leygardagur 6. august 2005síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 147 - 6. august 2005
SAMRØÐA
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Nobelvinnarin í bókmentum í
1995, Seamus Heaney, er í løtuni
á veg til Føroyar, lokkaður av
gátuføra navninum "Faroes",
hann sum barn hoyrdi í veður-
tíðindunum á BBC og drigin av
áhuganum fyri norrønari mentan.
Vit hava fingið orðið á heims-
kenda skaldið til eitt prát um,
hvussu ein stígur inn um í
skaldaheiminum, um kríggj og
málsliga tvídráttin, hann sum
norðuríri vaks upp við og um
tøgnina eftir írska pípuleikin,
sum ger sinnið klárt at sáa við
orðum
Á tromini á skaldskapi
Tú sigur einastaðni, at sum ung-
ur lesandi, kendi tú teg sjálvan
aftur í einum persóni hjá E.M.
Forster, sum var dømdur til altíð
at standa ‘uttanfyri’ bøkurnar,
ein láturligur klintrari ytst á
tromini á skaldskapi. Hvussu
komst tú sjálvur ‘inn um’ í skald-
skapin og gjørdist ein góður
lesari?
- Fyri at koma í gongd mást tú
uttan iva tíðliga hava havt eina
góða uppliving við eini ella
tveimum yrkingum. Soleiðis
hendi tað hjá mær í øllum førum.
Tá eg var tannáringur, kendust
serliga yrkingarnar hjá Gerard
Manley Hopkins sum ein løðing.
Og eg upplivdi bæði okkurt
fremmant og vælkent, tá eg las
"The Scholar Gipsy" eftir
Matthew Arnold. Aftaná tað var
tað ein spakulig men rættiliga
tilvitað gongd. Á universitetinum
gjørdist eg púra burtur í Words-
worth og byrjaði enntá at dáma
anglosaksiska yrking. Men mær
dámdi alt møguligt, tann
modernaða amerikanska Robert
Frost og miðaldar skotan Robert
Henryson. Tá eg byrjaði at
arbeiða sum lærari, kendist tað
ótrúliga stimbrandi at lesa sam-
tíðar írskar og bretskar yrkjarar
sum Patrick Kavanagh og Ted
Hughes.
Skaldskapur er ikki ein inn-
spræning, tú kanst geva einum
heilum fólki í senn. Skal ein
yrking ávirka teg, mást tú tú
arbeiða teg inn í hana og lata
hana arbeiða seg inn í teg. Fyri
veruliga at gerast ein eldhugaður
lesari er uttan iva neyðugt at
hava eitt ávíst næmi ella lyndi.
Men lærarar kunnu hava avger-
andi týdning, eins og yrkingar, tú
av tilvild rennir teg í, og sum
raka tínar sansir og lýsa upp í
sinninum á ein serligan hátt. Tó
so, eg sigi altíð, at tað er ikki
neyðugt at kenna hópin av
yrkingum, fyri at tær skulu fáa
týdning í tínum lívi. Fýra ella
fimm yrkingar, sum tú dugir
uttanat, kunnu vera nóg mikið til
at geva hesi listini virði.
Menniskjakorini eru privat
Ein av tínum yrkingum, "The
Republic of Conscience", hevur
givið heitið til eina heiðursløn,
Amnesty International letur á
hvørjum ári. Hvønn lut hevur
skaldskapur í einum heimi, har
yvirgangur og aðrir ræðuleikar
ofta seta dagsskránna?
- Í hvørjari einstakari mentan
er skaldskapur ein partur av
verjuskipanini, ein liður í at
styrkja felagsandan, eitt slag av
leskingarøki, sum øll, ið hava
hug, kunnu vitja. Ein professari á
Oxford hevur júst skrivað eina
bók við heitinum "What good
are the arts". Á onkran ótrúligan
hátt eydnast tað honum at koma
ígjøgnum 250 síður uttan at
nevna njóting og afturkenning,
sum er tað, vit finna í yrkingum,
tónleiki, filmum og sjónleikum.
Njótingin stavar í roynd og veru
frá afturkenningini, sjálvt um
tað, vit kenna aftur, er skeivt og
ræðuligt í heiminum. Tað er
sjálvandi eitt mistak at halda, at
skaldskapur og list kunnu broyta
muruna í fólki ella gera tey til
betri moralsk menniskju. Men
list og skaldskapur kunnu broyta
mentanarliga hugburðin og
almennu tilvitskuna - og ofta til
tað betra.
Mær dámar sera væl nakað,
Joseph Brodsky einaferð segði
við meg: "Um list lærir okkum
nakað, so er tað, at menniskja-
korini eru privat". Við øðrum
orðum, í eini myrkari tíð, eini tíð
við kríggi og ræðuleikum fært tú
meir hjálp frá tí, sum styrkir títt
andliga lív, enn frá propagandu
og retorikki, sum er ætlað at
stimbra almenna moralin.
Málsligur tvídráttur
Sum føroyingur er tað lætt at
kenna seg aftur í málsliga
tvídráttinum millum írskt og
enskt, millum gerandismál og
skúlamál, sum ofta setur sín dám
á tínar yrkingar. Hjá okkum elvir
málkjakið oftast til knarran og
málslig nevs, meðan málsligur
tvídráttur hjá tær tykist vera ein
styrki ...
- W.B. Yeats, sum ikki dugdi
írskt, segði einaferð at: "Írskt er
mítt tjóðarmál, enskt er mítt
móðurmál". Men tað ørkymlaði
ikki Yeats, tí hansara røtur stungu
djúpt á ensku síðuni av ensku-
írsku kastuni. Fyri fólk sum meg
- ein katolikk frá Norður Írlandi
varð granskingin av írska málin-
um fatað sum mótmentanarligt
um ikki beinleiðis undirgravandi
virksemi - tað var altíð ein
politiskur broddur, eitt slag av
stríði uppi í leikinum í tí, vit
kallaðu "málspurningurin." Í
tjóðskaparsinnaða umhvørvinum,
eg vaks upp í, hekk tað nærum
ákærandi og ekkafult í luftini, at
rætta málið hjá ein sonnum
írskum høvunda mátti vera írskt.
Men eftirhondini, sum eg kom at
kenna Joyce, søguna og málslig
skapanarevni loysti eg meg frá
hasum ekkanum. Hvar er veru-
liga írska lyndið betur varveitt,
enn i Ulysses? Men eg loysti
ongantíð meg sjálvan frá mínum
trúfesti og kærleika til skaldsliga
og mentanarliga arvin, sum býr í
Orðini í tøgnini
- Tá tónleikurin frá pípunum heldur uppat, eru oyrað og sinnið friðsæl
og opin. Tøgnin er sum moldin, ið er velt og saksað, klár at verða sádd
við orðum.
Soleiðis sigur nobelvinnarin í bókmentum, Seamus Heaney, í samrøðu
við Sosialin um samspælið millum sínar yrkingar og pípuleikin hjá Liam
O’ Flynn. Mánakvøldið verða teir báðir, "The Poet and the Piper" at hoyra
í Norðurlandahúsinum
Fyrrverandi nobelvirðislønar-
vinnarar í bókmentum, frá vinstru:
Kenzaburo Oe, Derek Walcott,
Nadine Gordimer, Gunter Grass and
Seamus Heaney bíða til
hátíðarhaldið tá Nobelvirðislønin í
bókmentum varð lation í
Konserthøllini í Stokhólmi 10.
desember í 2001