leygardagur 6. august 2005síða 27
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 147 - 6. august 2005
27
írska málinum. Tvørturímóti.
Mín tilvitan um alt hatta verður
bara djúpri, sum eg gerist eldri.
Hvat upptekur teg sum yrkjara
í løtuni?
- Eg arbeiði við einum
yrkingasavni, sum eftir ætlan
kemur út seinni í ár. Savnið
byrjar við nøkrum yrkingum,
sum beinleiðis ella óbeinleiðis
endurspegla hetta at liva ‘í eini
myrkari tíð’. Eg skrivi út frá
minnunum um ein barndóm,
langt burturi frá ræðuleikunum í
2. heimsbardaga, men eg royni at
flyta meg frá teimum minnunum
inn í nýggju óunniligu støðuna í
okkara hóttu 21. øld, har nógv av
okkum liva langt burturi frá
vandanum, men kortini eru nívd
av kensluni av, at "alt kann
henda."
Eitt annað tema í savninum er
endurnýggjan, bæði í persón-
ligum og almennum høpi.
Samanumtikið snýr savnið seg
um at vinna styrki í royndini at
standa stinnur, um tað støðu-
festið og frælsið, ið kann koma
av at minnast - og sjálvt av
missi.
Tað norrøna dregur ...
Á Listastevnuni fert tú at bera
tínar yrkingar fram saman við
pípuleikaranum Liam O’ Flynn.
Hvat følir tú, at píputónleikurin
gevur tínum yrkingum?
- Írskur píputónleikur er
ómetaliga hábærsligur við
sterkum undirtónum av sorg.
Serliga í stillu tónaløgunum og
harmaljóðunum. Og tað er
okkurt ótrúliga tignarligt og
átreingjandi við spælinum hjá
Liam O’ Flynn. Hann er ein
meistari á tann hátt, at áhoyrarnir
kenna seg tryggar og til reiðar at
geva seg yvir, til at dagdroyma í
samljóði við tónleikin. Og tá
tónleikurin heldur uppat, eru
oyrað og sinnið friðsæl og opin.
Tøgnin er sum moldin, ið er velt
og saksað, klár at verða sádd við
orðum.
Sum eg skilji, verður fram-
førslan á Listastevnuni tykkara
einasta í ár, og at tað er tín
áhugi í Føroyum, sum hevur
fingið tykkum higar. Hvaðan
stavar hesin áhugin?
- Eg havi altíð havt stóran
áhuga fyri nørrønu mentanini og
fólkinum. Eg kenni meg drignan
at skaldskapinum, seigginum í
persónunum og málsliga
lyndinum at gera ov lítið av.
Berir klettar, heiðalendi, bøvegir
og heimrust hava altíð nomið
okkurt í mær. Tá BBC vildi hava
meg við í teirra Desert Island
sendingum, segði eg við vertin,
at eg vildi heldur hava seyð og
fjørugrót á míni oydnu oyggj,
enn strendur og dadlupálmar.
Vinur mín Sean Sweeny, sum er
føroyavinur og eisini dugir
føroyskt, hevur altíð biðið meg
farið. So eg gleði meg nógv. Eg
elski okkara egnu Aran oyggjar,
Orknoyggjarnar og Ísland, og frá
fyrstan tíð hevur bara navnið
"Faroes" í veðurtíðindunum á
BBC altíð havt okkurt gátuført,
mjørkakent og lokkandi yvir sær.
- Eg kenni meg drignan av norrønu
mentanini, seigginum í fólkinum og
málsliga lyndinum at gera ov lítið
av, sigur skaldið Seamus Heaney,
sum vitjar á Listastevnuni
mánakvøldið