkran sálm í sálmabókini.
Men Stórhvalagildið verður lagt
á netið, tá loyvini eru fingin í
rættlag.
Orsøkin til, at ongin útgáva er
sum so, er at tónleikararnir ikki
meta at tað loysir seg at geva
eina jazzfløgu út, tí so lítið
verður selt av jazzi í Føroyum.
Men spyrt tú teir, hví tónleik-
urin er ókeypis á netinum, so
svara teir sjálvandi skemtandi;
Tað er tí vit eiga so nógvar
pengar.
Uttan mun til fíggjarstøðuna,
so eiga teir gávurnar at skriva og
spæla jazz. Og harvið gávurnar
at gleðast um tónleikin og at
gleða onnur við honum.
Og tað gjørdu teir ólavsøku-
dag í Miðlahúsinum. Onkur
meinti, at hetta var ein hin
størsta og hugnaligasta tónleika-
løtan í húsinum higartil.
Eitt brak av eini konsert frá
Brekkubrøðrunum, ið fekk bros-
ini fram.Limirnir í Brekku-
brothers eru Hans Petur í Brekk-
unum, Trygvi í Brekkunum,
Magnus Johannesen og Bjarki
Meitil.
Bros. er á enskum máli ofta ein stytting av orðinum brothers. Vit kenna t.d. filmsfelagið Warner Bros.,
ið Warner brøðurnir stovnaðu. Á ólavsøku hevði Miðlahúsið í Vágsbotni fleiri tiltøk á skránni og ein
av stóru løtunum var, tá Brekkubrothers spældu sín glaða jazz, ið fekk brosini fram
Brekkubros
Einkarrætt á ílegum,
hvør torir at taka støðu?
»So hugnaligt á grynnuni ...« Hans Petur í Brekkunum, oddafiskur í
Brekkubrothers, hyggur yvir á Magnus Johannesen, meðan ein bergtikin
lurtarafjøld lurtar. Kanska er tað júst »Stórhvalagildið«, teir spæla í
skemtiligum stíli
Skemt og hugni í bland við jazz við úrmælingum.
Tað er blandingin, ið ger Brekkubrothers til ein
hin besta og lurtaravinarligasta jazzbólkin vit
hava í Føroyum