Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-06, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. august 2005síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 147 - 6. august 2005 Renate fall fyri fø ÚTLENDINGURIN Heini í Skorini Heini_skorini@yahoo.com - Størsta broytingin var at upp- liva, hvussu spontanir og frælsir føroyingar eru, og hvussu menn- iskjaligu og persónligu eginleik- arnir verða virðismettir fram um status og støðu á arbeiðsmarkn- aðinum. Hesir eginleikar standa í sterkari andsøgn til mína bak- grund. 70 ára gamla Renate Simon- sen úr Sveits telist helst millum teir útlendingar, sum hava búð longst í Føroyum. Eftir fleiri styttri vitjanir fyrst í sekstiárun- um búsetti hon seg fast í Føroyu- m í 1966, og her hevur hon verið síðani. Øll árini hevur hon starv- ast í føroysku ferðavinnuni. Fyrstu 18 árini á Ferðamanna- stovuni, í 1984 gjørdist hon leið- ari á Faroe Swiss Travel Center, og í 1988 stovnaði hon saman við Dánjali Poulsen og mann- inum Sigurdi Simonsen Faroe Travel, har hon hevur verið síðani. Tað, at Føroyar gjørdist heim hennara, byrjaði við eini til- vildarligari vitjan afturi í 1960. Men lítið varnaðist hon, at henda vitjanin var byrjanin til eitt kær- leiksforhold, bæði til landið og til komandi mann hennara. Ferðamannastovan Renate er fødd í 1935 og vaks upp í lítla norðursveitsiska ídn- aðarbýnum Zofingen við góðum 10.000 íbúgvum í týskttalandi partinum av Sveits. Við einum pápa, sum hevði høgan sess í eini pharmaseut-fyritøku, hoyrdi Renate til hægra miðalklassan, og barndómurin var "ljósur og sorgleysur", sum hon sjálv tekur til. Eftir fólkaskúlan tók hon handilsskúla í franskttalandi partinum av Sveits, áðrenn leiðin gekk til høvuðsstaðin Zurich, har hon hevði fingið arbeiði á eini transportfyritøku. Við síðuna av sínum arbeiði tók hon hesi fýra árini í Zurich studentsprógv, áðrenn hon fór á universitet í Perugia í Italia. Eftir eitt intenst ár hevði Renate fingið prógv í italskum máli. Men so kom dagurin, sum var fyrsta stigið á leið hennara móti fjarskotnu oyggjunum í Norður- atlantshavi. Av tilvild sá Renate eina starvslýsing í einum blaði frá eini ferðaskrivstovu í Keyp- mannahavn, sum søkti eftir korrespondentum í týskum og fronskum. Hon søkti og fekk starvið, og eftir eitt ár í Keyp- mannahavn fekk hon sína fyrstu summarfrítíð. – Eg sat og hugdi í mítt atlas og spekuleraði uppá, hvat eg skuldi nýta mína stuttu summ- arfrítíð til. Eg hugdi at ymsum møguleikum kring Danmark, og knappliga fekk eg eyga á nakrar lítlar oyggjar í Norðuratlantshavi, sum eg ongantíð hevði hoyrt um áður. Eg setti meg í samband við eina ferðaskrivstovu, sum bein- anvegin ráddi mær frá at fara. "Fólkini eru løgin, eingin skilir mál teirra, og har er bara regn", søgdu tey við meg. Men teirra grenj virkaði øvugt uppá meg, og í tí løtu visti eg, at Føroyar var mítt næsta ferðamál, greiðir Renate frá. Hon kom so til Føroya í mai mánaði 1960, og viðvíkjandi veðurlagi gekk tað út, sum svørtskygdu danirnir høvdu spátt. Tað regnaði og regnaði, men hon var væl móttikin á Ferðamannastovuni, sum Sigurd Simonsen var stjóri á. Arbeiðið á skrivstovuni var alsamt vaksandi, og í staðin fyri at ferðast kring Føroyar í keðiliga veðrinum, varð Renate spurd, um hon ikki kundi veita eina hjálpandi hond. - Eg segði ja, og eg arbeiddi líka til september mánaða hetta summarið, minnist Renate aftur. Í staðin fyri at fara aftur til Keypmannahavnar, gekk leiðin síðani til London, har hon tók "proficiency" (Cambridge University) í enskum máli, og eftir eitt ár í London gekk leiðin summarið eftir aftur til Føroya til arbeiðis á Ferðamannastovuni. – Hetta summarið upplivdi eg sera nógv. Vit vóru í grind, eftir havhesti, gingu í fjøllunum og vóru til útróðrar, og tá eg fór heim aftur til Sveits hetta summ- arið í 1962, metti eg, at nú hevði eg sæð nóg mikið av Føroyum. Eg segði tí hesuferð endaliga farvæl við Føroyar, greiðir Renate frá. Kærleikssøgan Við sínum málsligu evnum fekk Renate síðani arbeiði á ferða- skrivstovu í italska høvuðsstað- num Rom, og her búði hon í fýra góð ár. Sjálv væntaði hon, at hon fór at vera verandi í Rom, men lagnan vildi tað øðrvísi. Knappliga ein dagin fekk hon fjarrit úr Føroyum, sum hon ikki hevði hoyrt nakað til øll fýra árini í Rom, og undirritaði var fyrrverandi stjórin hjá Renate, Sigurd Simonsen. - Talan var um eina lítla og "óskyldiga" heilsan, og eg upp- fataði heilsanina als ikki sum nakra kærleiksbræv, sigur Renate flennandi. Sigurd forkláraði heilsanina við, at hann hevði fingið nýggjan fjarritara, sum hann vildi sleppa at royna, og so varð upplagt at skriva til fyrr- verandi starvsfelagan í Rom. Um hetta mundið droymdi Renate ikki um, at fjarritið skuldi gerast - Í Føroyum lærdi eg ein nýggjan hátt at liva mítt lív uppá. Ein erligari, meiri einfaldan og meiri menniskjaligan lívshátt, sum eg virðismeti og eri glað fyri at hava kent í so mong ár. Tað sigur 70 ára gamla Renate Simonsen úr Sveits, sum hevur búð í Føroyum seinastu 39 árini. Í viðtalu við Sosialin greiðir hon eisini frá sínum fyrsta túri í Føroyum, hvussu eitt fjarrit endaði við einum giftarmáli, og hvussu føroyska samfelagið var frígerandi fyri hana