leygardagur 6. august 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 147 - 6. august 2005
23
Ósemja var um nær og hvar tað
skuldi spælast. Stevnudystirnir,
sum ikki vóru landskappingar-
dystir, men viðhvørt vóru steypa-
dystir, fóru við vikuskiftunum á
hásumri. Tí kendist tað torført at
finna pláss fyri kappingini um
Ísafjarðarbikarið.
Tvey tey fyrstu árini varð
spælt heima og úti. Men frá 1957
og fram til og við 1964, tá ið
kappingin um bikarið var av,
varð kappingin avgreidd eftir
einum vikuskifti.
TB, B36 og HB luttóku øll
árini, sum tað varð kappast um
bikarið. KÍ var við í 1955 og
1957. Annars luttóku klaksvík-
ingar ikki í kappingini. VB lut-
tók í steypakappingini frá 1956
og til og við 1959, tá ið teir hildu
seg til í meistaradeildini. Seinna
helmingin av skeiðnum, sum tað
varð kappast um bikarið, vóru
tað bara TB, B36 og HB, sum
tóku lut.
Síðani farið varð undir kapp-
ingina um fyrstu Ísafjarðarsúluna
í 1965, hava øll feløgini í bestu
deildini tikið lut. Í 1965 vóru tey
fýra - KÍ, HB, B36 og TB. Í
1966 kom VB afturat, og síðani í
1971, tá ið ÍF á fyrsta sinni
bjóðaði seg fram í fremstu
deildini, hava tað í hvussu so er
verið seks feløg, sum hava lut-
tikið í steypakappingini.
Í 1974 varð skipað fyri tveim-
um steypakappingum. Umframt
kappingini um Ísafjarðarsúluna,
sum bara liðini í bestu deildini
kundu kappast um, varð skipað
fyri steypakapping, sum nevndist
kappingin um Felagssteypið.
Hon var fyri øll liðini í meist-
aradeildini og miðaldeildini.
Merkisvert var tað, at VB hetta
árið vann bæði kappingina um
Ísafjarðarsúluna og kappingina
um Felagssteypið.
Í 1974 varð eisini ásett, at
tvær finalur skuldu spælast - ein
á útivølli og ein á heimavølli.
Hetta var galdandi fram til og
við 1978. Í 1979 varð kappingin
víðkað til at fevna um øll liðini í
trimum teimum ovastu deildun-
um, og í 1983 varð hetta broytt
aftur soleiðis, at nú skuldi
kappingin bara vera fyri besta
liðið hjá øllum feløgunum.
Síðani 1995 hevur bólkaumfar
verið, áðrenn rokkið hevur verið
til fjórðingsfinalurnar.
Í fjør varð farið undir nýggja
steypakapping. Hon er ætlað fe-
løgunum, sum ikki eru umboðað
í bestu deildini. Í fjør vann B71
tað kappingina, og í ár var tað
B68, sum varð vinnari. Teir
vunnu í finaluni á B71.
Finalustaðurin
Síðani tað varð farið at kappast
um Løgmanssteypið hava allar
finalurnar verið í Havnini, og
síðani 2000 hevur finalan verið á
Tórsvølli, har finalurnar síðani í
2001 hava verið spældar ólav-
søkudag.
Tað var eitt sindur ymiskt,
hvar finalurnar vórðu spældar, tá
ið tað varð spælt um bikar og
súlur. Meðan kappast varð um
Ísafjarðarbikarið vóru allar
finalurnar á Tvøroyri og í Havn-
ini. Fyrsta finalan á Sevmýri var
í 1958, og har varð eisini spælt í
1961 og í 1964, tá ið fyrri
finaludysturin millum B36 og
HB var á Sevmýri.
Eftir longdu leiktíðina, sum
var inntil Smiril var um at loysa
og fara norður til Havnar, stóð
framvegis á jøvnum 1-1. Nýggj
finala varð spæld í Gundadali.
Tá var úrslitið 3-3. Eftir tvær
ferðir eitt korter longda leiktíð
varð spælt, inntil annar parturin
fekk mál, og tað fekk HB, tá ið
bara tveir minuttir vóru farnir.
Samantalda finalutíðin hevði tá
verið umleið fýra og ein hálvan
tíma. Saman við tríggjar ferðir
90 minuttir, sum finalan í 1978
millum HB og TB vardi (sí
niðanfyri), hevur hetta verið
drúgvasta finalan í steypakapp-
ingini hesa hálvu øldina.
Fyrsta finalan um Ísafjarðar-
súlu - í 1965 millum B36 og HB
- var í Gundadali. Í 1966 og í
1967 vóru finalurnar á nýggja
vøllinum í Gøtu, har KÍ tókst við
ávikavíst HB og B36.
Síðani 1968 hava flestu final-
urnar verið í Havnini. Undan-
tøkini vóru í sjeyti árunum, tá ið
tvær finalur vórðu spældar á
heimavølli og útivølli, í 1984, tá
ið GÍ og HB spældu á Skála, og í
1985, tá ið GÍ og NSÍ spældu í
Fuglafirði.
