leygardagur 6. august 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 147 - 6. august 2005
STEYPASØGA
Jóannes Hansen
Steypafinalan í fótbólti í 2005
var søgulig. Tað eru 50 ár síðani,
at tað varð farið undir steypa-
kappingina, og finalan hesa ferð
var tann 50. í hesa hálvu øldina.
Um finalur høvdu havt verið
spældar á hvørjum ári, so hevði
finalan hesa ferð sjálvandi havt
verið tann 51.. Men í 1970 varð
eingin finala spæld. HB og KÍ
høvdu kvalifiserað seg til
endauppgerðina, men tá ið tað
ikki fekst semja um, hvar finalan
skuldi spælast, so strikaði ÍSF,
sum tá hevði ábyrgdina av
fótbóltinum, finaludystin.
Fyrsta steypakappingin var í
1955. Tá varð spælt um Ísa-
fjarðarbikarið. Í 1965 varð farið
undir kappingina um fyrstu
Ísafjarðarsúluna, og fram til og
við 1988 varð spælt um tríggjar
súlur. Síðani hevur verið spælt
um Løgmanssteypið.
HB hevur verið nógv tað besta
steypaliðið. Havnar Bóltfelag
hevur vunnið steypakappingina
26 ferðir ella oftari, enn øll hini
feløgini tilsaman hava vunnið
kappingina. HB hevur vunnið
Ísafjarðarbikarið, tríggjar Ísa-
fjarðarsúlur og eitt Løgmans-
steyp til ognar.
Næstbesta steypaliðið er nú GÍ
við seks finalusigrum. KÍ og TB
hava vunnið fimm ferðir, B36
hevur vunnið fýra ferðir. Hinir
vinnararnir hava verið NSÍ, sum
hevur vunnið tvær ferðir, og VB
og B71, sum hava vunnið eina
ferð í part. Hvussu stórur HB
leikluturin hevur verið í steypa-
kappingini, sást eisini aftur í, at
teir umframt at hava vunnið 26
ferðir, níggju ferðir hava verið
tapandi finaluliðið. HB hevur
altso verið annar parturin av 35
av teimum hálvt hundrað
finalunum!
Ásetingarnar og gongdin
Reglurnar fyri steypakappingina
hava verið tær somu øll árini.
Ásetingarnar hava sagt, at kapp-
ingin um steypið er í tíggju ár,
og at tað felagið, sum eftir tíggju
ár hevur vunnið oftari enn hini
feløgini, hevur vunnið steypið til
ognar. Um eitt felag, áðrenn
tíggju ára skeiðið er runnið,
hevur vunnið so mikið ofta, at
tað ikki er møguleiki hjá øðrum
felag í tíggju ára skeiðnum at
vinna fleiri ferðir enn hetta
felagið, so er kappingin lokin.
Um einki felag hevur vunnið
fleiri ferðir enn okkurt annað
felag, tá ið tíggju ára skeiðið er
runnið, verður hildið fram við
kappingini, inntil eitt felag hevur
vunnið fleiri ferðir enn nakað
annað felag. Higartil hevur ikki
verið neyðugt at nýta hesa regl-
una.
Fyrsta kappingin var í tíggju
ár. Tá hevði HB vunnið seks
ferðir og TB fýra ferðir. Onnur
kappingin var í níggju ár. Tá er
1970, tá eingin finala varð
spæld, roknað uppí. HB vann
kappingina um fyrstu súluna
fimm ferðir.
Styttsta kappingin var tann um
aðru súluna. Hon var í sjey ár. Tá
hevði HB vunnið fimm ferðir, og
tá ið VB og TB harafturat høvdu
vunnið eina ferð í part, bar tað
ikki nøkrum felag til at fáa HB
aftur.
Kappingin um triðju súluna
var í átta ár, áðrenn HB hevði
vunnið fimm ferðir og harvið
súluna til ognar, tí GÍ hevði
vunnið tvær ferðir og NSÍ eina
ferð.
Kappingin um fyrsta Løgman-
ssteypið var í tíggju ár. Tá ið hon
var lokin í 1998 hevði HB vunn-
ið fýra ferðir, KÍ og GÍ høvdu
vunnið tvær ferðir í part, og B36
og B71 áttu hvønn sín lut í
steypinum.
Síðani 1999 hevur verið kapp-
ast um annað Løgmanssteypið.
Kappingin verður liðug í 2008.
Higartil hava B36 og GÍ vunnið
tvær ferðir, og KÍ, NSÍ og HB
hava vunnið eina ferð í part. Trý
kappingarár eru eftir at stríðast í.
Hóast HB er verri fyri hesa ferð,
enn teir hava verið í øllum
hinum fimm kappingunum, so
hava teir framvegis møguleika at
ogna sær annað Løgmanssteypið.
Fýra feløg hava verið í final-
um, uttan at tað hevur eydnast
teimum at vinna steypakapp-
ingina. ÍF tapti á Ólavsøku
fjórðu finaluna. Í 1975, 1982 og
í 1987 taptu teir móti HB, og
hesa ferð taptu teir móti GÍ. ÍF
hevur spælt seks finaludystir. Í
1975 spældu teir bæði á heima-
vølli og útivølli móti HB, í 1982
spældu teir eina finalu móti HB,
og í 1987 var neyðugt við
umdysti, áðrenn ÍF, sum hetta
árið spældi í 2. deild, hevði yvir-
givið seg til HB.
