Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-06, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. august 2005síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 147 - 6. august 2005 Ritstjórn: Anna V. Ellingsgaard e-postur: anna@sosialurin.fo TÝÐING Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Fyrstu ferð, Alexandur Kristan- sen fekk eygað á eina yrking eftir Seamus Heaney, var einferð í 80unum. Hann var og ferðaðist í London, og einum kassa í ein- um bókahandli fann hann savnið "Selected Poems 1965-1975". Alt fyri eitt festu eyguni seg við heitini og orðalagið í fleiri av yrkinunum, sum á onkran hátt kendust heimlig. – Tað vóru sovorðin orð, sum ‘torvskurður, mýrilendi, mosi’ og líknandi, sum gjørdu meg for- vitnan. Tað var jú okkurt løgið við, at eg stóð har sum føroy- ingur í London og las nakrar enskar yrkingar, sum mintu meg á mín barndóm í Fuglafirði. Eg eri so mikið gamal, veitst tú, at eg minnist, at menn fóru burtur í haga at skera torv, sigur Alexandur. Vøgugongd Tað var eisini hetta norður- lendska huglagið í yrkingunum, sum fekk Alexandur at keypa savnið, og sum seinni gav honum hug at fara undir at týða Heaney. Fyrst onkra einstaka yrking, men seinni allar tær sokallaðu "Myriyrkingarnar" (Bog-Poems), sum eru einar sjey í tali. Hesar skapa eina tematiska heild í ritverkinum hjá Heaney, og har valdi Alexandur eisini at runda av. – Seamus Heaney er ein tann mest spennandi men eisini ein tann tørførasti yrkjarin, eg havi týtt. Bæði tí hann yrkir á óbundnum máli, men eisini tí orðalagið er so sterkt. Eitt eyð- kenni við hansara stíli er, at hann hópar eina rúgvu av ítøkiligum og ógvsligum orðum upp hvørt undir liðini á øðrum, ofta uttan nakra ífyllu yvirhøvur. Og tá er tað ofta ein stór avbjóðing at varveita ljóðligu rútmuna í yrkingini. Fyri Alexandur er eitt av enda- málunum við at týða yrkingar altíð, at føroyski lesarin til endan situr við eini vakrari, minst líka góðari og helst betri yrking, enn tí upprunaligu. Og hetta krevur av og á, at hann má broyta okkurt. Í so máta er týðing ein støðug vøgugongd millum at vera trúfastur mótvegis upp- runaligu yrkingini og at royna at skapa eitt ljóðlag, sum situr á føroyskum – Tú mást tora at broyta, leggja afturat ella taka burtur, um tú ert sannførdur um, at tað er til tað betra. Tú kanst kalla tað listarligt frælsi ella at pynta eitt sindur, men eg geri tað bara, tá eg havi eina kenslu av, at yrkjarin hevði nikkað, um hann sá meg, sigur Alexandur og leggur afturat, at hetta sjálvandi altíð veldst um, hvat yrkjarin upprunaliga vildi við yrkingini. – Ber yrkingin ein ávísan boð- skap, er tað sjálvandi eisini hendan, tú fyrst av øllum leggur teg eftir at fáa fram. Er tað hin- vegin eitt huglag, tú skalt endur- skapa, hevur tú fríari ræsir. Í teimum førunum havi eg onkun- tíð tikið mær frælsi til at flyta yrkingina fullkomiliga yvir í føroysk viðurskifti. Eg havi til dømis flutt útsýnið hjá Words- worth yvir London til Fugla- fjarðar, og tað riggaði fínt. Bara tað besta Hesi árini síðani, síðani hann byrjaði, hevur Alexandur týtt stórt sæð allar teir stóru og mest gitnu høvundarnar, líka frá Horats og Ovid til Bukowski og Nordbrandt. Og ein av orsøk- unum er sera einføld. – Eg eri so forelskaður í før- oyska málinum, at eg kann ikki lata vera. Siti eg við eini góðari yrking á einum øðrum máli, má eg sleppa at royna, um tað ber til at flyta hana yvir í føroyskt. Gert tú tær ómak, fært tú tað eisini altíð at rigga til endan, tí før- oyskt eitt ótrúliga ríkt og smid- ligt mál at arbeiða við og stendur ikki á nakran hátt aftanfyri onnur mál. Heldur tvørturímóti, sigur Alexandur og leggur afturat, at hansara endamál við at týða í so máta er tað sama, sum tað var fyri Janus Djurhuus: at prógva, at føroyskt ikki er nøkur "barbar- isk bjergdialekt", sum ikki kann brúkast í vøkrum skaldskapi. Og júst gleðin við vøkrum skald- skapi er avgjørt eisini ein týð- andi drívmegi hjá Alexanduri. – Yrkingar eru neyvan tað, fólk lesa mest av og kanska enn minni, tá tær eru á einum fremmandum máli. So um mínar týðingar kunnu verða við til at lata eygu upp fyri skaldsligum dýrgripum, geri eg tað við gleði. Tað er eisini tí, eg altíð havi lagt meg eftir bara at týða tað besta av tí besta, sigur yrkjarin og týðarin. Forelskaður í føroyska málinum Eg lá og bíðaði millum mósoyði og veltan bø millum lyngvaksnar heyggjar og glas-tentan stein. Kroppur mín var blinda skriftin fyri sníkjandi árinum: degningssólir trilvaðu seg fram yvir høvdi mínum og kølnaðu við føtur mínar, gjøgnum klæði míni og húðir sodnaði vetrarins leki meg, analfabetisku røturnar grundaðu og doyðu í samansmokkaðu vomb míni og eygnaholum. Eg lá og bíðaði á eyrgólvinum, meðan heili mín sortnaði, ein krukka við rognum geraði undir jørð dreymar um rav úr Eystrasalti. Knúst ber undir naglum mínum, lívsneyðuga goymslan trænaði burtur í kokukrukkuni. Høvuðprýði mítt holut og brent, gimsteinar fullu millum torvurnar sum søgunnar grundvallir. Prýðisband mítt ein svartur jøkul, har brigdutur, littur vevnaður og fønikisk klædnastykki blámaðu á mjúku morenunum á bróstum mínum. Eg kendi vetrarkuldan sum fløðandi tungur móti lørunum - rennvátu fjaðrarnar, reivað í tungum húðum. Skalli mín lá í dvala í váta reiðrinum í hári mínum. Sum teir rændu. Eg varð rakað og nektað av hakanum hjá einum torvskurðarmanni sum tyrvdi meg aftur og eymliga stakk koladust niður millum grótkarmarnar við høvur mítt og føtur mínar. Til kona ein aðalsmann mutraði hann. Flættan eg hevði, ein slímutur nalvastrongur av evju, var avkvett og eg reisti meg úr myrku, brotnu knotuni, skalla-vørur, trevsutir stingir, skúvir, smáir glampar upp úr mónum. Seamus Heaney, "Bog Queen" Týtt Alexandur Kristiansen Mýridrotning Nú írska skaldið Seamus Heaney vitjar í Føroyum, hava vit fingið orðið á Alexandur Kristiansen, sum hevur týtt fleiri av yrkingunum hjá Heaney til føroyskt. Í hesum sambandi hevur Bókasíðan fingið heiðurin at frumprenta nýggju týðingina "Mýridrotning" - Um mínar týðingar kunnu verða við til at lata eygu upp fyr góðum skaldskapi, geri eg tað við gleði, sigur yrkjarin og týðarin, Alexandur Kristiansen Mynd: Bárður