leygardagur 6. august 2005síða 25
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 147 - 6. august 2005
25
øroyska lyndinum
byrjanin til enn eina føroyska
innrás í hennara lív, men um
framtíðar maður hennara um
hetta mundið hevði fingið gott
eyga á henni og var farin at
leingjast, er ikki heilt ósannlíkt.
- Um okkurt annað lá aftanfyri
óseku heilsan hansara, veit eg
ikki, sigur Renate, meðan hon
flennir so hjartaliga. Í øllum før-
um fekk lítla fjarritið avleiðing-
ar, tí eftir hetta gjørdi Renate
ikki mætari enn at bjóða Sigurdi
til Italia í aftursvari sínum.
- Mær tykti satt at siga synd í
fyrrverandi stjóra mínum. Hann
gjørdi eitt so stórt arbeiði fyri
føroyska ferðavinnu, men sam-
stundis hevði hann sjálvur einki
sæð av verðini og hevði ferðast
sera lítið. Tí bjóðaði eg honum
til Rom, uttan at eg á nakran hátt
hevði væntað, at hann fór at
koma. Men hann kom, og vit
ferðaðust saman víða, minnist
Renate aftur.
Tá Sigurd fór heim, spurdi
hann Renate, nær hon aftur fór at
koma til Føroya, og av tí at tað
var farið at ganga skeiva vegin á
fyritøkuni í Rom, sá Renate aftur
ein møguleika at leita sær norð-
ureftir. Hon gjørdi av at flyta til
Føroya á heysti í 1966, og stutt
seinni gjørdust Sigurd og Renate
par. Tey giftust í heimbygd henn-
ara í Sveits tvey ár seinni og
búsettu seg síðani í Føroyum, har
tey hava verið síðani.
Frælsir føroyingar
Sum fastur íbúgvi í Føroyum frá
1966 varnaðist Renate skjótt,
hvussu øðrvísi føroyska lyndið
var samanborið við hennara
bakgrund í Sveits. Víst hevði
hon verið í Føroyum fyrr, men
nú upplivdi hon, hvør munur var
á lísvhátti føroyinga samanborið
við lívið á europeiska megin-
landinum.
- Føroyingar eru hundrað
prosent náttúrufólk. Tit eru
spontan, impulsiv, fleksibul og á
ein hátt sera elastisk. Føroyska
lyndið gevur altíð rúm fyri broyt-
ingum og óvæntaðum viður-
skiftum, og hetta er eftir mínum
tykki ein fantastiskur eginleiki,
sum virkaði heilt øvugtur fyri
mær, tá eg av fystan tíð kom til
Føroya, greiðir Renate frá.
- Ja, onkuntíð kundi eg gerast
heilt forvirrað, leggur hon flenn-
andi afturat. Hon sigur, at sam-
anborið við føroyingar vaks hon
sjálv upp í einum fastlæstum
mentaliteti. Hennara bakgrund
var eyðkend av, at alt skuldi
leggjast til rættis út í æsir. Lívs-
hátturin í Sveits var eyðmerktur
av, at tað ikki var rúm fyri yvir-
raskilsum, og alt var fastlagt í
føstum karmum.
- Tí var størsta broytingin fyri
meg, hvussu frælsir og spontanir
føroyingar eru. Hesir eginleikar
hava eina frígerandi ávirkan, og
tað hevur verið áhugavert at upp-
liva tveir so ymsar hættir at liva
sítt lív uppá, sigur Renate
Simonsen.
Og Renate hevur eisini hug at
nevna aðrar dygdir við føroyska
samfelagnum, sum hon ikki upp-
livdi í ymsu samfeløgunum, hon
hevur verið partur av í Europa.
- Bæði í Italia og Sveits var
fyribrigdið status altavgerandi.
Tín persónur og títt lív varð
definerað út frá, hvør støða tín
var á arbeiðsmarknaðinum. Í Fø-
royum upplivdi eg harafturímóti,
hvussu menniskjaligu og per-
sónligu eginleikarnir í nógv
størri mun verða virðismettir. Jú
minni samfelagið er, jú tættari
verða sosialu relatiónirnar, og jú
meiri koma persónligu dygdirnar
til sín rætt. Tí verður tú í Føroy-
um vurderaður meiri sum
menniskja og minni sum út frá
status-kriterium, sigur Renate
Simonsen.
Samstundis sum sosialu
relatiónirnar eru størri í einum
lítlum samfelagi, verður mangan
ført fram, at sosiala kontrollið
eisini er størri. Lokalsamfelagið
loyvir ikki sínum borgarum tann
anonymitet, sum stórbýurin
hevur at bjóða, og spurd, um eitt
lítið samfelag sum Føroyar ikki
eisini kann virka avmarkandi og
bindandi fyri sínar íbúgvar, er
Renate greið.
- Víst er sosiala kontrollið
sterkari í lokalsamfelagnum,
men mín niðurstøða er fram-
vegis, at tú hevur betri fortreytir
fyri at liva eitt erligari lív í Før-
oyum, tí føroyingar vilja vita,
hvør tú ert, áðrenn teir vilja vita,
hvat tú gert. Í teimum mentan-
um, eg havi livað í, er tað um-
vent, sigur Renate, sum vísir
aftur, at hetta eru ov grovar
generaliseringar.
- Sjálvsagt kann alt ikki sker-
ast yvir ein kamb, men gjøgnum
míni mongu ár á europeiska
meginlandinum havi eg tó
ongantíð upplivað tað, eg hitti í
Føroyum. Tí var hetta ein broyt-
ing fyri meg. Føroyar hava tí lært
meg ein nýggjan hátt at liva mítt
lív uppá, ein erligari, meiri ein-
faldan og meiri menniskjaligan
lívshátt, sum eg virðismeti og eri
glað fyri at hava kent í so mong
ár, sigur 70 ára gamla Renate
Simonsen úr Sveits at enda.
- Víst er sosiala kontrollið sterkari í
lokalsamfelagnum, men mín niðurstøða er
framvegis, at tú hevur betri fortreytir fyri at
liva eitt erligari lív í Føroyum, tí føroyingar
vilja vita, hvør tú ert, áðrenn teir vilja vita,
hvat tú gert. Í teimum mentanum, eg havi livað
í, er tað umvent, sigur 70 ára gamla Renate
Simonsen úr Sveits, sum hevur búð í Føroyum
seinastu 39 árini
Mynd: Bárður Lydersen
Næstu ferð:
Kate Sanderson