Hvalbingar vóru í finaluni í
1983, eftir at teir í hálvfinaluni
høvdu gjørt av við HB Men í
finaluni noyddust teir at lúta 5-1
fyri GÍ, eftir at Royn eina løtu
hevði verið á odda.
Gylta skeiðið hjá LÌF í bestu
deildini var í áttati árunum. Í
1986 vóru teir í steypafinaluni
móti NSÍ. Leirvíkingar vóru á
odda í steðginum, men teir taptu
2-1. B68 var fyri fyrstu og
einastu ferð í finaluni í 1995, og
teir taptu greitt fyri HB.
Leisturin
Tey fyrstu árini var kappingin
heldur enn ikki óruddulig.
Ísafjarðarbikarið
1955: HB-KÍ
3-1
1956: TB-VB
5-2
1957:
HB-KÍ
1-0
1958: TB-HB
5-3
1959: HB-B36 1-0
1960: TB-HB
3-0
1961: TB-B36
2-0
1962: HB-TB
2-1 e.l.l.
1963: HB-B36 7-1
1964: HB-B36 3-3 e.l.l
1964: HB-B36 4-3 e.l.l. (bikarið ogn hjá HB)
1. Ísafjarðarsúlan
1965: B36-HB 3-2
1966: KÍ-HB
4-2
1967: KÍ-B36
6-2
1968: HB-B36 2-1
1969: HB-B36 2-0
1970: finalan strikað
1971: HB-TB
9-0
1972: HB-B36 6-1
1973: HB-KÍ
3-1 (súlan ogn hjá HB)
2. Ísafjarðarsúlan
1974: VB-HB
4-0
1974: HB-VB
5-3
1975: ÍF-HB
2-5
1975: HB-ÍF
2-2
1976: KÍ-HB
0-1
1976: HB-KÍ
3-0
1977: TB-VB
1-3
1977: VB-TB
0-3
1978: TB-HB
2-1
1978: HB-TB
2-1
1978: HB-TB
3-1
1979: HB-KÍ
5-0
1980: HB-NSÍ
2-0 (súlan ogn hjá HB)
3. Ísafjarðarsúlan
1981: HB-TB
5-1
1982: HB-ÍF
2-1
1983: GÍ-Royn 5-1
1984: HB-GÍ
2-0
1985: GÍ-NSÍ
4-2
1986: NSÍ-LÍF
2-1
1987: HB-ÍF
2-2
1987: HB-ÍF
3-0
1988: HB-NSÍ
1-0 (súlan ogn hjá HB)
1. Løgmanssteypið
1989: HB-B71 1-1
1989: HB-B71 2-0
1990: KÍ-GÍ
6-1
1991: B36-HB 1-0
1992: HB-KÍ
1-0
1993: B71-HB 1-1
1993: B71-HB 2-1
1994: KÍ-B71
2-1
1995: HB-B68 3-1
1996: GÍ-HB
2-2 e.l.l.
1996: GÍ-HB
5-3
1997: GÍ-VB
6-0
1998: HB-KÍ
2-0 (steypið ogn hjá HB)
2. Løgmanssteypið
1999: KÍ-B36
3-1
2000: GÍ-HB
1-0
2001: B36-KÍ
1-0
2002: NSÍ-HB
2-1
2003: B36-GÍ
3-1 e.l.l.
2004: HB-NSÍ
3-1
2005: GÍ-ÍF
4-1
Kappingin um annað Løgmanssteypið
verður liðug í 2008. Um einki felag tá hevur
vunnið oftari enn onnur feløg, verður hildið
fram, inntil eitt felag hevur vunnið oftari enn
nakað annað felag. Higartil hava B36 og GÍ
vunnið tvær ferðir, og KÍ, NSÍ og HB vunnið
eina ferð í part.
Steypafinalur 1955-2004
Steypakappingin er nú h
Tá ið GÍ á Ólavsøku fyri sætttu ferð vann
steypafinaluna, løgdu teir seg á næstfremsta
plássið í steypasigrum. HB hevur vunnið
fleiri ferðir enn øll hini tilsaman í teimum
50 finalunum, ið higartil eru spældar í
kappingini, sum fyrstu árini grulvaði og
stetlaði, men sum nú verður mett at vera
týdningarmikil
GÍ. Steypavinnari 2005. Aftanfyri frá vinstru: Svenn Olsen, Símun Louis Jacobsen, Hanus Jacobsen, Hans Pauli Petersen, Hans
Gregersen, Leivur Hansen, Bjarni Justinussen, Per Jacobsen, Álvur Joensen. Frammanfyri frá vinstru: Sunvard Joensen, Sámal Jo
Henning Jacobsen. Venjarin, Krzystof Popczynski, og hjálparvenjarin, Pauli Jarnskor, eru ikki á myndini. Seinnu árini hevur tað
umhugsað, um ikki FSF á ávísum staði og við tí bakgrundini, sum FSF heldur vera tað røttu, syrgdi fyri, at almenn liðmynd var