leygardagur 6. august 2005síða 29
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 147 - 6. august 2005
29
FILMUR
Dorthe Brandt Larsen
Miðskeiðis í fjøritunum kyknaði
ein døkk og døpur genra í ameri-
kanska filmsheiminum. Film
noir varð hetta kallað, tí hesir
filmarnir vóru eyðkendir av
einari kensluleysari og døkkari
líváskoðan við einum døkkum
visuellum universi. Film noir
upprann sum eitt svar uppá teir
bjørtu og patriotisku filmirnar, ið
komu fram undir seinna
heimsbardaga, har roynt var at
líva upp fólk við at leggja eitt
royktám yvir tað, ið veruliga
hendi úti í heimi. Noir filmarnir
vóru ikki litfilmar, men svart
hvítir, og mótsetningurin millum
ljós og myrkur varð gjørt sjón-
ligari við millum annað skugga-
myndum og ljósmynstrum. Tað
kann kanska kallast filmútgávan
av tí sum í málningalistini kallast
hálvaskýming ella clairobscur.
Dømi uppá tað sjónliga noir-
eyðkenni er ein stórur óhugna-
ligur skuggi á einum veggi í
einum skýmaskoti ella eitt neon-
skelti, ið blaktrar gjøgnum einar
persiennur. Flestu noir søgurnar
fást við kriminalitet, og sum
oftast verður onkur dripin. Tað
gongur ofta fyri seg í einum stór-
býarheimi eykendur av mutri og
rotinleika, og oftani skulu truplar
moralskar avgerðir takast. At
kalla allir persónarnir í filminum
eru svikafullir og amoralskir, og
tær klasissku hetjurnar finnast
ikki, tí sjálvt hetjan er, í øllum
førum hálvavegna, svikafull.
Mannligi høvuðsleikarin er ofta
av tí harða slagnum, sum oftast
detektivur, harafturat er hann
altíð kyniskur og kanska eitt
útskot í samfelagnum. Kvinnu-
ligi høvuðsleikluturin verður ofta
kalla ein "femme fatale", tí hon
leiðir hejtuna í óføri, og gerst
ofta banafólk hansara.
Nakrir av kendastu og mest
viðurkendu dømunum uppá noir
filmar eru Double Indemnity
(1944) og The Big Heat (1953).
Neo-noir
Hóast tað klassiska noir films-
tíðarskeiði endaði seinast í
hálvtrýssunum, hava tað verið
nógvar enduruppfinningar av
film noir síðan miðskeiðis í
hálvfjersunum. Hesar verða ofta
róptar Neo-noir tí tær minna
rættuliga nógv um noir filmar-
nar, bæði tá tað ræður um tema
og snið. Tildømis verða China-
town (1974) og Taxi Driver
(1976), kallaðir neo-noir hóast
hesir eru í litum og ikki svart
hvítir. Seinni sóust eisini dømi
uppá blandingar av noir og
science fiction, sum til dømis
tann nógv rósti Blade Runner
(1982).
Sin City verður eisini sagdur at
vera neo-noir tí fleiri noir-
element verða brúkt í filminum,
m.a. tær svart hvítu myndirnar
og tær ráðu stórbýarsøgurnar.
Men Sin City hevur meir af
bjóða enn hetta. Filmurin fer eitt
fet longri inn í framtíðina við
neo-noir. Mitt í øllum tí svart
hvíta universinum sæst ein lit-
glæma av og á: Einar reyðar
kvinnurvarrar, reydguli liturin av
einum loga ella tann grøni
eygnaliturin hjá einum leikara.
Filmurin brúkar noir genruna og
boyggir hana meir enn hon
nakrantíð er vorðin áður, tí Sin
City byggir á teknirøðæstetikkin.
Í filminum sæst tað týðuliga, at
visuella síðan hevur nýtt noir
háttinum, men at
hetta samstundis er
stórsligið á ein egnan
serstakan hátt.
Stórbýurin og
persónarnir eru enn
daprari, avskeplaðir og
amoralskir enna
nakrantíð áður í noir.
Við hesum er Sin City
sostatt nýskapandi, men
samstundis retro.
Teldugjørt
Týðuligasta tekini um at Sin City
mennir neo-noir til framtíðina er,
at tann svart hvíti og døkki ljósi
heimurin í filminum er gjørdur
við teldutøkni ístaðin fyri við
einum leikpalli. Filmurin er upp-
tikin digitalt og allar bakgrundir
uttan ein eru gjørdar út frá teim
sokallaðu "green screens". Tvs.
at at kalla onki í filminum, uttan
sjálvar filmsstjørnurnar eru til í
veruleikanum. Býurin, luftin,
bygningarnir, bilarnir, regni osfr.
hevur filmsleikstjórin Robert
Rodriguez alt gjørt á teldu eftir
at upptøkurnar við filmsleikar-
unum vóru gjørdar framman fyri
grøna skíggjan. Henda tøkni
hevur við sær, at allur filmurin
upprunaliga varð upptikin í lit-
myndum, men seinni konventer-
aður til svart hvítar myndir. Á
henda hátt var tað gjørligt at
halda fast við litin í nøkrum heilt
fáum tingum í einari mynd, sum
til dømis hárlit ella varralit.
Framtíðin hjá filminum
Tað er har afturat eisini sera
áhugavert at Sin City er tann
fyrsti filmurin, ið hevur skapað
eina noir útsjónd bert við at nýta
digitala tøkni í staðin fyri at seta
ljós, sum fyrr varð gjørt.
Grafisku novellurnar hjá Frank
Miller um Sin City hava at kalla
verið storyboard fyri filmin, og
eisini hevur Miller verið hjáleik-
stjóri. Óvanliga nógv er gjørt
burturúr at halda fast um keldu-
tilfarið. Við Sin City verður noir
stílurin nútímansgjørdur til
digitalu filmøldina á ein eina-
standandi hátt, og tað, ið kemur
fram í sjálvum filminum má
sigast at vera eitt framtíðar
listaverk í sjálvum sær. Við tí
tøknuliga skapandi hugflogi, ið
er nýtt í filminum man lítil ivi
vera um, at Sin City fer at leggja
støði í filmsídnaðinum, tá digi-
talir filmar við livandi sjónleik-
arum verða gjørdir í framtíðini.
Sin City
– døkkur, vakur og nýskapandi
Ein ørgrynna av æstetiskum myndum, ið ikki áður eru sæddar á hvíta
bioløriftinum. Sin City er ein retrokendur og endur-nýggjandi filmur,
ið nýtur ein av teim gomlu genrunum í amerikanskari filmslist: film
noir. Sin City er ein beinleiðis filmsumseting av teim kendu tekni-
røðsnovellunum hjá Frank Miller, og hetta slagið av filmi fer møguliga
at bróta slóð fyri einari nýggjari siðvenju innan filmsheimin. Og so er
at kalla alt teldugjørt