1978 var merkisvert á tann
hátt, at tað fyri fyrstu og einastu
ferð vórðu spældar tríggjar
finalur. HB og TB vunnu bæði 2-
1 á heimavølli. Triði og avger-
andi dysturin varð spældur á
Sandi, og tá vann HB 3-1.
Miðskeiðis í áttati árunum
kendist tað sum um, at steypa-
kappingin átti ongan góðan.
Finalan á Skála í 1984 varð av-
greidd eitt yrkakvøld, og soleiðis
var tað eisini, tá ið GÍ árið eftir -
í 1985 - vann móti NSÍ í Fugla-
firði.
Hetta árið var um reppið, at
finalan ikki varð spæld. Tað var
avgjørt í FSF, at finalan skuldi
spælast á Ólavsøku. Men tað
fekst ikki semja millum býráðið
og Fótbóltssambandið um,
hvørjar treytirnar skuldu vera
fyri, at steypafinalan varð á
ovara vølli, har havnarfeløgini
plagdu at spæla ólavsøkudystir.
Merkisvert var tað eisini, at tá
ið gøtumenn á mikkjalsmessu
høvdu vunnið finaluna í Fugla-
firði, fingu teir einki steyp. Fyri
fyrstu ferð vórðu heiðurskrónur
handaðar, men steypið kom ikki
til Gøtu fyrrenn fleiri vikur eftir,
at GÍ hevði bast NSÍ!
Tey fyrstu árini, tá ið spælt
varð um Løgmanssteypið, søgdu
ásetingarnar, at um tað stóð á
jøvnum eftir vanliga leiktíð, so
skuldi nýggjur dystur spælast.
Um tað tá stóð á jøvnum eftir
vanliga leiktíð, skuldi farast til
longda leiktíð og síðani brots-
sparkskapping. Ásetingin varð
broytt eftir 1996 finalurnar
millum GÍ og HB. Broytingin
komst av, at tað vísti seg trupult
at finna nýggjan finaludag, eftir
at feløgini vóru farin at luttaka í
Europa Cup, at tað viðhvørt
kendist sum at eta upphitað, tá ið
umdysturin var á skránni, og
eisini at tað ikki kendist serliga
heiðurligt, at Løgmaður skuldi
fara til hús, uttan at hava havt
møguleika at handa steypið, sum
hann var komin í Gundadal fyri
at handa.
Søgan um bikarið
og súlurnar
At Ísafjarðarbikarið og Ísafjarð-
arsúlan í 34 ár vóru hugtøk í
steypakappingini komst ikki av
ongum. Jógvan Arge greiðir
soleiðis frá HB vitjanini í Íslandi
í 1954, sum var orsøk til bikar
og súlur:
"HB spældi víða um landið.
13. august varð farið úr Reykja-
vík til Ísafjarðar við bussi. Í
fjúrtan tímar koyrdu teir yvir
dalar og fjøll, og stór manna-
múgva tók ímóti teimum, tá teir
komu fram. Fyrsti dysturin varð
spældur móti úrvalsliði úr Hørði
og Vestri".
Og eitt sindur seinni sigur
hann soleiðis:
"Á Ísafirði hevði HB fingið
handaða eina gávu (frá Hørði og
Vestri) at bera Ítróttarsambandi
Føroya. Gávan var eitt prýðiligt
silvurbikar, sum varð latið
føroyskum fótbóltsliðum at
spæla um.
ÍSF gjørdi av, at meistaradeild-
in skuldi spæla um Ísafjarðar-
bikarið í eini steypakapping, sum
var uttanfyri landskappingina.
Fyrsta kappingin skuldi vera í
1955".
Soleiðis kom føroyska steypa-
kappingin í lag fyri hálvari øld
síðani. Tá ið Hørður og Vestri á
Ísafirði høvdu latið eitt bikar og
tríggar súlur at kappast um,
broyttist kappingin. Síðani 1989
hevur verið kappast um Løg-
manssteypið, sum Landsstýrið
hevur givið. Frammanundan
hevði Løgmaður ofta handað
steypið. Síðani 1989 hevur tað
verið partur av kappingini um
Løgmanssteypið, at Løgmaður
handar vinnaranum steypið.
Tey fyrstu mongu árini snúði
tað seg um steypið og æruna og
heiðurin at kalla seg steypa-
vinnari. Síðani 1985 hava lut-
takararnir á vinnandi liðnum
fingið gullkrónur og teir á
tapandi liðnum silvurkrónur.
Síðani 1991 hevur tað verið
eyka gularót, at steypavinnarin
hevur átt rætt at taka lut í Europa
Cup kappingini. B36 var fyrsta
steypavinnarin, sum í 1992 tók
lut í hesi kappingini.
hálvt hundrað ára gomul
Jóannes Eidesgaard, løgmaður, handar GÍ liðformanninum Sámali Joensen steypið eftir 2005 finaluna
Jørgen Djurhuus, Sam Jacobsen, Robert Rzeczycki, Kaj Ennigarð, Jónreid Dalheim, Atli
oensen, Súni Olsen, Poul Arni Jacobsen, Magni Jarnskor, Áslakur R. Petersen og Poul
ð víst seg alt torførari at fáa mynd av øllum vinnarunum. Tað hevði tí verið vert at
rð tikin av vinnaraliðnum